Høgur aldur
Ikki kann sigast annað enn, at tey gomlu hava tað gott á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi í Runavík. Í øllum førum mugu vit gleðiliga staðfesta, at tey gomlu, sum búgva á heiminum, náa høgan aldur.
Bara í ár eru trý av búfólkunum farin um tey 100, og fellir eingin frá næstu stívliga níggju mánaðirnar, verða tey, sum farin eru um tey 100, heili fýra í tali!
Karl Jacob Sigvardsen, ættaður frá Gjógv, fylti 100 ár, 27. februar í ár, og 16. august í ár fylti leirvíkskonan, Frida Jacobsen, eisini 100 ár.
Og nú seinasta leygardag, 10. september, fylti fuglfjarðakonan, Karin Joensen, 100 ár!
Sostatt eru trý av búfólkunum á sama heimi nú farin um tey hundrað&
Men søgan um høga aldurin á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi endar ikki her, tí um góðar níggju mánaðir, nevniliga 27. juni komandi ár, fyllir Jacob Hansen, sum er ættaður av Glyvrum, eisini 100 ár.
Eingin kennir morgindagin, og tá er tað líkamikið, um tú ert ungur ella gamal.
Føðingardagurin
Á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi høvdu tey gjørt nógv burtur úr við at pynta og gera heimið hugnaligt til 100 ára føðingardagin hjá Karini Joensen leygardagin.
Men tað var ikki bara heimið, sum var pyntað. Tað vóru búfólkini, sum øll vóru við til borðhaldið, so sanniliga eisini.
Øll konufólkini høvdu gjørt sær hárið, og bæði kvinnur og menn høvdu latið seg í góð klæði, tá ið hátíðarløtan byrjaði klokkan 15 leygardagin.
Tað var familjan hjá Karini, Eysturoyar Røktar-og Ellisheim og Fuglafjarðar kommuna, ið saman vóru vertir við 100 ára føðingardagin, har eitt nú almenn umboð, stýrislimir fyri heimið og umboð fyri bý-og bygdaráðini í Eysturoy vóru boðin at koma á gátt at heilsa Karini.
Annars varð føðingardagurin skipaður sum "opið hús".
Borðreitt varð fyri 200 fólkum til smyrjibreyð og køkur, men hetta var ov lítið, og tí varð neyðugt at seta tvey borð upp aftrat.
Tá ið saman um kom, sótu tilsamans 217 fólk til borðs.
Hugnalig løta
Á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi siga tey, at hetta var ein sera hugnalig og væleydnað løta, har fleiri góðar røður vórðu hildnar.
Tað var Tordur J. Niclasen, leiðari, sum vegna stovnin beyð vælkomin. Síðan tók sonur, Karin, Charles Fríðberg yvir og greiddi frá, hvussu borðhaldið fór at verða skipað.
Familjan hjá Karini hevði gjørt eitt fitt sanghefti við sálmum, sangum og áhugaverdum myndum, sum lýsa ein part av lívinum hjá Karini og familju hennara.
Tað var Bjarni Djurholm, varaløgmaður, sum legði fyri, og á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi siga tey, at varaløgmaður helt eina sera vakra røðu, har hann bæði var persónligur og menniskjansligur, sum tey taka til.
Petra J. Joensen, stjóri á Almannastovuni segði eisini nøkur orð og handaði Karini eina gávu á 4.000 krónur, sum Almannastovan letur fólki, ið náa slíkar føðingardagar.
Tordur J. Niclasen bar føðingardagsbarninum eina heilsu, og tá ið hann var komin til endans av síni røðu, boðaði hann vegna starvsfólkið frá, at tey høvdu yrkt ein sang til Karina í samband við høvið.
Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sigurd Simonsen, heilsaði eisini bygdarkonuni við eini góðari og áhugaverdari røðu.
Eins og Charles Fríðberg, sonur Karin, hevði røðu, bar eisini Karin Toftegaard, sum er ommudóttir føðingardagsbarnið, fram eina frálíka røðu, sum var bæði álvarsom og stuttlig. Í røðuni greiddi Karin frá tí, sum hon mintist um ommu sína og heimið.
At enda takkaði Charles Fríðberg øllum, sum høvdu verið við til at gjørt føðingardagin hjá mammuni so hugnaligan og minnisríkan.
Á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi eru 46 búfólk, og haraftrat eru átta á Umlættingarheiminum í Syðrugøtu.
Karin Joensen
Karin Joensen, fødd Eliasen, er sum nevnt ættað úr Fuglafirði, og foreldrini hennara vóru Líggjas við Gjógvará og Katrina, fødd Toftegaard.
Tey vóru fimm systkin, tríggir dreingir og tvær gentur.
Hon giftist í 1934 við Eliasi Joensen av Skipanesi. Hann arbeiddi í mong ár sum snikkari hjá Jákupi Oluf Jacobsen í Fuglafirði.
Karin og Elias fingu trý børn, dóttrina Rigmor, gift Toftegaard og Kaj Eli Blábjørg, sum bæði búgva í Fuglafirði, og Charles Fríðberg, sum býr á Argjum.
Karin gjørdist einkja í 1989, tá Elias doyði, 80 ára gamal.
Síðan oktober 1996 hevur hon búð á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi í Runavík.
Karin Joensen eigur 10 ommubørn og 18 langommubørn.