Suðuroyggin verður ikki við sviðusoð, um Løgtingið tekur undir við uppskotinum til eina 10 ára verklagsætlan, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, er í ferð við at gera fyri útbyggingar í føroyska samfelagnum fram til 2010.
Tí eftir uppskotinum hjá Karsteni Hansen skulu hundraðtals milliónir brúkast til útbyggingar í Suðuroynni.
Fíggjarmálaráðharrin sigur, at tað sampakkar væl við endamálið hjá Landsstýrinum at gera stórar útbyggingar í Suðuroynni.
?Tað liggur nógv á láni í Suðuroynni, tí hon er fullkomilia afturútsigld á nógvum økjum. Tað er ein veruleiki, sum vit noyðast at gera nakað við.
? Harumframt er so lítið byggivirksemi í Suðuroynni frammaundan, at tað er ongin vandi fyri at búskapurin verður ov heitur, um arbeiði verður sett í ígongd í Suðuroynni.
Talan er fyrst og fremst um tvær stórar ætlanir, sum ætlanin er at seta í verk í Suðuroynni.
Í fyrstu syftu er talan um at byggja nýtt strandfaraskip at sigla ímillum Suðuroynna og Havnina fyri Smyril, sum tíðin nú er farin frá, sum sum nú syngur sín svanasong.
Í øðrum lagi skjýtur Karsten Hansen upp at gera farleiðina ímillum Øravík og Hov tíðarhóskandi.
Og tað skal gerast við tunli undir Hovsegg ímillum ímillum báðar bygdirnar.
Og Karsten Hansen dylir ikki fyri, at hann heldur ,at tað er suðuroyarskipið, sum skal raðfestast fremst.
Hann sigur, at ætlanin er at fara undir at byggja nýggjan Smyril komandi ár og hann skal verða liðugur í 2004.
Eftir ætlanini verður nýggi Smyrilin 115 metrar langur og hann skal sigla um 21 míl. Sostatt fer hann at hava gott hálvan annan tíma ímillum Tvøroyri og Havnina.
Men áðrenn skipið er liðugt, tvs í 2003, skjýtur landsstýrismaðurin upp at byrja uppá tunnilin ímillum Øravík og Hov.
Og á langtíðar verklagsætlanini, sum hann nú fer at leggja fram, fer hann samstundis at skjóta upp, at byrjað verður at seta pening av til endamálið á fíggjarlógini fyri 2003, og at hildið verður fram til arbeiðið er liðugt.
Karsten sigur, at tað kundi verið gagnligt at hesin tunnilin varð framskundaður.
Men tað skilst á honum, at hann ivast í, um tað eydnast at fáa politiskan meiriluta fyri tí.
? Skal tað lata seg gera, skulu nógv onnur viðurskifti telvast upp á pláss fyrst, sigur Karsten Hansen.
Umframt hesar báðu stóru verkætlanirnar, er tað eisini ætlanin at seta 21 milliónir av til at byggja studentaskúlan í Suðuroynni út fyri.
Sum vit greiddu frá í blaðnum í gjár er ætlanin at seta peningin av í trý ár, frá 2001 til 2003.
Gera nýggja ferjulegu í Kalsoy
Tey komandu árini skal eisini nýggj ferjulega gerast í Kalsoynni.
Tað framgongur av teirri nýggju 10 ára verklagsætlanini, sum landsstýrismaðurin í fíggjamrálum arbeiðir við.
Karsten Hansen sigur, at nú vegirnir í Kalsoynni verða lidnir í ár, er tíðin eisini komin at hugsa um eina betri ferjulegu í oynni, so at tað fer at liggja betri fyri at sleppa til og frá.
Eisini vegurin til Syðradals er gjørdur, so nú er ætlanin at gera eina ferjulegu í Syðradali.
Talan skal vera um eina ferjulegu, sum Dúgvan ella Ternan kunnu brúka.
Í ár eru 400.000 krónur settar av at projektera ferjulegu í Syðradali fyri.
So tey bæði komandu árini skjýtur landsstýrismaðurin upp at seta tilsamans 15 milliónir av til sjálva ferjuleguna.
Annars er tað eisini ætlanin at gera ferjuleguna í Skopun lidna.ig;ddin er so umráðandi. Tí tað er sera tungt at hanga í einum enda einastaðni í miðum sjógvi, meðan streymurin alla tíðina vil fara avstað við tær. Tí er umráðandi, at rímiliga friðaligt eisini er upp og niður.
Bíðað varð í spenningi fyri at vita, um teir kanska høvdu onkran lut uppi á sær, tá teir komu. Men so var ikki.
Tó so, teir høvdu funnið ein borðisk, sum teir høvdu tikið, men vóru so óhepnir, at teir mistu hann, meðan teir steðgaðu á einastaðni á veg upp.
Slíkt hendir, og verður bara tikið við í ætlanina sum tað, tað er, segði verkætlanarleiðarin og ypti øksl.
Dreymurin
Hetta var bara dreymurin, sum gekk út, sigur Heri Andreasen, sum er tann, ið leiðir verkætlanina við Jólaskipinum.
Hann sigur, at ætlan teirra frá fyrstan tíð var at finna skipið og filma tað. Bar so til at fáa eitthvørt upp av skipinum, var hetta bara ein frálíkur síðuvinningur at fáa.
Og vinningin hava teir nú fingið, fegnast hann um. Tó verður farið einaferð aftrat niður aftur, áðrenn givist verður á hesum sinni. So er spenningurin mest um, hvørt teir finna klokkuna ella ikki.
Ein kassa hava teir sæð, sum teir hava verið serliga áhugaðir í at fáa latið upp. Tosað hevur verið um, hvørt tað mundi vera ein pengakassi. men tað heldur Heri Andrasen ikki, at tað er. Hesin kassin líkist nógv teimum lóðurkassunum, teir hava sæð á trolaranum Lincoln City, sum varð bumbaður og sakk í Nólsoyarfirði. Og tí verður mett, at í hesum kassanum eisini er lóður, sigur hann.
Menn koma upp aftur ein fyri og annar eftir. Teir verða tiknir inn, og útgerðin loyst av teimum. Tó sleppa teir ikki luftslangunum heilt, men verða liggjandi slættir eina góða løtu við lungaautomatunum tilsettum.
Men so er eisini tíð at fegnast um fongin. Og tað gera teir veruliga. Ynskja hvør øðrum tillukku og verða avmyndaðir.
Meðan bíðað hevur verið eftir, at kavararnir skuldu koma uppaftur, hevur fólkið á skipinum havt tíð at fingið sær ein bita og hugt at umstøðunum annars. Skaddan á Havnartindi er bara síðkað, og nú eru glaður at síggja inn móti Viðoynni.
Tosað varð um, at tað var kanska eitt sindur langligt at ganga her fyri einki. Rættari hevði verið at havt snørið við. Men tað gerst einki við tað nú.
At kavingin í Fugloyarfirði hevur áhuga millum fólk sást, tá komið varð aftur at landi. So hvørt sum Dragaberg tók seg norður gjøgnum Hvannasund, vaks mannamúgvan á bryggjuni í Norðdepli. Og tá lagt varð at, var bryggjan loðin av fólki.
Tey vildu síggja og meta um, hvat tað var, sum funnið var. Hvussu tað sá út, og um tað mundi hava nakað virði.