Edvard Joensen
Myndir: Jens Kr. VAng
Góða, gamla, vælkenda H-vindeygað fær nú nýtt snið. Gamla vindeygað í nýggja búnanum verður marknaðarført á Hotel Vágum í hesum døgum.
Vindeygað, sum melur innan í rammuni, hevur verið gjørt úr timbri øll árini. Men nú fer Vatnsoyra Snikkaravirki at klæða timbrið við aluminiumi uttan. Eisini verða liggivindeyguni broytt soleiðis, at nú fer at bera til at lata tey upp eftir síðuni, soleiðis at ramman kann læsast í eini støðu, har vindeygað stendur sum eitt vanligt vindeyga við hongslum. Tó ber til at fara víðari soleiðis, at ramman melur runt og tað, sum vendi út, vendir inn.
Eisini verður sjálv útsjóndin broytt nakað, sigur Heðin Poulsen, stjóri á Vatnsoyra Snikkaravirki.
H-vindeygað, ella Husmor, sum tey flestu kenna tað, verður gjørt á Vatnsoyra Snikkaravirki. Og nú vindeygað fær eina andlitslyfting, verður skipað fyri upplýsingartiltaki fyri teimum, sum dagliga selja og arbeiða við vindeyganum.
Heðin Poulsen, sigur, at teir hava valt at bjóða serligum áhugabólkum til hetta tiltakið. Slíkum sum timburhandlum, byggimeistarum, arkitektum o.s.fr. Hetta tí roknað verður við, at hesi hava eina meining um vindeygað og kanska okkurt gott ráð eisini.
Økt kapping
Hóast H-vindeygað í áravís hevu verið brúkt í Føroyum, er neyðugt at hava slík tiltøk av og á, sigur Heðin Poulsen. Marknaðurin skal røkjast alla tíðina, og kappingin, sum altíð hevur verið, er bara harnað seinnu tíðina.
Vatnsoyra Snikkaravirki eigur eisini plastvirkið Føroya Glugga í Miðvági, har tey gera plastikvindeygu. So tey í Vatnsoyrum eru rættiliga væl við, tá tað ræður um at síggja nakað út.
Heðin Pouslen sigur, at tey hava merkt økta kapping seinnu árini, nú síðan Internetið rættiliga er komið í drift. Líkt er til, heldur hann, at fólk leita á Netinum og har finna eitthvørt, sum fæst til lagaligar treytir.
Men hann skundar sær at leggja aftrat, at tað ofta vísir seg at hanga okkurt annað uppi við lágar prísir. Ein týðulig ábending á, at dygdin er ikki tann, hann heldur Vatnsoyra Snikkaravirki vera ført fyri at geva.
Stjórin á Vatnsoyrar Snikkaravirki sigur, at hann kundi hugsað sær at vitað, hvar virkið flýtur í mun til samlaðu vindeyganýtsluna í landinum. Hann hevur roynt at fáa tøl, sum vísa nýtsluna, men tað ber ikki til, sigur hann. Tað einasta, atkomiligt er, eru nøkur tøl frá Hagstovuni, sum siga, hvussu nógva vekt av vindeygum, føroyingar flyta inn árliga.
»Og tað kann ikki brúkast til so nógv«, heldur Heðin Poulsen.
Av tí sama er ilt at meta um, hvørt virkið hevur størri ella minni part av samlaðu søluni.
Heðin Poulsen sigur tó, at í 1999 var ein rímuligur vøkstur í mun til 1998. Framleiðslan av plastikvindeygum vaks við 18%, meðan tað vórðu gjørd 24% fleiri timburvindeygu í 1999 í mun til 1998.
Framtakið
Upplýsingarframtakið, Vatnsoyra Snikkaravirki skipar fyri um dagarnar, er sjálvandi ætlað sum sølufremjandi, sigur Heðin Poulsen, stjóri á Vatnsoyra Snikkaravirki. Hann sigur, at virkið fyrr hevur verið við á ymsum sølustevnum. Men tá hevur tað sjálvandi verið undir treytum, tey ikki sjálv hava rátt fyri.
Hesaferð hava tey valt at hava eina meira »ekslusiva« kunning, har høvið verður hjá fakfólki at fáa nágreiniliga kunning við rundvísing og fyrilestrum. At tað eru fakfólk, sum siga frá, ger fyrilestrarnar nokk so tekniskar, og av tí sama høvdu teir kanska verið óáhugaverdir hjá vanligum fólki, heldur Heðin Poulsen.
Gunnar Hoydal, arkitektur, hugleiðir um gluggar, glas og vindeygu í føroyskari bygging upp gjøgnum tíðina.
Slíkar hugleiðingar kunnu sveima víða, og Heðin Poulsen greiðir frá, at Gunnar í sínum fyrsta áhugaverda innleggi millum annað var ein túr framvið, tá glasið varð uppfunnið.
Eitt vindeygað er sjálvandi ikki bara ramman, so stjórin á Termovirkinum í Havn, Djóni Ziska er eisini við og sigur frá muninum millum vanligar termorútar og og orkurútar. Serliga við atliti at fyrimununum við hesum seinnu.
Vatnsoyra Snikkaravirki hevur øll árini gjørt vindeyguni í samstarvi og við loyvi frá fyritøkuni Spilka as í Ålesund. Nú nýggja sniðið er komið á marknaðin, er leiðarin á menningardeildini hjá Spilka komin til Føroya at greiða frá hesi nýggju vøruni.
Heðin Poulsen, stjóri á Vatnsoyra Snikkaravirki sigur, at virkið hevur gjørt íløgu í eina sproytuskipan, soleiðis at nú sleppa tey undan at mála rammurnar. Hann hevur ikki hug at seta tal á íløguna, men sigur tó, at hon er stór í teirra verð.