Jógvan Arge 60 ár

Sunnudagin 17. juni verður Jógvan Arge í Havn 60 ár.

Jógvan man eiga eina ta kendastu røddina í landinum. Hann hevur verið útvarpsmaður síðani 1970, og nú er hann eisini varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Jógvan er havnarmaður. Foreldrini eru Petra fødd Gregersen (1922) og ættað úr Syðrugøtu, og Niels Juel Arge (1920-1995), fyrrverandi útvarpsstjóri, sum var havnarmaður.

Ovarlaga á Tinghúsvegnum – yvir av gomlu telegrafstøðini - var barnaheimið hjá Jógvani, sum er næstelstur av fimm systkjum. Børnini hjá Petru og Niels Juel eru: Jórun Arge (1946), Jógvan (1947), Ólavur (1949), Suffía Eliasen (1951) og Magni (1959). Tey búgva øll í høvuðsstaðnum.

Abbin á faðirsíðuni var Óli Arge, Bil-Óli, sum var ættaður av Argjum, og omman var Malla, sum var ættað úr Vestmanna. Á móðursíðuni var omman Suffía og abbin Jógvan Elias. Tey vóru bæði úr Syðrugøtu, og í dreingjaárunum var Jógvan nógv í Gøtu.

Eftir nýmálsliga studentsprógvið í Hoydølum í 1966 fór Jógvan niður til Keypmannahavnar, har hann lærdi til journalist á tíðindastovuni Ritzau. Tá var útbúgvingin fyri tað mesta starvslæra ella praktikk og ikki so nógv skúlagongd. Jógvan hevur so ofta tikið til, hvussu nógv hann kendi seg at fáa burturúr á Ritzau.

Tað lá í kortunum, at Jógvan skuldi fara í útvarpið at arbeiða. Tað fór hann í 1970, tá ið hann var liðugur við útbúgvingina, og síðani hevur hann verið í útvarpinum.

Niels Juel var útvarpsstjóri, og tá ið Jógvan kom heim aftur, var útvarpið bara trettan ára gamalt, og harvið framvegis nýtt og við ógvuliga stórum týdningi fyri Føroyar og føroyingar. Útvarpið var partur av familjuni á Tinghúsvegnum, og Jógvan vaks upp í og saman við útvarpinum og starvsfólkunum har, tá ið alt var spildurnýtt, og tá ið tað heldur enn lønin og arbeiðsumstøðurnar vóru eldhugin og ábyrgdin fyri fremsta stovninum í tjóðarbyggingini, sum vóru drívmegin.

Nú hevur Jógvan í nógv ár verið leiðari á programmdeildini. Nógvu tey fyrstu árini var hann tíðindamaður og seinni leiðari á tíðindadeildini. Hann megnaði væl kunstin at vera poilitiskur journalistur uttan at gera seg til part av skipanini, og orð hansara vigaðu nógv, tá ið tað við døgurðaborðið og nátturðaborðið kring landið varð lurtað við andakt, tá ið hann segði frá, um tað so var um samgongusamráðingar, fiskivinnusamráðingar í Caracas og Moskva ella marknaðarsamráðingar í Brússel.

Ítróttarfrásagnirnar vóru frá tí fyrsta, eftir at útvarpið varð sett á stovn, nátúrligur partur av skránni. Sum stórur smádrongur fór Jógvan at ganga pápanum til handa, og nú hevur hann í eini fjøruti ár varpað fótbólt og kappróður út. Í tvey ár – 1978-1980 – var Jógvan formaður í ÌSF.

Millum aðrar tættir, sum Jógvan hevði hegni til og tískil nátúrliga tók upp eftir pápan, vóru sendingarnar Vit støkka inn á gólvið. Prátini og frásagnirnar um, hvussu føroyingar hava livað og virkað á landi og sjógvi, í friðartíð og krígstíð, heima á landi og úti í stóru verð og so víðari, eru perlur, sum eiga stóran týdning. Spell at hesar sendingarnar ikki longur eru á skránni í útvarpinum.

Í 1980 gav Jógvan út yrkingarsavnið 16 tættir. Í 1983 skrivaði hann saman við Niels Juel Arge Bankabókin. Sjóvinnubankin 50 ár, og síðani hevur hann skrivað og verið við til at leggja til rættis sekstan bøkur. Alt, sum Jógvan hevur latið úr hondum, er latið í sera dyggan málsligan búna.

Seinnu árini hevur Jógvan verið uppi í politikki. Síðani á nýggjárinum 2001 hevur hann umboðað Tjóðveldisflokkin í Tórshavnar býráði, og í valskeiðnum 2002-2004 var hann tingmaður. Tá ið nýggj samgonga varð skipað eftir býráðsvali í 2004, gjørdist Jógvan varaborgarstjóri.

Jógvan er giftur Maritu fødd Niclasen (1947) og ættað úr Nesi í Hvalba. Hon er útbúgvin pedagogur, og tey bæði búgva í góðum grannalagi í Tjarnardeild. Børnini hjá Maritu og Jógvani eru: Niels Juel (1966), Uni (1971) og Jóhanna (1972). Tey búgva øll í Havn. Niels Juel er búskaparfrøðingur, Uni tíðindamaður og Jóhanna løgfrøðingur. Jógvan eigur fýra abbabørn.

Føðingardagin eru Marita, sum seinni í summar verður seksti, og Jógvan burturstødd.

J