Sámal Erik Hentze er saman við Piotr Krakowski venjari hjá EB/Streymi. Hann er væl nøgdur við sigurin, men ávarar sínum monnum ímóti at halda, at finalusessurin er vunnin.
– Í fjør vunnu vit eisini fyrru hálvfinaluna, men komu so til Havnar og taptu. Tað eiga vit at læra av, so vit eru enn langt frá finaluni, sigur Sámal Erik Hentze.
Hann rósar sínum leikarum fyri góða viljan, teir vístu í seinna hálvleiki, sum eisini var fremsta orsøkin til sigurin.
– Vit hava eitt ov lágt botnstøði, og tað kemst av vantandi stríðsvilja, men í gjár lá hesin ikki eftir, staðfestir Sámal Erik Hentze, sum eisini heldur at sigurin var uppiborin.