Hví vóru finnar bestir í PISA?

Ein donsk kanning av finsku útbúgvingarskipanini samanborin við ta donsku kann vera sera áhugaverd eisini fyri okkum. Finska útbúgvingarskipanin frá fólkaskúla og til universitetsstig hevur vakt ans um allan heimin, eftir sum Finnland lá klárt á odda í PISA-kanningini

Eilif Samuelsen

 

Er tann finska PISA-successin at finna í staklutunum?

Nógv hevur verið tosað og skrivað um tað sera vánaliga føroyska úrslitið av PISA- undankanningini. Hóast tað var ein skelkur fyri alt føroyska samfelagið, so var tað eins og fólk ikki rættiliga trúðu uppá, at føroyska skúlaverkið og næmingarnir vóru so eiðasør, sum hetta úrslitið vísti, og nakað er sjálvandi um tað.

 

Burtursæð frá Føroyum var Danmark tað Norðurlandið, sum kláraði seg vánaligast, og tað vóru danir sum vera man sera illa nøgdir við. Teir hava eisini roynt at endurskoða alla sína skúlaskipan fyri at finna fram til, hvar ið tað haltar hjá teimum, og teir hava longu sett nógv ymisk tiltøk í verk fyri at bøta um tey økini, sum mest sannlíkt eru orsøkir til vána úrslitið.

 

Føroyska skúlaverkið er so líkt tí danska í tí yvirskipaða bygnaðinum, at tað gevur góða meining hjá okkum at hyggja eftir teimum kanningum, sum teir hava gjørt fyri at finna fram til, hvar hundurin kann liggja grivin og harvið bøta um úrslitini, serliga viðvíkjandi fólkaskúlanum. Ein donsk kanning av finsku útbúgvingarskipanini samanborin við ta donsku kann vera sera áhugaverd eisini fyri okkum. Finska útbúgvingarskipanin frá fólkaskúla og til universitetsstig hevur vakt ans um allan heimin, eftir sum Finnland lá klárt á odda í PISA-kanningini.

 

Danska kanningin vísir, at finska skúlalóggávan á mangan hátt er átøk teirri donsku – tað eru nøkulunda somu yvirskipaðu endamál í fólkaskúlanum. Tað er sama floks- og fálæraraskipan, ið hvussu er í 1.-6. flokk, somu “barnacentreraðu” siðvenjur við at lata børn vera børn – og ikki pressa ov mikið nógv við royndum, testum og próvtølum í grundskúlanum (1.-6. fl.). Finskir skúlar hava eins og danskir “spæl og læring”, verkætlanardagar, story lines, flokslæraradagar o.s.fr. á skránni. Onkrir royndarskúlar eru, men teir allarflestu eru sum í Danmark meira vanligir fólkaskúlar við blandaðum undirvísingarhættum – og so finnur tú eisini í Finnlandi niðurslitnar skúlar, bygningar í órøkt og gomul avoldað undirvísingaramboð. Men allastaðni hava tey – eins og í Danmark, higartil – lagt dent á miðfirraða stýring av fólkaskúlanum – við einans leiðbeinandi lesiætlanum og royndaruppskotum frá miðfyrisitingini.

 

Til ber tí ikki at siga, at skúlabørn í Finnlandi eru meira von við testing enn donsk – og harvið heldur ikki at hevda, at tey góðu finsku, og samsvarandi vánaligu donsku, PISA-úrslitini hanga saman við, at finsk børn eru meira von við testir.

 

“Lågstadiet” og “høgstadiet”

Flestu skúlar í Finnlandi eru býttir í “lågstadiet” (1.-6.fl.) og “høgstadiet” (7.-9.fl.), ið sum oftast eru í hvør sínum bygningi. Men finsk lóggáva loyvir nú at leggja bæði stadiini saman, so tey í roynd og veru, um fysiskir og fíggjarligir møguleikar eru fyri tí, kunnu skapa ein samanhangandi eindarfólkaskúla frá 1.-9. fl. eins og í Danmark og her hjá okkum.

 

Flestu finsku lærararnir bæði á lågstadiet og høgstadiet eru universitetsútbúnir. Men verður samanborið við Danmark, so er tað soleiðis í roynd og veru, at tey finsku universitetini, sum útbúgva lærarar, eru at rokna sum uppstigað CVU-stovnar (Center for Videregående Uddannelser) – tvs. samanlagdir fyrrverandi læraraskúlar, háskúlar, skeiðsdeplar o. t. í regionalar útbúgvingardeplar, sum hava fingið nakrar granskingar- og menningaruppgávur omaná. Teir donsku CVU-stovnarnir kunnu eisini fáa “college status” gjøgnum “university college” – skipanina. Samstundis er talan um ein hóp av ymiskum mátum, ein í Finnlandi kann útbúgva seg til lærara uppá.

 

Samanumtikið kann sigast, at allir finskir fólkaskúlalærarar, á báðum stigum, hava havt eina sera grundiga útbúgving í sínum 1-2 linjufakum, sum teir hava brúkt munandi meira tíð uppá enn teirra donsku starvsfelagar. Danskir lærarar, sum eru útbúnir eftir 1997-skipanini skulu í 4 ár náa heili 4 linjufak og haraftrat eina rúgvu av grundútbúgvingartilgongdum í skúlafakum, pedagogiskum fakum og praktikk og tvørfakligum verkætlanum og bacheloruppgávu. Tey flestu finsku skúlabørnini fáa í finskum ein lærara, sum hevur fordjúpað seg í hesi lærugreinini í einum nógv, nógv størri tali av tímum. Á danskari læraraútbúgving er einans ein brotpartur av hesi tíð tøk til linjulærugreinina danskt. Tað er eingin ivi um, at hetta er ein av frágreiðingunum um tey góðu úrslitini, sum finskir næmingar fingu í t.d. lesing, matematikk og náttúrulærugreinum. Lærararnir í Finnlandi eru heilt einfalt sera væl útbúnir. Generelt betri enn teirra donsku starvsbrøður.

 

Men tá ið hetta er sagt, so er kortini nógv, sum bloytir hesa myndina av høgt kvalifiseraðum finskum lærarum. Á lágstiginum eru teir als ikki so fakserkønir, sum tann dygga útbúgvingin kundi tykist at verið. Nógvir finskir lærarar mugu har undirvísa í lærugreinum, sum teir einans hava eina stutta ella beinleiðis onga grundútbúgving hava í. Flokslærararnir mugu næstan altíð umframt móðurmálið undirvísa egna flokkinum í 2,3,4 lærugreinum aftrat, t.d. støddfrøði, ítrótti og náttúru og tøkni. Í ávísum føri eisini í fremmandamálum sum enskum og týskum, sum kortini ofta vera lisin av einum lærara við linjufaki, bachelorgrad ella kandidatútbúgving í avvarðandi fremmandamáli. Sjálv flokslæraraskipanin og tann yvirorðnaða pedagogiska hugsanin viðvíkjandi teimum yngstu flokkunum er sera lík í Danmark og Finnlandi.

 

Talan er sostatt um, at rættiliga nógv er felags í fólkaskúlapedagogikkini í londunum báðum. Kortini fær Finnland sum nevnt imponerandi úrslit í t.d PISA-kanningunum – meðan Danmark klárar seg rættiliga vánaliga. Eisini viðvíkjandi “equity” t.v.s. evnini til gjøgnum skúlan at lyfta veikar bólkar upp, eisini á hesum øki er Finnland í toppinum, meðan Danmark er í botninum. Nakað kundi týtt uppá, at finska skúlaskipanin er betri til ikki bara tað fakliga, men eisini til tað at vera “rúmlig” enn tann danska. Samstundis ofra teir í Finnlandi færri ressoursir til serundirvísing enn í Danmark. Verður hugt at teimum góðu finsku PISA-úrslitunum, so skyldast tey m.a., at tann “veiki” bólkurin er nógv minni enn í Danmark. Henda rúmligheitin til næmingar við ymsum trupulleikum t.d. málsligum er sostatt ein lykil til at skilja ta finsku PISA-succesina. Men hví megnar tann finski fólkaskúlin at lyfta veikar samfelagsbólkar upp, betri enn Danmark, og hartil við færri ressoursum?

 

Veiku næmingarnir

Í stuttum kann sigast viðvíkjandi tí at lyfta veikar bólkar upp gjøgnum fólkaskúlans undirvísing: Teir veiku næmingarnir verða ikki tiknir út úr skúlastovuni til serundirvísing. Teir fylgja øllum tímum í flokkinum og missa sostatt eingi fak og upplivingar í flokkinum. Teir finsku “problemnæmingarnir” skulu ikki, sum teir donsku, fara úr vanligu undirvísingini (við tí úrsliti, at teir missa innlæring í flokkinum) fyri í skúlatíðini at fáa serligan stuðul í einum serligum høli. Harafturímóti verður boðin teimum eyka hjálp aftan á skúlatíð- t.d. í lektiucaféum á skúlabókasavninum kl 14-16 (eingin skúlafrítíðarskipan í Finnlandi). Nógvir skúlar hava fleiri fastar “undirvísingarstuðlar” tvs. Pedagogútbúgvið fólk, sum eru á skúlanum allar teirra skyldugu arbeiðstímar – m.a. við stuðli úti í flokkunum til veikar ella atferðartruplar næmingar. Tey kunnu eisini taka vikartímar, sum ofta kunnu vera sera ørkymlandi ella kaotiskir fyri veikar næmingar. Annars hjálpa tey í tímunum í náttúru og tøkni, hjálpa í lektiucafeini seinnapartarnar á útferðum osfr.

 

Vanliga hava allir finskir lærarar 24 undirvísingartímar – eisini teir við serligum funktiónum. Tað er nógv einfaldari hjá skúlaleiðarunum, sum tí kunnu brúka sína tíð uppá at fremja pedagogikk og starvsfólkaleiðslu.

 

Tað góða við hesum undirvísingarstuðlunum er, at teir ofta koma at kenna nógvar av skúlans “tungu” næmingum sera væl. Teir fylgja teimum gjøgnum fleiri ár og kenna eins og flokslærarin bæði til fakligu, sosialu og persónligu síðurnar hjá teimum. Harvið eru teir við til at skapa tryggleika, fastar karmar “rúmligheit” rundan um hesi børn, sum í nógvar mátar eru tyngjandi og til ampa fyri bæði seg sjálv og síni umgevilsi.

 

Sum nakað nýtt hava teir roynt eina “abba-skipan” sum í royndum hevur somu ávirkan. Tað snýr seg um at brúka pensioneraðar lærarar og onnur eldri, sum sjálvboðin gera ein sáttmála um t.d. at taka lut í at undirvísa í 10 tímar um vikuna, sum eitt slag av stuðulslærarum, sum kunnu hava uppgávur eins og undirvísingarstuðlarnir. Teir kunnu við sínum royndum, yvirliti og hógv vera ein ómetaliga góð ressourca at taka til bæði fyri lærarar og næmingar í gerandisdegnum í finska fólkaskúlanum.

 

Hvat er øðrvísi

Skúladagatalið er nærum tað sama í Finnlandi sum í Danmark. Men nøkur praktisk viðurskifti eru kortini, sum eru nógv øðrvísi.

Generelt eru fleiri næmingar í flokkinum og teir hava eitt sindur fleiri undirvísingartímar, men eins og í Danmark er annars stór spjaðing viðv. floksstødd og tímatali. Finska undirvísingarmálaráðið ásetir eins og í Danmark eitt minstatal av undirvísingartímum og eitt mestatal av floksstødd. Kommunurnar og í ávísan mun teir einstøku fólkaskúlarnir kunnu so, eins og her, sjálvir avgera, í hvønn mun teir vilja brúka ressourcir at útvega næmingunum fleiri tímar ella minni flokkar.

Næmingarnir sita við einmansborð.

Flokshølini eru nógva staðni rættiliga smá.

Einmansborðini eru skúlapultar við eini stórari rúmligari skuffu, har hvør næmingur fast , alt árið kann goyma ein stóran part av sínum bókum, pappírum, amboðum o.s.fr.

Allir næmingar í Finnlandi fáa hvønn dag ókeypis tveir rættir av mati í skúlakantinuni.

Finskir fólkaskúlanæmingar fáa fleiri lektiur fyri enn danskir. Men nógvir skúlar hava lektiucafeir – t.d. á skúlabókasavninum, har børnini seinnapartarnar kunnu fáa hjálp til heimaarbeiðið.

 

Haraftrat er vert at leggja til merkis:

Donsk skúlabørn hava ofta longri og meira samanhangandi modul

Tey finsku børnini hava ofta fríkorter í 15 min. eftir hvønn undirvísingartíma.

Finsku lærararnir skulu fara við sínum flokki út í fríkorterið

Finsku børnini skulu fara út í fríkorterinum, og tey røra seg nógv í skúlagarðinum

Donsk børn kunnu vanliga vera inni í skúlastovuni í fríkorterinum Ofta eru tey ikki undir umsjón, tá ið tey sita inni

Børnini spæla nógv av teimum gomlu barnaspølunum: hoppa band, rundbólt,lakka paradis, skipaðar fangaleikir o.a. Í Danmark sita børnini ofta í flokkinum og keða seg, spæla teldu, tosa í fartelefon, eta slikk og happa hvønn annan.

 

Nógvar av hesum at síggja til smáu staklutunum hava óivað stóran týdning fyri tey góðu úrslitini hjá finska pedagogikkinum: fysiski aktiviteturin hevur positiva ávirkan, eisini á vektina, sum nógv nú verður talað um, tann ókeypis heilsugóði skúlamaturin o.a

 

Nógv onnur viðurskifti verða tikin fram í hesi kanningini, nevnast kann, at í Danmark er ikki heilt hóskandi at leggja ov stóran dent á lesibókasystem. Kann vera at tað kennist rættari at gera sítt egna undirvísingartilfar? Øðrvísi er í Finnlandi, har meta tey lesibókina sum ein týðandi part av pedagogiska virkseminum. Nú skal ein ikki halda, at henda nógva nýtslan av læribókum førir til terping og svartan skúla. Á sama hátt sum í Danmark síggjast eisini í Finnlandi nógvir ymsir mátar at undirvísa uppá- frá siðbundnari floksundirvísing til story-line og projektarbeiði. Bøkur kunnu brúkast á nógvar mátar. Men tær standa centralt – uttan mun til undirvísingarformin.

 

Ein má taka hattin av fyri tí, sum finnar pedagogiskt megna. “Nærleiki”, “tryggleiki”, “greidleiki”, “stolt yrkisføri ”, “effektiv eftirmeting”,”gott samskifti við foreldrini”, “livandi frásøgn og upplestur”, “góð heilsa”, “felagsskapur” , “samleikaskapandi siðvenja” eru positivar lýsingar fyri ein spennandi og fjølbroyttan pedagogiskan veruleika í einum grannalandi við somu grundhugsjónum um pedagogikk og útbúgving sum vit hava.

 

Og sum eg segði í innganginum, so líkjast danska og føroyska skúlaskipanin so nógv, at vit beinleiðis kunnu gera samanberingar við føroyska fólkaskúlan.

 

Niðurstøðan hjá Frans Ørsted Andersen, sum er lektari á CVU-Fyn og DPU er, at yvirorðnað eru so nógv felags drøg millum danskan og finskan skúlabygnað og pedagogiskan hugsanarhátt – at hann má leita eftir frágreiðingini til finsku fólkaskúlasucceina í eini røð av staklutum.