Steingrímur J. Sigfusson vísti eisini á tað havríkidømi, sum londini í útnorði sita á. - Her er nógv tilfeingi – ikki bara til okkum sjálvi, men eisini til onnur. Vit hava so nógv av tí, sum øðrum vantar úti í [...] varð liðugur við sína framløgu, vórðu spurningar settir honum. Fólk, sum umboðaðu Unga Tjóðveldi á flokstinginum, vildu eitt nú vita, hvussu kreppan hevur gingið útyvir viðurskiftini hjá ungdóminum. Steingrímur [...] íslendingar vilja, so er tað at vinna á Danmark í hondbólti, segði hann og brosaði. Steingrímur J. Sigfusson segði, at tá ræður um frændalond, helt hann, at Føroyar eru á fyrsta plássi millum íslendingar.
hjá Landsstýrinum at gera stórar útbyggingar í Suðuroynni. ?Tað liggur nógv á láni í Suðuroynni, tí hon er fullkomilia afturútsigld á nógvum økjum. Tað er ein veruleiki, sum vit noyðast at gera nakað við [...] framskundaður. Men tað skilst á honum, at hann ivast í, um tað eydnast at fáa politiskan meiriluta fyri tí. ? Skal tað lata seg gera, skulu nógv onnur viðurskifti telvast upp á pláss fyrst, sigur Karsten [...] onkran lut uppi á sær, tá teir komu. Men so var ikki. Tó so, teir høvdu funnið ein borðisk, sum teir høvdu tikið, men vóru so óhepnir, at teir mistu hann, meðan teir steðgaðu á einastaðni á veg upp. Slíkt
sum eitt lítið land má fokusera á einstøk økir. Men so er ikki semja um meira enn tað. Tað merkir, at vit sum eitt sera lítið land leggja okkum eftir at verða bestir á einstøkum økjum, sum so antin kann [...] ikki. Fokusið eigur at verða á at veruleikagera góð hugskot. Tí kann tað verða, at tað ikki er áræði at hava sítt egna, men heldur eginleikin at leggja til rættis, hvussu góð hugskot skulu gerast til succesir [...] biotøkni. Vit hava eitt ávíst virksemi á hesum økjum, men tað skal vaksa munandi, um tað skal verða ein berandi partur í búskapi okkara. Og er semja um at satsa á hesar vinnugreinar, eiga vit so ikki longu
Rúni. »Her eru øgiligar víddir, rólig fólk, sauna og nógv koskenkorva«, leggur Rúni skemtandi afturat. ? Tann veruleiki, at tú byrjaði so seint at syngja, hevur tað á nakran hátt komið tær til góða, ella [...] hon gongur ann. Tað er ein stór verkætlan, at spæla tílíkt inn á band, ella festa tað á digitalan teknikk. So eg haldi meg hava lært nógv av hesum eisini.« ? Er nakað nýtt ávegis? »Ja, eg arbeiði saman [...] framførdur. Eg gleði meg nógv til hetta kvøldið. »Gluntarna« eru vælumtóktir millum føroyingar, so vit fáa helst eitt fínt kvøld!« ? Í heyst gav Tutl út fløguna »Brotið«, har tú syngur. Hvussu hevur fløgan verið
Stórur partur av hækkaða íløgukarminum skal gagnnýtast á slíkan hátt, at eisini annar íløgupeningur fæst til vega. Landsstýrið veit, at bæði á mentanar- og á ítróttarøkinum eru verkætlanir, ið kundu farið av [...] so fólk við skerdum førleika fáa møguleika at gerast partur av arbeiðsmarknaðinum. Í heyst verða skipanirnar við endurbúgving og vardum størvum endurskoðaðar. Tørvur er á fleiri bútilboðum til fólk við [...] í Havn. Ein landsfevnandi endurvenjingarskipan fyri fólk við førleikatarni verður sett á stovn. Fyrsta stigið er tikið við eini royndarverkætlan á Klaksvíkar sjúkrahúsi við venjingartilboðum til børn
arbeiddi hon í handlinum, sum æt Tubbak, hjá Restorff á Hotel Hafnia. Tá ið Tubbak læt aftur, fór hon á skrivstovuna á Hafnia at arbeiða. Og eitt skifti var hon á skrivstovuni hjá Føroya Fiskasølu ovast uppi undir [...] Erling Simonsen. Óli var sonur Erik hjá Magnus Sivart. Óli var húsasmiður. Bergtóra og Óli giftust á Kirkju á páskum í 1951 í himmalsins ódnarveðri. Hjúnini fingu tvey børn, Eirik og Káru Gunnu, men longu [...] sum einkja. Hon bjóðaði lívinum av og arbeiddi nógv og hart. Tað var ikki tað plagg, sum hon ikki sjálv seymaði, bant og heklaði uppá børnini, og heima á Grønlandsvegi seymaði og vav hon alt, sum hoyrdi
sigast annað enn, at tey gomlu hava tað gott á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi í Runavík. Í øllum førum mugu vit gleðiliga staðfesta, at tey gomlu, sum búgva á heiminum, náa høgan aldur. Bara í ár eru trý [...] fuglfjarðakonan, Karin Joensen, 100 ár! Sostatt eru trý av búfólkunum á sama heimi nú farin um tey hundrað& Men søgan um høga aldurin á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi endar ikki her, tí um góðar níggju mánaðir [...] morgindagin, og tá er tað líkamikið, um tú ert ungur ella gamal. Føðingardagurin Á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi høvdu tey gjørt nógv burtur úr við at pynta og gera heimið hugnaligt til 100 ára føðingardagin
sum annars er samdur við teimum, sum peika á dygdirnar hjá Terja, eittnú evnini at halda fjøldini á kóki. Tónleikarar ganga aftur Formaðurin í Fut peikara annars á, at nú eru fleiri tónleikarar, sum ganga [...] hálvfinaluplásið langt innan farið var á pall. Fyri mong var bert spurningur um, hvørt Kristleif ella Braquet ? sum fyrr hava verið í finaluni ? skuldu fylga honum. Hvussu glaður Terji var fyri henda tá so [...] sinniliga bað hann øll bíða til dómarar høvdu sagt sítt, tá ÚF fekk orð á hann eftir framførsluna. Tað vóru góðir bólkar, sum fóru á pallin leygarkvøldið og eisini vit, sum ikki vóru í Fuglafirði hesaferð
Ålesund. Nú nýggja sniðið er komið á marknaðin, er leiðarin á menningardeildini hjá Spilka komin til Føroya at greiða frá hesi nýggju vøruni. Heðin Poulsen, stjóri á Vatnsoyra Snikkaravirki sigur, at virkið [...] sjálv útsjóndin broytt nakað, sigur Heðin Poulsen, stjóri á Vatnsoyra Snikkaravirki. H-vindeygað, ella Husmor, sum tey flestu kenna tað, verður gjørt á Vatnsoyra Snikkaravirki. Og nú vindeygað fær eina and [...] kapping seinnu árini, nú síðan Internetið rættiliga er komið í drift. Líkt er til, heldur hann, at fólk leita á Netinum og har finna eitthvørt, sum fæst til lagaligar treytir. Men hann skundar sær at leggja
savnaðu øll hesi fólkini sínar tankar um at gera púrt einki. Fólk lógu fyri tað mesta og sólaðu sær við svimjihylin á hotellinum ella á strondini. Fólk lógu undir sólini, meðan tey drukku øl, prátaðu, lósu, [...] okkum, tá eitt stórt og trivaligt konufólk leyp á bláman. Á strondini lógu turistarnir dagin á tamb. Tann tóma hvíta sandstrondin broyttist longu kl. 9.00 á morgni til eitt hav av turistum. Sum dagurin leið [...] at liggja á einari luftmadrassu á havinum. Kenna lívið á aldunum skvatla undir sær og sólina hita kroppin....inntil onkur villur tannáringur sjálvandi sendir ein svimjibólt beint í høvdið á tær, ella onkur