Fróði og Holst sleppa upp í part

Nýtt fólk verður í fýra plássum. Andrew av Fløtum víkir úr álopinum fyri Christian Lamhauge Holst, og Fróði Benjaminsen verður miðverji fyri Jón Róa Jacobsen, sum verður vongverji

Fótbóltur

 

Leygarkvøldið framdi føroyska landsliðið eitt tað besta leikliga avrikið, sum føroyingar nakrantíð hava sýnt.

Hóast glæsiliga avrikið hevur Jógvan Martin Olsen gjørt av, at fleiri broytingar skulu gerast á føroyska liðnum, sum klokkan 17.15 í dag skal spæla á Svangaskarði ímóti Skotlandi. Harvið ber ikki til at siga annað, enn at landsliðsvenjarin vísir stórt áræði og sjálvsálit.

Tveir spælarar – Fróði Benjaminsen og Christian Lamhauge Holst – eru nýggir á liðnum, og Marni Djurhuus og Andrew av Fløtum hava fingið at vita frá venjaranum, at teir skulu sita á beinkinum, tá ið fyrsta bríkslið verður seinnapartin.

Sammett við síðsta leygarkvøld verður talan um nýtt fólk í fýra plássum ímóti Skotlandi. Tað vístu taktisku venjingarnar í dýrdarveðrinum á Tórsvølli stutt fyri døgurða í gjár. Talan var um einastu venjingina í gjár og harvið um síðstu venjingina undan dystinum ímóti Skotlandi í dag.

 

Jón Rói vongverji

Jákup á Borg, sum tað í blaðnum í gjár varð gloppað fyri kanska fór at missa plássið hesa ferð, verður miðvallari í høgru, soleiðis sum hann var tað ímóti Italia. Harvið er tað greitt, at venjararnir ikki geva Símuni Samuelsen møguleikan frá fyrsta bríksli. Men tað er einki at ivast í, at tað eftir avrikið hjá Símuni ímóti Italia, nú er lættari hjá venjaranum at geva føroyinginum í Keflavík møguleikan í øðrum borðinum ella hinum, enn tað hevur verið tvær tær seinastu ferðirnar.

Tað hevur so at siga verið greitt alla tíðina, at Fróði Benjaminsen fór at vinna pláss millum teir fyrstu ellivu, eftir at hann var leikbannaður ímóti Italia. Fróði fær plássið undir liðini á Óla Johannesen. Tað ber við sær, at tað ikki verður pláss fyri Jón Róa Jacobsen í miðverjuni.

Men landsliðsvenjarin er ikki sinnaður at senda superligu spælaran út á beinkin. Jón Rói verður hesa ferð vongverji í høgru. Hann hevur fleiri ferðir seinastu vikurnar roynt seg í hesum plássinum í AaB.

Ímóti Italia var Atli Danielsen, soleiðis sum hann hevur verið tað fleiri tær seinastu ferðirnar, vongverji í høgru. Atli verður ímillum teir fyrstu ellivu í dag, men hann verður hvørki vongverji í høgru ella miðvallari í høgru, sum tað í blaðnum í gjár varð róð fram undir, at tað var møguleiki fyri.

Atli verður vongverji í vinstru. Harvið er tað greitt, at Marni Djurhuus, sum hevur røkt vinstra vongverjan fleiri tær seinastu ferðirnar, hesa ferð verður á beinkinum, tá ið dómarin fer at bríksla fyri fyrstu ferð.

Hóast landsliðsvenjarin hevur sagt seg vera stak væl nøgdan við Marna Djurhuus og hvussu høgt botnstøði kollfirðingurin í EB/Streyma miðverjuni hevur víst, so hevur hann gjørt av at hella seg til Atla Danielsen. Atli hevur fleiri royndir í landsliðshøpi, enn Marni hevur, Atli er stinnari við vinstra beini, enn Marni er tað, og Atli er ógvuliga skjótur.

 

Býta um

Undan Italia dystinum var stórur ivi um, um tað fór at verða Andrew av Fløtum ella Christian Lamhauge Holst, sum fór at verða fremsti maður. Eitt sindur óvæntað var tað, tá ið venjarin leygardagin valdi Andrew av Fløtum til fremsta plássið.

Nú bendir nógv á, at Christian Lamhauge Holst fer at fáa møguleikan í kvøld. Talan er um einsamallan sess, og spælarin, sum røkir hann, er rættuliga í andglettinum.

Undan Italia dystinum lá tað í luftini, at Andrew av Fløtum fór at verða avloystur av Christian Lamhauge Holst. Í dag er støðan tann sama bara við mótsattum úrslitið. Tað kann væl hugsast, at Andrew fer at loysa Christian av.

Út frá hesum fer føroyska liðið at síggja soleiðis út seinnapartin í dag: Jákup Mikkelsen – Jón Rói Jacobsen, Óli Johannesen, Fróði Benjaminsen, Atli Danielsen – Jákup á Borg, Mikkjal Thomasen, Súni Olsen , Christian Høgni Jacobsen - Rógvi Jacobsen – Christian Lamhauge Holst.

Jákup Mikkelsen fer at verja føroyska málið fyri 50. ferð. Hann er áttandi føroyski spælarin, sum røkkur merkisverda dystartalið, og hann er annar málverjin, sum røkkur teimum hálvhundrað. Hin er Jens Martin Knudsen, sum nú er knýttur at landsliðnum sum málmansvenjari. Jens Martin rakk 66 landsdystum í tíðarskeiðnum 1988-2005. Jákup, sum er føddur 16. august í 1970, spældi fyrstu ferð á landsliðnum í 1995.