ólavsøkan er, tá hon er best. Soleiðis var eisini við Lailu Bjørklund og Jan Dam. 24 ára gamla Laila gekk á HF skeið í Odense, og var heima í summarfrí í fjør. Hon hugsaði ikki annað enn, at hon aftaná ólavsøku [...] Tað eru oftast hendingarikar løtur á ólavsøku, tá fólk úr øllum ættum hittast í Havn og leggja gerandisdagin aftur um seg og stuttleika sær eina løtu. Øll vóna sjálvandi at fáa ein góða ólavsøku, men tað [...] at ferðast, og vit hava somu áhugamál, men tað var ikki bert hetta, sum fekk meg at siga ja, tá Jan á nýggjárinum spurdi, um eg vildi giftast við honum, brosar Laila. Hon játtaði beinanvegin, og tá fóru
a at rigga. Har bleiv ongin brandroynd hildin heima á Sandi tað kvøldið. Ístaðin ringdi varaleiðarin á brandstøðini heima á Sandi til vakthavandi á Alarmcentralinum fyri at tosa um trupulleikan við fr [...] sløkkiliðsmenn á staðnum. Síðan liggur tað á sløkkiliðsleiðaranum á staðnum at boða fleiri frá, um neyðugt er. Sambært døgnrapportini hjá løgregluni í Havn, boðaðu teir báðir vakthavandi á Alarmcentralinum [...] innkomin boð víðari til hjálparmyndugleikarnar á staðnum. Tá eldur soleiðis er fráboðaður heima á Sandi, skal Alarmcentralurin boða sløkkiliðnum heima á Sandi frá. Til hetta hevur Alarmcentralurin eina
frá skiparanum á russiska trolaranum ella frá MRCC-støðini á landi. Men væl eftir miðnátt, rættari út við klokkan tvey fríggjamorgun, hevði Tjaldrið sett á reyvina á Olshanu, Pressarin á gronina, meðan [...] hin báturin seg sjálvur, so vit kundu fara beina leið inn á Tangafjørð, so vit vóru skjótt á staðnum, greiddi Eyðbjørn Lervig frá. Skiparin á Tjaldrinum segði, at Olshana sá ikki út at standa so føst, [...] teir gjørdu, var at seta fólk umborð á skipið fyri at kunna seg um støðuna. Og tað er púra vanligt í slíkum støðum. Upp á fyrispurning um, hvør varð settur umborð á Olshanu, upplýsti Eybjørn Lervig, at
Av eldra ættarliðnum vóru við hesuferð Pól á Ríp og Jóannes í Garðinum. Eitt lið við Pól á Ríp fór upp á land á Sigmundargjógv. Fyri at sleppa heilt upp á Sigmundarsess var fyri langt síðan settur ein [...] Bakka og so á Høvdanum, og síðani sjálvsagt við at draga. Sigmenn Oman Eggja hesi ár sum eg minnist vóru Pól á Ríp, Arni úti í Stovu,Ólavur á Skipagøtu, Tummas Frank, Herman á Ríp og Antenes á Fløtti. Ein [...] teg inn á skort, spíld, rók ella annað stað, har eggini liggja. Fyri ikki at tala um, tá tú fert víðari í sama sigi og inn á aðra spíld, uttan at bróta eggini, tú hevur. Hetta árið 1986 seig Pól á Ríp A
gerst á ein tryggan og góðan hátt, sigur Beinta Dalbø, leiðari á barna- og ungdómsdeildini í Tórshavnar kommunu. – Hetta er ein trupul tíð, men yvirskipað hava vit sagt, at foreldur, sum koyra børn á stovn [...] og so varð neyðansing til tey, sum høvdu tørv á tí, og síðani byrjaði alt spakuliga aftur. Tað gekk long tíð hjá teimum, sum vóru so óheppin at skula byrja á stovnu tá, sigur Jákup Foldbo, trivnaðarleiðari [...] stúrin, mugu tey tosa við starvsfólkið á stovnini, og námsfrøðingarnir á stovuni síggja, um barnið trívist Hann greiðir víðari frá, at kommunan hevur valt at gera á sama hátt, sum áðrenn summarfrítíðina
1969. Edvard býr í Sandavági, Óluva í Kollafirði, Karin á Eiði og Anna á Strondum. Tá vit vóru smá, vóru vit á Tvøroyri hvørja einastu summarfrítíð á tamb. Tað eru góð minni. Vit høvdu ikki bil, so mamma [...] Marna er fødd á Tvøroyri 01.11.1928. Foreldrini vóru Sanna Helena og Óli Nolsøe og tey fingu børnini: Kaj 1927, Marnu 1928, Knút 1930 og John 1935. Kaj býr á Sandi, Knút á Tvøroyri og John, sum búði í [...] huga. Hóast hon hevur búð á Eiði í yvir 50 ár, so tosar hon ektað suðuroyarmál enn. Sum ung genta tænti mamma á Tvøroyri og eisini lærdi hon at seyma í eitt ár. Seinni arbeiddi hon á ”sjúkhúsinum” til hon
hoyna á Miðisbyrgi og á Dalinum eru somuleiðis ógloymandi. Tómhentur var tú aldrin sovorðnar dagar. Vestur á Vatnið var farið við tráðu at fiska síl. Inn á Oyrarnar og út á keiina at fiska seið. Út á fjørðin [...] summar, tá knappliga høgg sást á føti og tann altíð bragdliga og káta røddin viknaði. Tú fór á eldrasambýli, fyrst í Vági, síðan á Tvøroyri, har góðar hendur vóru um teg. Men tá so hervilig sjúka afturat [...] lboðum. Á sumri og heysti tók tú, abbi, okkum við á fjall. Lærdi okkum at klippa seyð og at fletta. Ja, í heila tikið allastaðni, har seyður var og tú varðaði av honum, hevði tú okkum við – á Homrunum
so hevur hann eitt mál um at vinna sær fast pláss á miðvøllinum hjá Víkingi. - Mítt fyrsta mál er at vinna mær fast pláss á liðnum hjá Víkingi og á U21 landsliðnum, og fáa tær royndirnar. Vónandi fái [...] vant við U21 landsliðshópinum. Heðin var uppsettur upp á koma inn og gera ein mun í grannauppgerðini, tí hann kennir á sær, at avrikini hava verið góð á miðvøllinum. Eitt pláss, sum fleiri hava sett spurnartekin [...] sum er róligur á bóltinum. Hann hevur eitt gott skot, er sterkur í luftini, dugur væl at flyta spæla frá síðu til síðu og er tryggur á bóltinum, sigur Hans Jørgen Djurhuus, sum í ár spælir á verjukenda m
Aftur á Sanatoriið Men tann 30. juni gekk leiðin aftur á Sanatoriið. Hann var rættuliga illa fyri aftaná Keypmannahavnartúrin. Serliga hevði hann pínu í rygginum og hevði ringt við at standa á beinunum [...] í bók á føroyskum fyri nøkrum árum síðani. Millum annað greiðir hann frá eini vanlukku við einum bretskum trolara, har menn vórðu skoldaðir av einum brotnum damprøri. Menninir vórðu innlagdir á sjúkrahúsinum [...] kundi verið, at staturin beinleiðis yvirtók sanatoriini. Annars gekk lívið sína gongd. Tá ið Egil var so frægur, var hann uppi. Hann gekk túrar og drakk viðhvørt eina øl saman við onkrum, ið hann kendi
ofta fingið góðan start og verið væl við á fyrra helminginum av teimum tvey túsund metrunum, vísir formaðurin á Havnarbátinum á. Rúni Lamhauge er bátsformaður umborð á Eysturoyingi. Hann er partur av manning [...] Tað eru manningarnar umborð á hinum 10?mannaførunum samdar um. Og tað er eingin ivi um, at tað eru FM vinnararnir umborð á Havnarbátinum, sum eru stórfavorittar at vinna á ólavsøku. Um teir gera tað, so [...] lættliga og uttan, at tað á nakran hátt sær óstortligt út: ? Vit brúktu nógva tíð tær fyrstu vikurnar upp á at finna røttu javnvágina umborð. Hetta hevur t. d. nakað við stødd og vekt á monnunum at gera, soleiðis