Skipari og stjóri fingu harða revsing

Skiparin á Nólsoyar Pálli og fyrrverandi stjórin á Vaktar- og Bjargingartænastuni eru báðir dømdir hefti, fyri at hava siglt Nólsoyar Páll heim úr Fraklandi, uttan neyðugu loyvini

Nólsoyar Páll er ikki nakað herskip, og tað var greitt lógarbrot, at Nólsoyar Páll varð sigldur heim úr Fraklandi í august mánaði í fjør.

Hetta stendur m.a. í grundgevingunum fyri dóminum, sum Føroya rættur i gjár feldi yvir skiparan á Nólsoyar Pálli og táverandi stjóran á Vaktar- og Bjargingartænastuni.

Í felag vórðu teir báðir drignir til svars og dømdir fyri grovt brot á lógina um trygd umborð á skipum. Brot á hesa lóg verða vanliga revsað við bót, men teir báðir fingu báðir treytaða leysaða heftirevsing, stjórin 20 dagar og skiparin 14 dagar.

Jóan Karl Høgnesen varð dømdur sum leiðari á Vaktar- og Bjargingartænastuni og reiðari á Nólsoyar Pálli fyri at hava latið skipið siglt heim úr Fraklandi til Føroya, men ikki fyrst at hava syrgt fyri, at skipið hevði verið til logarásetta høvuðseftirlitið og hevði galdandi skjøl.

Kári Horn varð dømdur sum skipari á Nólsoyar Pálli at hava ført skipið til Føroya, sjálvt um skipið í grundini var afturhildið av Søfartsstyrelsen, til ávís trygdarkrøv vóru uppfylt. Hann varð eisini dømdur, tí hann undan heimferðini ikki syrgdi fyri, at skipið var í góðum standi viðvíkjandi trygd og heilsuviðurskiftum.

Einki fordømi er um, at eitt skip, soleiðis sum tað var við Nólsoyar Pálli, hevur loyst frá landi í Marseille, hóast neyðugu siglingarloyvini ikki vóru fingin til vega.


Ein røð av krøvum

Nólsoyar Páll varð keyptur og kom undir føroyskt flagg, meðan hann lá í Fraklandi fjør summar. Menn frá danska stovninum Søfartsstyrelsen vóru og sýnaðu skipið, og teir settu eina langa røð av krøvunum um neyðugar ábøtur. Vaktar- og Bjargingartænastan royndi, tað hon kundi, at fáa undantaksloyvi at sigla skipið heim, men skipaeftirlitið segði nei. Stjórin á Vaktar- og Bjargingatænastuni skrivaði so sjálvur skipinum eitt siglingarloyvi, sum hann tó ikki hevði heimild til at geva. ?Siglingarloyvi? varð sent skiparanum í Fraklandi, og beint aftaná loysti Nólsoyar Páll frá landi.


Ikki herskip

Tá sakarmálið móti Jóan Karl Høgnesen, fyrrverandi stjóra á Vaktar- og Bjargingartænastuni, og Kára Horn, skipara á Nólsoyar Pálli, var fyri í rættinum, førdu verjar teirra fram, at Nólsoyar Páll var eit herskip og tískil ikki kom undir lógina, sum teir báðir nú eru dømdir fyri at hava brotið.

Men hesum sjónarmiði vísir dómarin aftur í viðmerkingum sínum til dómin. Vaktar- og Bjargingartænastan er ein umsitingarligur myndugleiki, sum ger eftirlits- og bjargingararbeiði og hevur bara sivilar uppgávur og heimildir. Stovnurin luttekur ikki á nakran hátt í landsins verju, skipini hava ikki hernaðarliga útgerð ella herfólk, men eru bara útgjørd við skotvápnum fyri at kunna røkja sínar uppgávur.

Í dóminum verður gjørt greitt, at skipið ikki hevði neyðugu loyvini umborð, og at loyst var frá landi, hóast krøvini, sum skuldu vera uppfylt fyri at sigla túrin heim úr Marseille til Havnar, ikki vóru uppfylt. Vaktar- og Bjargingartænastan hevði týðiliga og greitt fingið at vita frá Søfartsstyrelsen, at skipið slapp ikki at sigla heim, vórðu krøvini ikki uppfylt og eftirlit síðan hevði verið.


Skrivaði sjálvur siglingarloyvið

Í dóminum verður sagt, at stjórin væl og virðliga visti, hvat skuldi gerast fyri at fáa loyvi at fara til Føroya við skipinum. Hann vendi sær til landsstýrismannin í fiskivinnumálum fyri at vita, hvussu málið kundi loysast, men einki kom burturúr hesum. Og sjálvt um stjórin kendi reglurnar, úrslitaleysu samráðingarnar við landsstýrið og skrivini frá Søfartsstyrelsen, skrivaði Jóan Karl Høgnesen eitt sonevnt ?siglingarloyvi? og viðmerkti, at ?hetta loyvi er givið í samráð við Føroya Landsstýri (Føroya Skipaskráseting)?, verður sagt í við erkingunum til dómin.


Álvarsmál

Føroya Rættur heldur ikki, at skiparin og stjórin kunnu umbera seg við at hava verið í góðari trúgv.

Teir hava framt ávarsliga tilsíðissetan á tað, sum Søfartsstyrelsen kravdi og álegði, og alt hevði týdning fyri siglingarførleikan hjá skipinum og trygdina hjá manningini, og eldibrandurin í maskinrúminum kundi fingið álvarsligar avleiðingar.

Tí helt rætturin, at báðir teir ákærdu skuldu dømast treytaleysa heftirevsing.

Føroya rættur metti lógarbrotini so grov, og umstøðurnar soleiðis, at Jóan Karl Høgnesen varð dømdur 20 daga hefti, og Kári Horn varð dømdur 14 daga hefti.

Teir skulu gjalda verjum sínum 15.000 krónur í part + MVG.

Tað var í gjár enn ikki greitt, um teir báðir dømdu menninir taka við dóminum, ella teir skjóta dómin inn fyri Eystara landsrætt. Annfinn Hansen, verji hjá Jóan Karl Høgnesen, sigur, at hann fyrst skal tosa við Jóan Karl. Men sjálvur metir hann revsingina óvanliga harða.