Løgreglutíðindi úr Klaksvík

Um vikuskiftið vóru løgreglumenn í Klaksvík ikki heilt arbeiðsleysir

Lyklarnir stóðu í

Fríggjamorgunin kl. 7 – tað er: áðrenn Norðoyastevnan byrjaði – varð ein persónbilur stolin í nánd av politistøðini í Klaksvík.

Sambært løgregluni hevði onkur sett bilin frá sær við lyklunum í, av teirri einfaldu orsøk at onkur annar skuldi koma eftir bilinum stutt eftir.

Tá viðkomandi skuldi fara avstað við bilinum, var eingin bilur har, tí ein triði persónur var farin avstað við honum gjøgnum Norðoyatunnilin.

Bilurin varð seinni funnin í Havn.


Visti ikki hvussu hann kom til býin

Tíðliga leygarmorgunin tók løgreglan ein mann sum koyrdi ávirkaður. Promilla hansara vísti 1,42.

Nakað seinni fekk løgreglan fatur á einum øðrum manni úr Eysturoynni, har illgruni eisini var um rúsdrekkakoyring.

Hesin maðurin var komin við bili sínum gjøgnum Norðoyatunnilin úr heimbygdini, ikki langt frá tunlinum.

Men, hvussu hann bilurin var komin til Klaksvíkar, visti maðurin ikki.


Svóvu rúsin av á støðini

Løgreglan í Klaksvík hevur fleiri ferðir verið eftir fólki, sum annaðhvørt vóru avdottin ella gjørdu øðrum ónáðir í rúsi.

Í einum føri vóru menn vorðnir rættiliga ósamdir uttanfyri Barok. Evnið teir keglaðust um var fótbóltur.

Nakað seinni kom løgreglan fram á ein mann, sum lá avdottin fram við vegnum. Í øðrum førum hava fólk gjørt smærri herverk á bilar.


Nakin á rundkoyringini

Klokkan var fáar minuttir í hálvgum eitt í nátt, tá løgreglan fekk fráboðan um ein mann sum rann nakin á rundkoyringini til Norðoyatunnilin.

Tá teir komu á staðið kundu teir staðfesta, at ein maður rann íkring her, bert ílatin undirbuksur.

Hann var ávirkaður av rúsdrekka og varð tikin inn á støðina at sova rúsin av sær. Í morgin varð hann latin leysur aftur


Húsaófriður í morgun

Seinasta punktið á døgnfrágreiðingini hjá løgregluni í Klaksvík kom kl. 04:51 í morgun.

Tá ringdi ein kona til løgregluna og boðaði frá húsaófriði í hennara egna heimi: Hon og maðurin vóru komin til ilnar um okkurt.

Sum skilst er hetta ikki fyrstu ferð at fráboðanir av slíkum slagi koma úr hesum staði.

Løgreglan fór á staðið og tosaði tey til rættis.