Krás fyri tónleikarar

Síðsta undanumfarið í Prix Føroyar 2005 var leygarkvøldið og tvey tey síðstu nøvnini komu á listan millum tey, sum fara á pall við hálvfinaluna í Trongisvági tann 2. apríl. Tvey kend nøvn, Terji og Kristleif, komu víðari og saman við teimum millum aðrar tónleikararnir Arnold og Rógvi, sum harvið leika í trimum bólkum í hálvfinaluni. Nýtt er, at 1. apríl verður konsert við nøkrum av bólkunum, sum ikki eru komnir víðari, upplýsir formaðurin í FUT

 
Konsertframførslur eru nú einaferð nakað fyri bæði eygu og oyru. Ein uppliving, ið ein eigur at uppliva á staðnum, um allir sansir skulu fáa sítt.
                      Men fyri okkum, sum sótu við útvarpslurtið leygarkvøldið, gjørdist síðsta undanumfarið í Prix Føroyar kappingini 2005 ikki so galið. Tónleikurin var nevniliga sum heild á høgum støði í mangar mátar. Ikki minst tekniskt. Nógvir smálutir at leggja til merkis í spæli og útsetingum.
                     
Kristleif og Terji
Kristleif Zachariassen og Terji Rasmussen komu víðari í hálvfinaluna. Terji var av teim flestu útnevndur til annað hálvfinaluplásið langt innan farið var á pall. Fyri mong var bert spurningur um, hvørt Kristleif ella  Braquet ? sum fyrr hava verið í finaluni ? skuldu fylga honum. Hvussu glaður Terji var fyri henda tá so veruleikafjara heiður er ivasamt, men sinniliga bað hann øll bíða til dómarar høvdu sagt sítt, tá ÚF fekk orð á hann eftir framførsluna.
                      Tað vóru góðir bólkar, sum fóru á pallin leygarkvøldið og eisini vit, sum ikki vóru í Fuglafirði hesaferð, men lurtaðu við hús, kundu njóta vælspældan tónleik. Melodiøsan tónleik og tónleik á høgum tekniskum støði.
 
Guff fyri tónleikarar
Ein teirra, sum var á staðnum leygarkvøldið, og sum hevur verið til øll undanumførini, var Kaj Johannesen, formaður í FUT.
                      Kaj er ivaleysur, tá hann svarar, hvat hann helt um umfarið leygarkvøldið.
- Ein væntaði sjálvandi eitt sindur, tí sera stór nøvn og góðir tónleikarar fóru á pallin.  Har hevði tí Magnus (Johannesen, blðm.), sum eittnú var við til útgávuna við Føstufressum, sum er kosin ein hin besta. Har høvdu vit Hjalta (Joensen, blðm.), sum jú telist millum guitarúrmælingarnar og er ein hin besti rockguitarleikarin í landinum. Og har høvdu vit Arnold Ludvig og Rógva á Rógvu, eina væl ankraða rútmudeild. Menn, sum liva av at spæla bass og trummur. Og sum heild gjørdist kvøldið eisini ein jalig uppliving, sigur Kaj Johannesen.
                      - Tekniskt vóru allir bólkarnir væl fyri. Kristleif var melodiøsur og stílurin friðarligur og ?laid back?. Braquet kenna vit og tónleikurin var væl spældur. EGR2PLZ spældu væl og høvdu vant. Og sum heild hoyrdist, at allir tónleikarar høvdu vant. Karl Anton og hansara fólk skuldi ein síggja. Hetta var festligt og nakað fyri eygu og oyru. Synarchy var rockurin. Og Terji og hansara menn høvdu spennandi útsetingar og hetta var guff fyri tónleikarar. Slíkt dámar altíð tónleikarum at hoyra, men sum eg eisini segði hetta kvøld, so er ikki altíð so víst, at hetta er nakað fyri dómararnar, tí tað kann kanska gerast ov nógv fyri teir, sigur Kaj.
                      Men Kaj var ikki millum teirra, sum vildi útnevna vinnarar undan kappingini leygarkvøldið.
                      - Eg helt ikki nakað var avgjørt frammanundan, og heldur ikki, tá eg hoyrdi alt tilfarið, sigur Kaj, sum annars er samdur við teimum, sum peika á dygdirnar hjá Terja, eittnú evnini at halda fjøldini á kóki.
 
Tónleikarar ganga aftur
Formaðurin í Fut peikara annars á, at nú eru fleiri tónleikarar, sum ganga aftur við hálvfinaluna í Trongisvági. Teir somu í trimum av seks bólkum.
                      - Fyri nøkrum árum síðani var ónøgd millum tónleikarar um, at tónleikarar sluppu ikki at taka lut í kappingini við fleiri bólkum. Síðani varð avgjørt, at tað skuldi bera til, um bert sangarin ikki var hin sami. Nú sæst so hvat kann spyrjast burturúr, vísur kaj á, uttan at hann harvið vil siga, hvørt hetta er gott illa ringt, men hetta er eftir egnum ynski frá tónleikarunum, leggur hann dent á.
 
Konsert í TB húsininum fyri 1. apríl
Nakað nýtt í meldrinum av Prix tíðindum er, at kvøldið innan hálvfinaluna verður ein konsert við bólkum, ið ikki komu víðari til hálvfinaluna.
                      Kaj Johannesen sigur, at 1. apríl verður konsert í TB húsinum, har nakrir av bólkunum, sum ikki komu víðari til hálvfinaluna, verða við. Tveir teirra eru Braquet og EGR2PLZ.
                      - Hetta er nakað, sum er avgjørt fyri langari tíð síðani og húsið er leigað og alt fyriskipað, sigur Kaj. Harvið verður talan um rættuligt tónleikavikuskifti í Suðuroynni fyrst í apríl. Konsert 1. apríl og prix hálvfinala 2. apríl í Trongisvági.