Dagarnar frá hósdegnum 2. oktober til sunnudagin 5. oktober verður Handilsstevna í ítróttarhøllini á Nabb í Havn.
Hendan stevnan er tann ellinta í røðini av Handilsstevnum, sum Kristmund Kunoy skipar fyri.
Fyrr vóru stevnurnar á hvørjum ári. Men í 1988 kom steðgur í. Stevnan varð tikin upp aftur í 1992. Og hendan, sum verður nú í heyst, er onnur stevnan í ár. Ein var í apríl mánaða, og hon gekk soleiðis, at grundarlag tykist vera fyri at halda fram, sigur Kristmund Kunoy.
Stevnan verður sett hósdagin klokkan 15. Tað verður Klæmint Olsen, býráðslimur í Havn, sum fer at seta stevnuna. Hetta verður á samkomu fyri framsýnarum og øðrum innbodnum.
Klokkan 16 verður latið upp fyri almenninginum, og opið verður so allar dagarnar til sunnukvøldið, tá endað verður við stórari gallasýning á pallinum.
Tað eru einastaðni millum 20 og 30 luttakarar á stevnuni. Hesir eru allir føroyskir, og teir sýna fram alt millum himmal og jørð. Frá knappanálum og undirbuksum til bilar, sigur Kristmund Kunoy.
Fyrr, tað vil siga í áttatiárunum, vóru nógvir útlendskir framsýnarar við, men teir eru burtur nú, og ikki er gjørt so nógv fyri at fáa teir við heldur, sigur Kristmund Kunoy.
Tað verða fleiri mótasýningar, meðan stevnan verður.
Eisini fara tónleikaframførslur at verða. Fólk fáa ymiskt at hoyra. Dynamitt fer at framføra, eins og Magni Christiansen fer at syngja gospelsangir.
Men nú er hetta ikki bara ein stevna fyri tey, sum hava hug at hyggja at flottum undirklæðum ella bilum.
Vanliga verður ikki so nógv hugsað um børnini, tá slíkar stevnur verða fyrireikaðar. Men á Handilsstevnuni hesaferð fáa børnini sína egnu kapping.
Tað er Restorff?s Bryggjarí, sum skipar fyri kappingini.
Kappingin gongur út uppá, at børnini drekka so nógv sodavatn, sum tey klára upp á so stutta tíð, sum gjørligt. Og tann, sum vinnur, sleppur at drekka meira. Vinnarin fær nevniliga ein kassa av sodavatni afturfyri at vinna. So tað verður spennandi. Hesar kappingarnar verða hvønn dag, stevnan er opin.