So upprann dagurin umsíðir.
Klaksvíkingar hava í nógv ár bíðað eftir, at teirra kvinnulið skuldi vinna FM-heitið, og hóast liðið altíð hevur verið millum tey fremstu liðini, hevur ongantíð borið til at vinna gullið.
Ikki fyrr enn í ár.
Seinasta vikuskiftið tryggjaði KÍ-liðið sær FM-sigurin, og leygardagin fingu tær steyp og heiðursmerki handað, eftir seinasta dystin í kappingini, sum var móti EB á Eiði.
Dysturin endaði við javnleiki 2-2, men hetta hevði onga ávirkan á rómin millum kvinnurnar, og áskoðararnar, sum hildu aftaná sínum liði leygarmorgunin. Áhugafelagið hjá KÍ hevði skipað fyri ókeypis bussflutningi til Eiðis, og tað vóru tað fólk, sum gjørdu sær dælt av.
Hava orkað væl
Venjararnir hjá KÍ hava báðir verið ídnir í kvinnufótbólti síðani skjøtil var settur á í 1985. Jón Harald Poulsen hevur vant nógv kvinnulið hjá KÍ gjøgnum árini, meðan Sigrid Andreasen hevur verið ein av føstu spælarunum øll árini. Sigrid er nú mest sum givin at spæla, men hon hevur verið við onkrar dystir í ár, og sum venjari hevur hon vunnið gull í kvinnudeildini.
? Vit hava havt marginalarnar við okkum í ár. Vit hava verið aftanfyri nógvar dystir, men eru altíð komin afturíaftur, sigur Jón Harald Poulsen.
? Spælararnir hava verið sera ídnir og teir hava orkað betri enn nógv av hinum liðunum. Tað hevur víst seg dyst eftir dyst, at tá komið er út í seinna hálvleiki, taka okkara yvir og vinna, sigur hann.
Nógvir av spælarunum eru ungir og hava eisini vunnið the double í gentudeildini. Millum teir meiri royndu teljast Elsebeth Jónsson, Irdi Jacobsen, Birgit Ryan, Maria Jacobsen og Malena Josephsen.
Venjararnir hava hildið seg til sama lið frá dysti til dyst. Teir hava spælt eitt lið saman, sum so hevur fingið kjansin frá byrjan hvørjaferð. Hetta hevur ført við sær, at eindin er vorðin sterk, og tá avgerandi dystirnir komu fyri móti endanum av kappingini, var KÍ omaná.
EB fekk javnleik
Dysturin á Eiði leygardagin stóð í skugganum av FM-sigrinum hjá KÍ, men Eiðiskvinnur stóðu seg væl, og fingu javnleik.
KÍ kom á odda við máli, sum topskjúttin í deildini, Rannvá Andreasen, gjørdi, men áðrenn hálvleik javnaði Lydia Vesturtún. Í seinna hálvleiki legði hon EB fram um áðrenn Irdi Jacobsen javnaði til endaliga úrslitið 2-2.
EB liggur mitt á stigatalvuni, og hóast Eiðiskvinnur hvørki vóru í vand fyri at flyta niður ella høvdu møguleika at vinna heiðursmerki undan dystinum, spældu tær sum fyri lívinum, og fingu eisini uppibornan javnleik burtur úr.
Javnleikurin gjørdi tó einki við FM-dreymarnar hjá KÍ-kvinnunum, tí tær høvdu tryggjað sær gullið í næstasíðsta umfari.
B68 tapti við málmuninum
Undan seinasti umfari var størsti spenningurin um hvat av havnafeløgunum skuldi vinna silvur, og hvat av liðunum í botninum skuldi enda næstniðast, og harvið verða noytt at spæla um sítt pláss í deildini.
Í odddinum var HB bæði undan og eftir seinasta umfar tvey stig frammnfyri B36. Meistarafelagið frá í fjør vann heili 10-0 í Sumba, men í royndini at vinna silvurmerkini nyttaði tað einki, tí HB vann sín dyst móti skála 4-0. B36 endaði tó árið við manér, og umframt bronsumerkini í landskappingini vunnu tær eisini steypakappingini, so heilt illa hevur árið ikki skorist hjá teimum.
Dysturin millum HB og Skála hevði eisini týdning fyri botnin, tí Skála stríddist fyri at sleppa undan at spæla um niðurflyting. Tær kláraðu ikki at vinna í Gundadali, men tær gjørdu akkurát so mikið, at tær sluppu undan.
Hevði Skála tapt við einum máli afturat, hevði tað verið tær og ikki B68, sum skuldi spælt móti vinnaranum av 2. deild, NSÍ, um eitt pláss í 1. deild næsta ár.
Skála og B68 endaðu við sama málmuni, men av tí at Skála hevur skorað fleiri mál enn B68, sleppa tær undan at spæla um niðurflyting.
Toftakvinnur, sum komu í 1. deild í fjør, mugu tí dystast við grannarnar í NSÍ um eitt pláss í 1. deild næsta ár.
Á seinasta aðalfundi hjá FSF varð samtykt, at talið á liðum í bestu kvinnudeildini skuldi minkast til seks lið, og tí flytir eingin beinleiðis upp úr 2. deild í ár og næsta ár. Aftasta liðið í 1. deild flytir beinleiðis niður, meðan næstaftasta skal spæla móti vinnaranum av 2. deild.
B68 tapti akkurat
Í seinasta umfari var B68 á vitjan í Lorvík, og tær vóru ikki langt frá at fáa eitt stig burtur úr.
Dysturin var javnur og tað bylgjaði báðar vegir. Fyrra umfar vóru fáir málkjansir og einki mál kom heldur. Tá góður tími var spældur gjørdi Kristina Eyðbjørnsdóttir, sum var aftur á vøllinum eftir skaðasteðg, um seg. Hon fekk eina sending framímillum og skoraði.
Seks minuttir seinni sendi Kristina hornaspark tætt inn fyri B68-málið, og málverjn var so óheppin at beina bóltin í egið mál.
So var 2-0 til LÍF, og toftakvinnur vórðu noyddir at gera okkurt fyri at koma við í dystin aftur. Tað gjørdu tær átta minuttir fyri leiklok, tá topskjúttin hjá teimum, Andrea av Regni, skoraði til 2-1.
Men nærri komu toftakvinnur ikki, og tær verða nú noyddar at spæla um sítt pláss í deildini.