Lyklarnir stóðu í Fríggjamorgunin kl. 7 – tað er: áðrenn Norðoyastevnan byrjaði – varð ein persónbilur stolin í nánd av politistøðini í Klaksvík. Sambært løgregluni hevði onkur sett bilin frá sær við lyklunum [...] lyklunum í, av teirri einfaldu orsøk at onkur annar skuldi koma eftir bilinum stutt eftir. Tá viðkomandi skuldi fara avstað við bilinum, var eingin bilur har, tí ein triði persónur var farin avstað við [...] løgregluni í Klaksvík kom kl. 04:51 í morgun. Tá ringdi ein kona til løgregluna og boðaði frá húsaófriði í hennara egna heimi: Hon og maðurin vóru komin til ilnar um okkurt. Sum skilst er hetta ikki fyrstu ferð
undirvísingarhættum – og so finnur tú eisini í Finnlandi niðurslitnar skúlar, bygningar í órøkt og gomul avoldað undirvísingaramboð. Men allastaðni hava tey – eins og í Danmark, higartil – lagt dent á miðfirraða [...] útbúnir eftir 1997-skipanini skulu í 4 ár náa heili 4 linjufak og haraftrat eina rúgvu av grundútbúgvingartilgongdum í skúlafakum, pedagogiskum fakum og praktikk og tvørfakligum verkætlanum og bacheloruppgávu [...] Andersen, sum er lektari á CVU-Fyn og DPU er, at yvirorðnað eru so nógv felags drøg millum danskan og finskan skúlabygnað og pedagogiskan hugsanarhátt – at hann má leita eftir frágreiðingini til finsku fól
at landsliðsvenjarin vísir stórt áræði og sjálvsálit. Tveir spælarar – Fróði Benjaminsen og Christian Lamhauge Holst – eru nýggir á liðnum, og Marni Djurhuus og Andrew av Fløtum hava fingið at vita frá [...] dag: Jákup Mikkelsen – Jón Rói Jacobsen, Óli Johannesen, Fróði Benjaminsen, Atli Danielsen – Jákup á Borg, Mikkjal Thomasen, Súni Olsen , Christian Høgni Jacobsen - Rógvi Jacobsen – Christian Lamhauge Holst [...] fer at fáa møguleikan í kvøld. Talan er um einsamallan sess, og spælarin, sum røkir hann, er rættuliga í andglettinum. Undan Italia dystinum lá tað í luftini, at Andrew av Fløtum fór at verða avloystur av
var millum Kaldbak og Sund, og harvið komu tey bæði Hans og Tóra at hittast, og tey giftast í 1946. Tískil eru tað 61 ár síðan, at Tóra kom inn á Sund at búgva. Vit báðir, Jakku og Óli, hava verið inni [...] systkjunum livir bert Villi eftir, og hann býr í Danmark. Hans var bert 66 ára gamal, tá hann doyði í 1990. Tey bæði, Hans og Tóra, fingu børnini Benadikta, Sigrid, Jákup og Hanus, og Tóra eigur tvey ommubørn [...] Kaldbak, og árið eftir varð Dánjal føddur. Hon hevði havt tuberklar, sum nú vóru innikapslaðir, og hildu tey tí, at hon var frísk. Men tá hon stutt eftir fær dóttrina Bodil, bróta tuberklarnir út, og tað gekk
bæði úti og inni, og vakri urtagarður hennara var altíð eitt prýði fyri bygdina. Enn býr hon í sínum egna heimi, og klárar seg gott og ber sín aldur avbera væl og enn hómast ungdómsins yndi og vakurleiki [...] Saltangerá, sum tað næstyngsta barnið hjá Símuni og Jóhonnu á Høgabóli. Jóhanna og Símun áttu 6 børn, 2 synir, Jógvan og Esbern, og 4 døtur, Emma, Jenny, Malla og Ebbedina. Malla er einasta av syskinum, sum [...] seteplini, sáðkornið og tøðini út og avgrøðina til høldar. Malla vaks upp í einum heimi, har góða gamla føroyska mentanin og gamlir føroyskir siðir vóru í hásæti, og har tign, sómi og guðsótti valdaði. Tað
troyttir, og valdu at fáa sær ein lítlan blund í góðveðrinum. Pubbir og barrin vórðu eisini væl vitjaðar beinanvegin tær lótu upp, og øltystu skotarnir hugnaðu sær skjótt bæði innan- og uttandurða. Og hóast [...] annað landslið – á slíkum støði – so, sum skotar vórðu tað mikukvøldið. Og ongantíð hevur eitt lið verið so óheppið, sum tað føroyska var í hesum dystinum. Eingin – heldur ikki skotar – kundu sagt nakað [...] Smyril mest sum fullsettur legði frá landi í Havn, og sangurin rungaði um skipið í eini spennandi væntan av tí, sum fyri framman lá. Eftir skjóta og hugnaliga siglitúrin inn á Runavíkina var tað um at
fóru spælarar og áskoðarar av Svangaskarði eftir føroyskt avrik, ið hevði verið sum nátt og dagur. Christiani Lamhauge og verjan vístu beinanvegin tað, sum Italia dysturin hevði lagt upp til, og sum var orsøk [...] vístu format – Súni Olsen var framúr – og Christian Høgni Jacobsen, sum hevði verið púra anonymur, blomstraði við ferð, avbjóðingum og fleiri góðum uppleggum. Christian Lamhauge megnaði at temja og halda upp [...] manngarðin og í málið og harvið skoraði fyri fyrstu ferð fyri Skotland, og sjey minuttir seinni var tað álopsspælarin Garry O`Connor, sum úr stuttari fjarstøðu sendi framvið Jákupi Mikkelsen, eftir at málverjin
fólk vóru í Miðlahúsinum og stívliga 70 fólk í Bátasavninum. Niels-Jákup og urið Í miðlahúsinum spældu tær báðar verk eftir Corelli, Dancla, Tchaikowsky og sigoynaraløg eftir Csoka og Sarasate. Monika framførdi [...] søguna aftur og gera alt so “sjónligt” fyri teimum, sum komin vóru at lýða á. Tiltakið í Leirvíkar Bátasavni var eisini kryddað við violin-og klavertónleiki hjá systrunum Moniku og Andreu. Eftir at Jógvan [...] , endaðu Monika og Andrea hendan partin av tiltakinum við einum klaverstykki fyri violin og klaver. Síðan var høvi til kaffi og prát. Tey, sum vóru við til tiltøkini í Miðlahúsinum og Leirvíkar Bátasavni
hálvleiki, sum eisini var fremsta orsøkin til sigurin. – Vit hava eitt ov lágt botnstøði, og tað kemst av vantandi stríðsvilja, men í gjár lá hesin ikki eftir, staðfestir Sámal Erik Hentze, sum eisini heldur [...] ávarar sínum monnum ímóti at halda, at finalusessurin er vunnin. – Í fjør vunnu vit eisini fyrru hálvfinaluna, men komu so til Havnar og taptu. Tað eiga vit at læra av, so vit eru enn langt frá finaluni
Føroyar og føroyingar. Útvarpið var partur av familjuni á Tinghúsvegnum, og Jógvan vaks upp í og saman við útvarpinum og starvsfólkunum har, tá ið alt var spildurnýtt, og tá ið tað heldur enn lønin og arb [...] tók upp eftir pápan, vóru sendingarnar Vit støkka inn á gólvið. Prátini og frásagnirnar um, hvussu føroyingar hava livað og virkað á landi og sjógvi, í friðartíð og krígstíð, heima á landi og úti í stóru [...] pápanum til handa, og nú hevur hann í eini fjøruti ár varpað fótbólt og kappróður út. Í tvey ár – 1978-1980 – var Jógvan formaður í ÌSF. Millum aðrar tættir, sum Jógvan hevði hegni til og tískil nátúrliga