Tað eru oftast hendingarikar løtur á ólavsøku, tá fólk úr øllum ættum hittast í Havn og leggja gerandisdagin aftur um seg og stuttleika sær eina løtu.
Øll vóna sjálvandi at fáa ein góða ólavsøku, men tað er ikki altíð tað eydnast, ella eisini uppliva fólk mangt og hvat, sum tey ikki høvdu ímyndað sær, skuldi henda teimum. Og tað er júst soleiðis ólavsøkan er, tá hon er best.
Soleiðis var eisini við Lailu Bjørklund og Jan Dam.
24 ára gamla Laila gekk á HF skeið í Odense, og var heima í summarfrí í fjør. Hon hugsaði ikki annað enn, at hon aftaná ólavsøku skuldi fara niður aftur og gera seg lidan við HF lesturin, fyri síðani at útbúgva seg innan sosialpedagogiska økið.
Alt snaraði 180 stig
Bráddliga stóðu Jan og Laila framman fyri hvørjum øðrum í øllum ólavsøkurómanum. Alt snaraði 180 stig, og tað var deiligt. Tey siga bæði í einum: Og liðugt var!
Jan Dam er 34 ára gamal, og hevur ferðast nógv um lond. Hann er snikkari, og hevur arbeitt í Australia, har hann hevur sjálvstøðugt virki, eins og í Týskalandi og Noregi.
Fyri tveimum árum síðan kom hann heimaftur úr Australia, tó bert fyribils, tí hann ætlaði sær avstað aftur. Hann fór til Týskalands at arbeiða, men so hitti hann Lailu, og valdi at vera hesumegin jarðarknøttin eina tíð aftrat.
Fyrstu ferð vit hittust, segði Jan mær frá Australia, og eg noyðist at viðganga, at tað ljóðaði sera áhugavert, sigur Laila.
Okkum báðum dáma væl at ferðast, og vit hava somu áhugamál, men tað var ikki bert hetta, sum fekk meg at siga ja, tá Jan á nýggjárinum spurdi, um eg vildi giftast við honum, brosar Laila.
Hon játtaði beinanvegin, og tá fóru tey undir at tosa um framtiðina, og hvar tey skuldu búseta seg, og samdust um at fara til Australia.
Aftaná brúdleypið fara Jan og Laila avstað, og á leiðini fara tey brúðarferð til Bali, áðrenn gerandisdagurin byrjar í Australia.
Vit búseta okkum í Perth fyribils, men tað er ikki vist at tað verður fyri lívið. Gongur tað ikki, so kunnu vit altíð koma heimaftur sigur Laila, sum ikki hevur verið so langt burtur áður.
Egið virki í Perth
Tað er ein fyrimunur at eg havi búð í Perth í sløk trý ár. Eg kenni nógv fólk og havi mínar vinir har, og øll eru so ótrúliga vinarlig og blíð. Tað verða tí ongar byrjunartrupulleikar, sigur Jan Dam.
Hann hevur arbeitt sum snikkarameistari har, og hevur sítt felag at koma aftur til í Perth.
Jan arbeiðir sjálvstøðugt saman við tveimum verksmiðjum í Perth, har hann setir køkar upp og eisini smíðar køkar, umframt at hann innrættar og setir upp hárfríðkanarstovur.
Hetta virki hevur ligið stilt meðan hann hevur verið í Týskalandi og Noregi seinastu árini. Amboð og útgerð, bilur o.a., sum hevur staðið á goymslu, er greitt at taka í nýtslu, eins og samstarvið við verksmiðjurnar.
Er tað ikki í so avgjørt at fara so langt burtur heimanífrá?
Vit hava verið nógv burtur, og hvørgin okkara líða av heimlongsli, siga tey bæði og leggja aftrat, at tey kanska eru eitt sindur ófriðarlig - tó í positivari merking - og vilja sleppa at royna seg og uppliva annað og meir enn bert tað vanliga, siga Laila og Jan.
Lívið skal ikki vera so stirvið. Vit hava hug at ferðast og uppliva okkurt annað og meir enn vanligt, sigatey bæði.
Verðurlagið hevur eisini nógv at týða, og eg trívist betur í heitum londum. Tað er eisini ein avbjóðing fyri meg at fara so langt burtur, sigur Laila.
Tað skal henda so nógv, vit skulu giftast, vera foreldur. Eg skal læra málið, og finna mær nýggjar vinir. Tað verður spennandi. Um tað onkuntíð verður keðiligt at vera so langt heimanífrá, so eru vit saman, sigur Laila, sum eisini skal finna útav, hvørja útbúgving hon skal hava.
Góðir rmøguleikar
Viðvíkjandi útbúgving, verður tað als eingin trupulleiki hjá Lailu. Perth er skúlabýur og universitetsbýur, har fólk koma úr Australia, Singapore og Teilandi at ganga í skúla, sigur Jan.
Hann lýsir veðurlagið í Perth sum sólarríkt og støðugt:
Veturin er sum besta summarveður í Føroyum. Um summarið eru eini 25 - 30 hitastig vanliga, og hóast tað er nógv, so kennist tað ikki sum ov heitt.
Fyrimunurin er eisini, at tú kanst planleggja, hvat tú vilt gera t.d. í frítíðini, tí verðrið er altíð gott. Tað er lætt at ferðast víða um, og nógvastaðni at fara, sigur Jan.
Arbeiðsumstøðurnar eru eisini nógv betur og øðrvísi í Australia enn her. Í Føroyum er torført at fáa endarnar at røkka saman, og tað ger teg meira bundnan í gerandisdegnum, enn tú hevur hug at vera, sigur Jan.
Meira liviligt og
lætt at ferðast
Tað er hugaligt at arbeiða sjálvstøðugt, og vit gjalda bert 20 pst. í skatti. Tá er eisini lættari at spara pening upp, men sjálvandi: Tað er langt heim, sigur Jan, sum keypti sær telefax beinanvegin hann kom til Australia. Tað er hent amboð at hava, tá samskiftast skal so langa leið sum til Føroya.
Hóast tað er langt at ferðast heim, so vænta vit ikki, at tað verður nakar trupulleiki. Sambandið við umheimin er gott, og tað gerast alt meira ódýrt at ferðast millum heimspartarnar, siga tey bæði Laila og Jan, sum kl. fimm í dag giftast í Havnar kirkju.










