Heimsins besta talvland  ein samfelagsbúskaparstrategi

Bogi Eliasen, cand.scient.pol


Seinastu árini hava vit sæð eina støðuga gongd, har ar­­beitt verður við at leggja ein leist fyri Føroyar.
Talan er bæði um vinnliga, útbúgvingarliga og ikki minst altjóða. Partar av hes­um eru komnir fram í Hvítu Bók, Vinnurítum og 2015 málunum. Hóast semjurnar ikki altíð tykjast breiðar, so er tó semja um, at Føroyar sum eitt lítið land má fokusera á einstøk økir. Men so er ikki semja um meira enn tað. Tað merkir, at vit sum eitt sera lítið land leggja okkum eftir at verða bestir á einstøkum økjum, sum so antin kann verða lokomotivið at betra onnur økir við eisini, ella sum letur dyr upp og vinnur pening inn, soleiðis at onnur økir kunnu fíggjast til at hava minst sama støðið sum lond, vit samanbera okkum við.
Røttu hugskotini
Langtíðarætlanir at røkka slík­um málum mugu hyggja eftir øllum pørtum í samfelagnum og meta um hvar neyðugt er at betra seg, og um hvørjar betringar geva størsta íkastið til heildarúrslit. Tað skal við øðrum orðum ein beinhørð raðfesting til. T.d. kann tað verða, at broytingar av fólkaskúlanum kunnu hava størri ávirkan, enn stórar íverksetanarskipanir, eins væl og tað kann verða øvugt. Vit hava t.d. nógvu seinastu árini sæð, at Føroyar klára seg sera væl í business games kappingum og at hugflogið er stórt, tá handilsskúlarnir hava ung virki kappingar. Um talið av smávirkjum í Føroyum er ov lítið, veit eg ikki. Fokusið eigur at verða á at veruleikagera góð hugskot. Tí kann tað verða, at tað ikki er áræði at hava sítt egna, men heldur eginleikin at leggja til rættis, hvussu góð hugskot skulu gerast til succesir, sum er tað ið skal til.
Eginleikarnir
Politiskt og vinnuliga tyk­ist tað verða ein semja um, at tað er rætt at satsa uppá kunningar- og sam­skiftis­tøkni og biotøkni. Vit hava eitt ávíst virksemi á hesum økjum, men tað skal vaksa munandi, um tað skal verða ein berandi partur í búskapi okkara. Og er semja um at satsa á hesar vinnugreinar, eiga vit so ikki longu í fólka­skúlanum at leggja okk­um eftir at styrkja egin­leikar, sum tørvur er á í hes­um vinnugreinum?. Tað krevur t.d. matematiskan log­iskan sans, strategi, tolni, umhugsni og at talv eisini gevur vinnaramentan.
Talv á skema?
Spurningurin er so um all­ar lærugreinar skulu broyt­ast. Kanska, men ikki neyðturviliga. Grund­leggjandi eginleikar kunnu kanska lærast aðrar vegir. Amerikumenn hava leingi sagt learning by playing, og tað er kanska ein betri máti enn turr innlæring viðhvørt. M.a Peter Dauvergne, hevur víst á, at talvfrálæra ger at børnini klára seg betri. Hetta verður eisini stuðla av fleiri samanberandi kanningum í USA av næmingum sum fáa og ikki fáa talvfrálæru. Spurningurin er um ikki vit høvdu fingið fleiri av ynsktu eginleikunum í fólka­skúlafrálæruna við at hava talvtímar. Talan kundi t.d. verið um at man í triðja flokki hevði talv á skránni hvørja viku eins og ítrótt og evning. Møguleikarnir er stórir fyri at næmingarnir kunnu gera meira við tað sjálvir, tí nógv verður telva í Føroyum, fleiri talvfeløg eru og lætt er at finna talvspøl á alnótini at spæla ímóti. Talan er eisini um eitt altjóða spæl, sum kring allan heim gevur virðing.
Altjóða elita
Um vit taka ítróttina, so er flestu samd um, at møgu­leikin fyri at fáa ein altjóða elituíðkara er størstur, har talan er um einmansleik, og kanska minstur har liðini eru størst.
Føroyar eru soleiðis hátt­aðar, at talv er ein samrunnin partur av mentanini. Talv er ein relativ stór ítrótt í Før­oy­um og hevur stóran áhuga millum føroyingar. Hetta er eitt spæl, sum ikki krevur annað enn eitt bretti og fólk og kann tí spælast allastaðni og til allar tíðir, uttan stórvegis íløgur.
Vit hava sæð seinastu dag­ar­nar, at vit hava ungar evnaríkar telvarar á bæði og kvinnu og mannssíðuni, har Herborg Hansen og Helgi Dam Ziska hava víst styrki.
Altjóða úrslit
Um vit sum tjóð skulu leggja eftir einari ávísari ítrótt fyri at fáa góð altjóða úrslit, so er talv leikurin. Vit hava sterka talvmentan, við okkara framkomna ferðslu­netið er lætt at halda landakappingar, eisini fyri børn. Spælið krevur ikki nógv, uttan frið! Vansin í mun til vanliga kropsliga ítrótt er, at telving ikki er stimbrandi fyri fysisku heilsuna, men hinvegin so styrkir telving áðurnevndu eginleikar og tað er eisini vorðin ein partur av yrkistelving at vera væl fyri kropsliga.
Búskapur
Í dag eru tað bert bestu telv­ararnir, sum vinna góðan pening. Men talv er eitt spæl, sum er vaksið munandi seinastu árini, og tí kann tað verða ein spurningur um tíð áðrenn talv eisini gerst meira búskaparliga áhugavert enn tað er nú. Ikki bert í beinleiðis vinningi fyri telvarar, men eisini í umsetningi.
Reklama, software
Talan er m.a. bæði um reklamur á talvheimasíðum, men eisini um støðuga menn­ing av software til talv teld­ur og talvtelduspøl, sum kann hugsast at gerast ein nógv størri vinna enn hon er í dag, um spælið heldur áfram við at vaksa. At vit hava úrmælingar sum kunnu, er Simprentis væl eitt dømi um. Um talv heldur fram við at vaksa í skúlum, verður eftirspurningurin á pedagogiskum frálærutilari eisini stórur.
Raðfesting, støðufesti og lang­skygdað mál eru al­neyð­ugir politiskir eginleikar, um vit skulu klára okkum millum tey bestu. Tað merkir eisini, at vit skulu lata okkara ungu ættalið væl í, og har kann talv hevja fram eginleikar sum vit ynskja okkum. Vit eru væl við í talvi, hava góðar umstøður til talv og hugsast kann at ymiskt í sambandi við telving kann kasta væl av sær búskaparliga komandi árini. Tí kann talv verða eitt øki, sum kann geva okkum góð ítróttarúrslit, og harvið gra Føroyar kendari, styrkja ynsktar eginleikar í skúlanum og geva búskaparligt íkast, um vit eisini leggja okkum eftir at veita tænastur til tann ídna, sum er knýttur at telving. Talv verður ikki høvuðsvinna okkara, men kann styrkja samfelagið á fleiri økjum. Málið kann tí verða at vit skulu hava eitt ávísttal av stórmeistarum í 2015 og og annars verða tað land sum per íbúgva er heimsins besta talvland.