- Fyri mær at síggja, stóð skipið ikki so fast á Flesjunum, so eg ætlaði beinanvegin at toga tað avaftur, segði Eyðbjørn Lervig undir sjófrágreiðingini í gjár.
Tjaldrið var annars á veg eystur um at hjálpa øðrum skipi, tá teir fingu neyðarkallið frá Olshana.
- Tíbetur kláraði hin báturin seg sjálvur, so vit kundu fara beina leið inn á Tangafjørð, so vit vóru skjótt á staðnum, greiddi Eyðbjørn Lervig frá.
Skiparin á Tjaldrinum segði, at Olshana sá ikki út at standa so føst, men tað fyrsta, teir gjørdu, var at seta fólk umborð á skipið fyri at kunna seg um støðuna. Og tað er púra vanligt í slíkum støðum.
Upp á fyrispurning um, hvør varð settur umborð á Olshanu, upplýsti Eybjørn Lervig, at talan var um fyrsta stýrimann, Óla Hans Olsen, fyrsta meistara, Jógvan Reynslág, og dekkaran Keisten Poulsen. Hesir tríggir vórðu so verandi umborð á russiska trolaranum líka til seinasta royndin at fáa hann av Flesjunum fór í gongd út móti hálvgum átta fríggjamorgunin.
Manningin av Tjaldrinum kundi skjótt boðað frá, at væl av sjógvi var í skipinum, og at hellan var týðilig at síggja í bakborð, men ikki í stýriborð.
Eyðbjørn Lervig var skjótt útnevndur OSC (On Scene Commander), og hansara fyrsta innskot var at toga russiska trolaran av aftir sum skjótast. Men hetta vildi russiski skiparin ikki, og so fall tað niðurfyri.
Pumpur umborð
Tað var skjótt at fleiri fartoy komu til staðar, bæði Pressarin og Skúmarin, sum komu við útgerð, eitt nú pumpum, sum MRCC hevði útvegað, hvar visti skiparin á Tjaldrinum ikki.
Hann metti, at tað hevði eydnast Tjaldrinum við hjálp frá báðum Skipasmiðjubátunum at toga Olshanu av Flesjunum, men seinni helt hann ikki hetta hevði gingið.
Kavarar komu á staðið, men tað var ikki skiparanum á Tjaldrinum greitt, hvør hevði boðsent teimum, tó at hann helt tað vera eitt ynski frá russiska skiparanum. Frá hesum kavarunum fingu teir at vita umborð á Tjaldrinum, at talan var um eina seks metur langa rivu í bakborð, sum var 30 sentimetrar breið, har hon var breiðast.
Somuleiðis fekk Eyðbjørn Lervig at vita, at tað eina rúmið umborð var fylt við sjógvi, so hansara ætlan var at lensa so frægt, at tað var ráðiligt at toga skipið av. Sjógvurin minkaði eisini í maskinrúminum.
Fleiri pumpur komu so við og við umborð og tað hjálpti til at halda skipinum so nøkurlunda lens. Eyðbjørn Lervig sá tó onga grund til at fáa trossa umborð, so leingi russiski skiparin noktaði fyri at lata skipið toga av.
Men eftir, at tolkar frá Faroe Agency vóru komnir umborð, gav russiski skiparin loyvi til at Tjaldrið kundi seta á.
Fimm royndir
Eyðbjørn Lervig segði undir sjófrágreiðingini, at hann ongantíð hoyrdi eitt einasta orð um oljuna í Olshanu, og at talan var um at pumpa hana úr skipinum, áðrenn roynt varð at toga trolaran av. Og tað hvørki frá skiparanum á russiska trolaranum ella frá MRCC-støðini á landi.
Men væl eftir miðnátt, rættari út við klokkan tvey fríggjamorgun, hevði Tjaldrið sett á reyvina á Olshanu, Pressarin á gronina, meðan Skúmarin hevði sett á ein bumm, sum var svingaður út í stýriborð, og so var roynt at hála skipið av síðulens við at seta á í stýriborð. Tankin var at skipið skuldi fáast at halla so nógv á stýriborð, at tað loysnaði í bakborð.
Men tað stóð sum í berginum.
Roynt var aðru ferð, men tá slitnaði sleipitrossin hjá Tjaldrinum, og skiparin segði, at semja tá gjørdist um at fáa fatur í Finni Fríða, tí hann hevur so stóra togmegi.
- Tað varð fingið samband við teir frá landi av, og tá Finnur Fríði kom, tók hann plássið hjá Pressaranum og setti á gronina. Men wirurin slitnaði, segði Eyðbjørn Lervig.
Síðani var ein 100 millimetur nylontrossi fingin til vega, og nú setti Finnur Fríði eisini á reyvina, eins og Tjaldrið, og báðir togaðu sama veg. Men eisini hesin trossin slitnaði.
- Meðan Finnur Fríði gjørdi klárt til fimtu royndina, settu vit á vestureftir, og tað vísti seg, at Olshana flutti seg nakað tann vegin. Og tá vit so settu á fyri fimtu ferð, loysnaði skipið rættiliga skjótt, greiddi Eyðbjørn Lervig frá.
Einki at gera
Tað var greitt, at mongu royndirnar at fáa skipið av Flesjunum aftur, saktans kundi havt skatt botnin munandi meir, enn av fyrstan tíð. Eyðbjørn Lervig greiddi eisini frá, at honum kunnugt vóru kavarar ikki niðri aftur fyri at hyggja at botninum.
- Eg hevði vónir um, at skipið kundi flóta, tá vit fingu tað av, men eg var samstundis greiðir yvir, at alt kundi henda, segði skiparin á Tjaldrinum.
Hann gav tí boð um, at alt fólkið skuldi av russiska trolaranum, áðrenn sett var á hann aftur.
Tað gekk sum sagt skjótt at fáa Olshanu av í hesi fimti royndini, men eftir at Óla Hans Olsen og dekkarin Keisten Poulsen vórðu settir umborð á russiska trolaran var skjótt greitt, at skipið stóð ikki at bjarga. Teir báðir blivu tí tiknir av aftur skipinum, og farið var undir at toga trolaran út á djúpri vatn.
Eyðbjørn Lervig dugir ikki at siga við vissu, hvussu nógvar pumpur vóru umborð á russiska trolaranum tá, og hvussu nógv hesar góvu, men hann metir, at tær mundu vera einar tólv í tali.
Skiparin á Tjaldrinum sigur, at tað ongantíð kom upp á tal at royna at fáa oljuna úr skipinum, ikki áðrenn fyrstu royndina, og heldur ikki eftir nakra av teimum eftirfylgjandi royndunum.
Men Eyðbjørn Lervig gav í sjófrágreiðingini sína meting um, hví russiski skiparin ikki vildi, at skipið skuldi togast av beinanvegin.
- Tað kundi hugsast, at tað var orsakað av oljuni!