Gekk hampiliga væl í Lítlu Dímun

Ein veðrur varð seldur fyri 5.000, men hann leyp í hagan

Mikudagin vóru hvalbingar í Lítlu Dímun eftir slakti.

Eliesar Poulsen, formaður í Lítlu Dímun, sigur, at tað gekk hampiliga væl.

Hann sigur, at hetta er eitt miðal ár í Oynni, sum Lítla Dímun verður nevnd í dagligari talu.

Eitt sindur av seyði slapp, men tað er vanligt, tí hann ser sera styggur, mestsum vargur.

Men teir tóku 172 seyðir og førdu teir til Hvalbiar.

Tað gevur seks seyðir uppá gyllinin, og tað ger 1997 til eitt miðalár.

Í miðal var vektin 28 pund uppá seyðin og tað er eisini miðal.

Vektin lá um 80- 90 pund uppá hvørja hálva gyllin, og har um plagar tað at liggja.

Besta árið, menn minnast, var í 1955, tá ið teir tóku níggju seyðir uppá gyllinina.

Tað árið komu fleiri ær væl uppum 60 pund.

Í Lítlu Dímun eru 48 eigarar, 44 í Hvalba og tríggir í Sandvík og ein í Havn.

Oyggin verður roknað at verða hálvaaðru mørk, men tað eru stórar merkur.

Eliesar Poulsen sigur, at allir 48 eigarar skulu helst verða við, táið farið verður í oynna, men tað gongur heldur strilti.

Summir fáa fólk fyri seg, og aðrir betala seg burturúr degnum.

Aftur í ár vóru teir heldur illa mannaðir. Teir vóru ikki meiri enn 32 mans, og tað er nakað lítið og er ein orsøk til, at so nógv sleppur hvørja ferð, tí tað nógva av seyðinum er vargur.


Rýmdi í hagan

Eins og undanfarin ár verður eitt nøkur lomb seld hvørt ár fyri útreiðslur til stik og annað í oynni.

Í ár blivu 14 seyðir seldir á uppboðið. 13 lomb fóru fyri ímillum 300 og 800 krónur hvørt.

Ein tvæveturs veðrur var eisini seldur og tað var eitt kvetti fyri oynna, tí hann fingu teir 5.000 krónur fyri.

Men keyparin var sera óheppin. Hann slepti veðrinum í eitt stik um náttina. Men tá farast skuldi eftir honum morgunin eftir, var hann lopin uppum, og farin í hagan. Hvalbingar siga, at hann er ikki komin afturíaftur enn. Nú vóna teir, hann kemur afturíaftur, táið teir fara at reka.