Eyðun Mohr Viderø
----------
Sagt verður, at á Pálsmessu - 25. januar - kemur lomvigin á landgrunnin.
Allar árstíðir hava hvør í sínum lagi við sær onkrar hugtakandi og spennandi upplivingar.
Várið ber boð um nýtt lív. Várlíðkan gevur gróður, og hetta gevur øllum skapningum møguleika til at fjølga um ættina. Hetta er bæði galdandi fyri gróður á landi og sjógvi, eins og hjá øllum skapningum, ið hava gróður í náttúruni sum fyritreyt fyri framhaldandi lívi.
Hjá flestu okkara eru nakrar hendingar í náttúruni serliga hugtakandi. Áhugamálini eru ymisk, og í nógvum førum eru fólk glað, tá bøur, hagi og urtagarðar fríðkast, meðan hjá nøkrum er tað veiðihugurin, ið fær møguleikan.
Hjá mær hevur tað í nógv størstan mun snúð seg um áhugan fyri fuglinum í bjørgunum. Ikki tí, eg eri ikki vaksin upp við serligari nýtslu av fuglameinginum, men eg kom seinni saman við fólkum, ið vóru nær knýtt at hesum.
Fyri einum ári síðan sat eg og hugsaði um hesa árstíð, og eg fekk hug at festa nøkur orð á blað, men sum hjá so mongum: "Tað sum fyrst kemur í drag, kemur seinni í lag".
Ein skal hava roynt tað, fyri at kenna spenningin í at ferðast í lomvigabergi. Eg fekk møguleikan at vera við á vestursíðuni á Sandoynni, tá eg fekk nærri tilknýti til Sands bygd og kom higar at búgva.
Nógvar góðar upplivingar vóru í Steinsdrangi, undir Lonini og Oknadalsdrangi.
Størstu virðingina og royndirnar fyri bjørgunum fekk eg kortini, tá eg við kennskapi var við "Undir oynni" í Skúvoy saman við bygdarfólkinum har!
Eg haldi, tað var í 1986. Rænt hevði ikki verið í Skúvoy síðan 1974, tá fuglurin var so nógv minkaður, at skúoyingar hildu, at best var at gevast eina tíð, men helst við ynskinum um, at hetta ikki vardi ov leingi.
Farið varð undir oynna at ræna Torkilsháls, á Sigmundargjógv og Hellisbak.
Nú vóru fleiri av teimum, ið vanliga vóru undangongumenn, ikki við meira. Eg visti um Kjartan niðri í Stovu, Jens á Skipagøtu og Janus úti í Stovu. Av eldra ættarliðnum vóru við hesuferð Pól á Ríp og Jóannes í Garðinum.
Eitt lið við Pól á Ríp fór upp á land á Sigmundargjógv. Fyri at sleppa heilt upp á Sigmundarsess var fyri langt síðan settur ein kongur at leggja band um og síðan lesa seg upp, men vísti tað seg nú, at hesin kongur var burtur. Nú var ringt við at gera, men endin var, at Herman á Ríp við dirvi og hegni lesti seg upp við hjálp av einum bátshaka. Har varð síðan ein nýggjur kongur settur.
Næsta liðið við Jóannes í Garðinum á odda fór upp í Torkilsháls, og í hesum liði var eg sjálvur.
Spenningurin hjá mær var stórur. Í erva varð sigið í tveimum støðum, nevniliga á Slokkrókini, lendinum undir henni, og í Stórenni.
Eg gjørdist sera ovfarin, tá Jóannes spurdi, um eg kundi vera sigmaður í Stórenni. Kendi meg ikki júst føran til uppgávuna, men veruleikin til hetta var helst tann, at eg hevði roynt síging áður, og at mannskapið í dag í stóran mun vóru óroyndir menn.
Hetta gekk so frægt, sum tað kundi.
Jóannes og aðrir fóru inn á Slokkrókina.
Niðari var rænt Inni í Hálsinum, í Lítlaenni og har rundanum. Niðast var Skápið.
Hetta var spennandi, men veiðan var ikki stór í mun til, hvussu hon hevði verið frammanundan.
Minnist meg rætt, so var eg við undir Oynni tvær ferðir. Sigmenn vóru annars Herman á Ríp, Tummas Frank , Hanus úti í Stovu og Jóhan niðri í Stovu y.
Um somu tíð varð eisini rænt omaneggja, í Ovara Høvda-Langabakka- og á Dalinum, men har var eg ikki í línu. Var lutvíst athyggjumaður við sæti niðan ímóti Langa Bakka og so á Høvdanum, og síðani sjálvsagt við at draga.
Sigmenn Oman Eggja hesi ár sum eg minnist vóru Pól á Ríp, Arni úti í Stovu,Ólavur á Skipagøtu, Tummas Frank, Herman á Ríp og Antenes á Fløtti.
Ein rík og ógloymandi uppliving!
Krøvini til sigmannin eru, at hann skal vera óræddur, væl fyri kropsliga og kimiligur. Bert tann, ið hevur roynt tað, veit, hvussu tørført tað er at gera nakað til nyttu, tá tú hongur í eini línu í einum steyrrættum bergi, og tí ikki fær fóta tær, men má reiggja út og inn alla tíðina, og so í røttu løtu taka teg inn á skort, spíld, rók ella annað stað, har eggini liggja. Fyri ikki at tala um, tá tú fert víðari í sama sigi og inn á aðra spíld, uttan at bróta eggini, tú hevur.
Hetta árið 1986 seig Pól á Ríp Andrassarspíldir 68 ára gamal.
Eg prátaði við hann, tá hann kom uppaftur um evni at duga at koma inn á hesar smølu og skráu spíldirnar, men hann helt seg nú vera nógv viknaðan. Tað var tann tíð, tá hann var betur fyri, at hann mátti reiggja langt bæði út og inn og til viks á skeivan,so hann skuldi fáa fótafesti, og fyri at línan ikki skuldi taka hann útav aftur, meðan hon sveiggjaði, so legði hann seg oftað á ryggin og spenti føturnar upp undir loftið. Nógva staðni er so lágt.
Tað setti eisini serlig krøv, tá egg vóru í roðunum, so onki brotnaði.
Seinasta, vit hava frætt,er, at berglop hevur verið á Dalinum, og at nøkur sig eru burtur. Mær kunnugt er onki berg av týdningi lopið, síðan veturin 1915/16, tá Kinnin í Sølturhálsi leyp.
Fyri dagliga húsarhaldið hevur tað ikki stóran týdning, um náttúruumstøður ikki eru til ræning, men tað verður ein stórur saknur í mentan og trivnaðinum í Skúgvi, um ikki verður farið í lomvigabergini aftur. Tekur hetta ov langa tíð, so eru allir við royndum fallnir frá, og neyvan fer eitt nýtt og óroynt ættarlið at byrja av nýggjum!