Hennara fulla navn er Malan Bergtóra. Tey flestu siga Bergtóra. Summi fólk úti í Grønlandi, har um vegir, sum hon býr, siga Begga. Tað vóru serliga øll tey hjá Mikkjali í Grønlandi, og Begga hongur við enn.
Bergtóra er ættað av Kirkju í Fugloy, her hon yvirhøvur varð rópt Berga. Hon er dóttir Karolinu (f. Zachariasen) og Gulak Matras, sum bæði vóru av Kirkju. Bergtóra var yngst av fýra systkjum, trimum gentum og einum dreingi.
Longu fýra ára gomul fór hon til Havnar í kostskúla hjá nonnunum, tí mamma hennara var so ring av sukursjúku, at hon noyddist at leita sær heilsubót millum annað í Danmark. Bergtóra gekk í skúla og búði hjá nonnunum í hálvtriðja ár, her hon eisini var við í skótaliðnun hjá teimum. Skótaliðið æt KUP - Kristelige unge piger.
Hon fór til Fugloyar aftur at ganga í barnaskúla, og haðani fór hon til Klaksvíkar at ganga í skúla.
Eftir loknað skúlatíð fór hon aftur til Havnar, millum annað til at tæna sum so mangar ungar gentur tá á døgum. Við sær úr Fugloy hevði hon ein framúrskarandi handligan førning, tí mamma hennara, Karolina, var tiltikið dugnalig til hendurnar. Bergtóra seymaði og heklaði og bant og vav. Í Havn lærdi hon víðari at veva hjá Bergljót av Skarði, og eitt skifti seymaði hon hjá Sigurskjold, skraddara. Bergtóra hevði eisini íbornan musikalitet við sær. Hon spældi bæði orgul og violin, ja, hon spældi enntá til okkurt brúdleyp.
Í 1947 fór Bergtóra til Danmarkar at arbeiða hjá Lukas Stiftelsen. Hon ætlaði at læra til jarðarmóður. Jarðarmóðurskúlin tók til skiftis ein næming inn um árið úr ávikavist Grønlandi og Føroyum, men hetta árið, meðan Bergtóra arbeiddi hjá Lukas Stiftelsen og bíðaði eftir at sleppa inn á jarðarmóðurskúlan, doyr Gulak, pápi hennara, so hon noyddist heimaftur til Føroya.
Í 1949 hitti hon Óla Simonsen, beiggja Marner, Oluf og Erling Simonsen. Óli var sonur Erik hjá Magnus Sivart. Óli var húsasmiður. Bergtóra og Óli giftust á Kirkju á páskum í 1951 í himmalsins ódnarveðri.
Hjúnini fingu tvey børn, Eirik og Káru Gunnu, men longu í 1957 doyr Óli, og Bergtóra sat eftir sum einkja. Hon bjóðaði lívinum av og arbeiddi nógv og hart. Tað var ikki tað plagg, sum hon ikki sjálv seymaði, bant og heklaði uppá børnini, og heima á Grønlandsvegi seymaði og vav hon alt, sum hoyrdi til eitt heim. Úti arbeiddi hon í handlinum, sum æt Tubbak, hjá Restorff á Hotel Hafnia. Tá ið Tubbak læt aftur, fór hon á skrivstovuna á Hafnia at arbeiða. Og eitt skifti var hon á skrivstovuni hjá Føroya Fiskasølu ovast uppi undir takinum í Føroya Banka.
Í 1964 giftust Bergtóra uppaftur við Frits Jacobsen, Frits hjá Gøtu-Anthon. Frits búði í Hornabø í Havn. Tey fingu tveir synir saman, Frits og Anthon, men hjúnunum, Bergtóru og Frits, untust ikki trý ár saman, tí Frits doyði í 1967, og aftur sat Bergtóra eftir sum einkja.
Hon flutti út aftur í Grønland at búgva í húsunum, sum Óli, fyrri maður hennara, hevði smíðað. Bergtóra stríddist og strevaðist, og væl lá fyri, um tað so var at fletta.
Synirnir, Frits og Anthon gingu ongantíð í barnagarð, tí Bergtóra passaði teir sjálv, samstundis við at hon passaði onnur børn, alt ímeðan hon bant skipstroyggjur at selja. Seinnapartin og um kvøldið vaskaði hon í Kommunuskúlanum. Hennara seinasta starv var á Frímerkjadeildini á Argjum hjá Postverki Føroya, her hon arbeiddi, til hon 67 ára gomul fór frá sum pensjónistur.
Øll hesi árini hevur Bergtóra verið sera virkin. Hon var við í Sjómanskvinnuringinum og hevur helst ikki tal á, hvussu nógvar skipstroyggur og hosur, hon hevur bundið sum jólagávur til sjómenn. Hon var við í Kvinnufelagnum í Mettustovu. Hon eigur sín fasta sess í Vesturkirkjuni og í Meinigheitshúsinum við Tinghúsvegin og ikki at gloyma hevur hon trúliga tænt KFUK í Havn.
Nettupp sambandið við KFUK fekk børn hennara at spyrja, um hon ikki kundi sleppa at halda 80 ára føðingardagin á KFUK. Her játtaðu tey alt fyri eitt, og tað er á KFUK, at Bergtóra tekur ímóti hósdagin, 15. desember, frá klokkan 11 til 15. Her væntar hon at bjóða mongum gestum vælkomnum, ikki minst sínum tíggju ommubørnum og fýra langommusynum.
S.