Nevndin, sum sett varð at gera uppskot til samráðingar við ES, var mannað við ov nógvum monnum. Og tað má hon ikki vera, tí tað er ikki loyvt, sigur Javnstøðulógin.
So har var ikki annað at gera enn at blaka nakrar av monnunum, sum valdir vóru, á dyr.
Løgmaður hevur tí gjørt uppskot um, hvussu nevndin skal mannast. Uppskot hansara sær soleiðis út:
Jógvan Jespersen, formaður
Maria Róin
Gloria Kalsø
Jan Mortensen
Tommy Petersen
Kjartan Kristiansen
Annsy Høghamar