Forsætisráðharrin í Japan leggur frá sær

Japanski forsætisráðharrin, Shigeru Ishiba, hevur avgjørt at leggja frá sær, boðaði hann frá á tíðindafundi.

Shigeru Ishiba hevur verið forsætisráðharri í Japan síðani í oktober í fjør. Hann kom í staðin fyri Fumio Kishida. (Skrámynd). - Mynd: Eugene Hoshiko/Ritzau Scanpix

Eftir minni enn eitt ár á odda fyri japansku stjórnini, hevur Shigeru Ishiba, forsætisráðharri, avgjørt at leggja frá sær.

Tað segði hann á tíðindafundi í morgun okkara tíð, sambært tíðindastovunum Reuters og AP.

Her segði hann eisini, at hann hevur biðið flokk sín, Libeeraldemokratarnar, um at skipa fyri skjótum forsetaval.

Hann fer ikki longur at standa á odda fyri flokkinum sjálvur.

Japanski miðilin NHK fekk fyrr í dag at vita, at forsætisráðharrin fór at leggja frá sær sum stjórnarleiðari.

Avgerðin hjá Ishiba um at leggja frá sær sigst vera tikin í eini roynd at sleppa undan spliti í Liberalu Demokratunum.

Japanska stjórnin er ein samgongustjórn, sum umframt Liberaldemokratarnar eisini fevnir um flokkin Komeito. Stjórnin misti meirilutan í yvirhúsinum í Japan - eitt av teimum báðum kømrunum í tjóðartinginum - á einum vali í juli.

Síðst í juli vóru fráboðanir í japanska miðlinum The Yomiuri Shimbun um, at Ishiba fór at leggja frá sær sum forsætisráðharri, men Ishiba avsannaði sjálvur søgurnar stutt eftir.

Tað er minni enn eitt ár síðani, at 68 ára gamli Ishiba tók við sum forsætisráðharri.

Hann tók við eftir floksfelagan Fumio Kishida, sum hevði starvið í trý ár.

Seinastu tíðina hevur Shigeru Ishiba havt úr at gera við at royna at fáa handilsavtalu við USA í lag sum avleiðing av hækkaðu tollinum, sum Donald Trump, forseti, hevur lagt á.

Sambært Reuters hevur nýggi tollurin serliga merkt í bilídnaðinum í Japan og hevur sum heild givið orsøk til stúran fyri japanska búskapinum, sum longu hevur verið avbjóðaður av lágum vøkstri.

Av tí at Liberaldemokratarnir ikki hava meiriluta hvørki í yvirhúsinum ella undirhúsinum í japanska tjóðartinginum, er ikki vist, at næsti formaðurin í flokkinum eisini verður forsætisráðharri.

Í hesum ljósinum er møguligt - men ikki vist - at nýggi leiðarin hjá Liberalu Demokratunum velur at skipa fyri snarval í eini roynd at tryggja sær mandat sum forsætisráðharri.

Men við einum snarvali er flokkurin eisini í vanda fyri at missa valdið heilt.

 

/Ritzau/

 

 

 

Shigeru Ishiba hevur verið forsætisráðharri í Japan síðani í oktober í fjør. Hann kom í staðin fyri Fumio Kishida. (Skrámynd). - Mynd: Eugene Hoshiko/Ritzau Scanpix