Sigrarnir liggja eftir heima við hús

Lykilin til sannførandi sigrarnar hjá Havnarbátinum higartil í ár hevur ? umframt heilt nógva venjing ? sambært bátsformannin verið neyðuga virðingin fyri næsta róðrinum og mótstøðumonnunum

 

Havnarbáturin hevur verið einastandandi í ár. Tað eru manningarnar umborð á hinum 10?mannaførunum samdar um. Og tað er eingin ivi um, at tað eru FM vinnararnir umborð á Havnarbátinum, sum eru stórfavorittar at vinna á ólavsøku. Um teir gera tað, so verður talan um eitt verdugt punktum fyri eitt frágera gott róðrarár hjá teimum.

 

? Tað nyttar lítið hjá okkum at hava skoðsmálið frá kappingarneytunum og áskoðarunum við okkum út á málið. Vandin lúrir alla tíðina, at tú ikki skalt taka uppgávuna, sum stendur fyri framman, í tí álvara, sum tað er alneyðugt at taka hana, um eitt gott úrslit skal spyrjast burturúr.

 

Tað er bátsformaðurin á Havnarbátinum, sum vit hava í telefonini. Magni Brøðraberg og bátsfelagarnir vandu mikukvøldið síðstu ferð undan ólavsøkuni. Í hesi vikuni hava teir vant teinin av Argjahøvda og inn undir Skipafelagið aftur og aftur. Teir hava róð ímóti Knørri og Kollfirðingi. Føturnir eru á bekkinum allan teinin, og tað hevur gingið væl.

 

Í dag eru síðstu fyrireikingarnar á skránni, og tær eru sinniligar:

 

? Vit hittast fyri at eta saman, áðrenn vit fara at ganga í skrúðgonguni, tá ólavsøkan verður sett. Ein av bátsfeløgunum býr ikki so langt frá, har bátarnir standa, so eftir at ólavsøkan verður sett, fara vit beinleiðis heim til hansara, og so verður alt sett inn upp á at savna hugsanirnar um sjálvan róðurin. Vit halda tað vera sera týdningarmikið, at vit eru felags um hetta. Ein partur av hesum er, at vit mugu gloyma at dúva uppá, at tað hevur gingið so væl higartil í ár. Nú snýr tað seg bara um ólavsøkuróðurin, sigur Magni Brøðraberg.

 

 

 

Long fyrireiking

 

Nú kappingarárið er um at vera liðugt, kunnu teir umborð á Havnarbátinum líta aftur á eitt langt róðrarár:

 

? Vit fóru undir styrkisvenjingar longu í januar, og tá fóru vit eisini regluliga at renna. Vit fóru ikki í bátin fyrrenn flaggdagin, men tá vóru vit í góðari konditión. Einar tveir dagar undan flaggdegnum runnu vit úr neystinum í Álakeri og til Kirkjubøar og aftur. Tað er 25 kilometrar, og tað kláraðu vit við ein glans, sigur bátsformaðurin, sum eisini hevur eina frágreiðing til tað, sum verður sagt um, at Havnarbáturin flýtur so serliga væl og gongur so lættliga og uttan, at tað á nakran hátt sær óstortligt út:

 

? Vit brúktu nógva tíð tær fyrstu vikurnar upp á at finna røttu javnvágina umborð. Hetta hevur t. d. nakað við stødd og vekt á monnunum at gera, soleiðis at teir tyngru eru longri frammi í bátinum og teir lættaru longri afturi. Fyrstu tíðina róðu vit ofta langar teinar fyri at finna rætta áralagið og róðrarlagið, og tá tað var komið upp á pláss fóru vit uppundir norðoyarstevnuna at venja intervalvenjing.

 

Tit høvdu umleið somu manning í fjør, men tá gekk ikki so væl?

 

? Tað er partvís rætt. Síðani í fjør havav vit skift umleið helmingin av manningini út. Í fjør var tað ikki fyrrenn heilt stutt undan norðoyarstevnuni, at vit fóru umborð á Havnarbátin. Vit høvdu vant við Ørvi, og vit høvdu rættað okkum inn eftir tí bátinum. Tíðin umborð á Havnarbátinum gjørdist ov stutt. Tað er so sera ymiskt, sum bátarnir eru. Í ár hava vit havt møguleika at fáa skil á tí, sum vit ikki høvdu tíð til í fjør. Og so mugu vit ikki gloyma, at vit hava ein fínan stýrimann, sum so serliga væl megnar at bera okkum fram.

 

 

 

Fleiri ætla

 

sær at bjóða av

 

Havnarbáturin er stór favorittur av vinna ólavsøkuróðurin, og tað verður sjálvandi eitt vónbrot, um báturin, sum higartil hevur vunnið allar róðrarnar, ikki fer at megna at vinna í heimasjógvi.

 

Men Magni Brøðrarberg sigur seg rokna við kapping frá Vestmenninginum, Eysturoyinginum og Nólsoyinginum. Hann veit at siga, at nólsloyingar hava skift eitt sindur av fólki, og at Nólsoyingurin hevur gingið væl í venjingini upp undir ólavsøkuna.

 

Umborð á Vestmenninginum hava teir ætlað sær at vunnið ein róður í ár. Nú er seinasti møguleikin, og Vestmenningur hevur ofta staðið seg væl á ólavsøku.

 

? So er tað Eysturoyingurin. Hann hevur í undanfarnu kappingunum ofta fingið góðan start og verið væl við á fyrra helminginum av teimum tvey túsund metrunum, vísir formaðurin á Havnarbátinum á.

 

Rúni Lamhauge er bátsformaður umborð á Eysturoyingi. Hann er partur av manning, sum tók við, eftir at nýggi báturin hjá teimum hevði vunnið allar róðrarnar í 1998 og í 1999. Tað eru nakrir fáir av gomlu manningini umborð, meðan helmingurin roynir seg á øðrum ári, og ein einstakur ikki hevur róð á ólavsøku áður:

 

? Tað gekst einki serliga at manna bátin í vár. Undan norðoyarstevnuni høvdu vit bara vant í fýra vikur. Tá var konditiónin ikki góð, men hon er batnað nógv. Tað hevur hilnast betri hjá okkum, tá hann hevur verið ímóti, enn tá hann hevur verið undan. Tað kemst av, at vit í miðal eru væl tyngri, enn teir eru umborð á t. d. Havnarbátinum. Okkara miðalvekt er 87 kilo, meðan teirra er 80 kilo. Vit vóna sjálvsagt, at tað verður mótivindur í ólavsøkuróðrinum. Í kappingunum higatil hevur vindurin fyri tað mesta verið undan, staðfestir Rúni Lamhauge.

 

Eysturoyingurin kappast við Vestmenningin um næstfremsta plássið í FM kappingini. Vestmenningar eru betri fyri í tí kappingini. Um Eysturoyingur skal vera vísur í at vinna silvurmerkini í FM kappingini, so er neyðugt hjá teimum at vinna á ólavsøku. Men tað verður torført. Sjálvt um teir undan róðrinum royna at kobla úr og leggja allar sigrarnar og øll stigini eftir, áðrenn teir fara í bátin, so mugu teir umborð á Havnarbátinum finna seg í, at øll onnur rokna teir sum favorittar.