Heðin knekkaði ÍF

19 ára gamli Heðin Hansen gjørdist dagsins maður, tá hann við framúr skoti tryggjaði Víkingi ein sigur á grannunum úr Fuglafirði, sum undan dystinum ikki høvdu tapt í 17 dystum upp í slag. Tað vóru tvær útskiftingar, ið gjørdu munin.

Seinast ÍF tapi í føroysku landskappingini var móti KÍ í 14. umfari í fjør. ÍF hevur eisini góð hagtøl at vísa á í Gøtu móti Víkingi. Í fjør vann ÍF 4-1 og 3-0. Tað mundi tí verða nakrir skeptiskir víkingarfjepparar, sum í seinna hálvleiki síggja álop omaná á álop enda við at Jákup Mikkelsen fær bóltin í ÍF málinum.
Tá Víkingur trýstur mest er ÍF næstan ikki frammanfyri miðjuna, men tá teir megna at hóra undan trýstinum, so eru teir eisini nær við at økja um leiðsluna, sum teir vunnu sær í fyrra hálvleiki.
Vendin kemur sjey minuttir fyri tíð, tá Filip Djordjevic sendur Bárð Hansen avstað í høgru. Kviki høgri bakkurin leggur bóltin innfyri til ein annars lítið sjónligan Finn Justinussen, sum megnar at stúta bóltin um málstrikuna, hóast Jákup Mikkelsen fær hondina á bóltin. Tað er ikki meiri enn akkurát, tí eina løtu er óvist um dystinum hevur fingið sína avgerandi vend, ella um tað enn eina ferð hevur eydnast Jákupi at bjarga ÍF. Eitt sekund seinni boðar hjálpardómarin frá, at bólturin hevur verið innanfyri.
Við eitt kemur lív í viðhaldsfólkini hjá Víkingi. Hetta merkist allan vegin omaná á vøllin.
- Áskoðarar vóru ótrúligir í dag. Teir bóru okkum fram móti endanum, sigur ein fegin Jógvan Martin Olsen við Rás2 eftir dystin.

Og so sigursmálið

Og so hendi tað, sum viðhaldsfólkini og spælararnir í Víkingi hava bíða so leingi eftir. Enn eina ferð er tað Filip Djordjevic, sum er í holt við at bjóða av. ÍF verjan fær trýst hann úr brotsteiginum, men so leggur hann bóltin fyri føturnar á innskifta Heðini Hansen, sum stutt uttanfyri brotsteigin, nakað úti í høgru síðu, meddar til bóltin, sum endar í handara málhorni. Jákup Mikkelsen hevur als ongan møguleika at bjarga.
- Eg føldi beinanvegin, at eg rakti bóltin væl. Og tað var bara fantastiskt at síggja bóltin fara í málið, sigur Heðin Hansen eftir dystin, sum eisini vísur á, at hann hevði eitt líknandi skot móti AB, men tá fekk málmaðurin hondina á.
Hann er ein umbiðin harri eftir dystin. Øll vilja hava eitt orð stóra miðvallaran, sum við einum skoti hevur avlívað ÍF-kompleks í Sarpugerði – fyribils hvørtfall.
Heðin er í Víkingadrakt og einum keppi, tá Sosialurin hittir hann eftir dystin. Samrøðan verður í heilum avbrotin av rópum og speiskum viðmerkinum, sum spælararnar hava tá teir ganga framvið og síggja unga miðvallaran tosa við fjølmiðlarnar.
Heðin er gøtumaður, men hevur í ungdómsdeildini spælt nógv við ÍF, so hann veit hvat ein grannauppgerð merkir fyri báðar partar.
Umframt ÍF, so hevur Heðin eisini búð niðri og spælt fótbólt har, men hevur nú í eini fýra ár spælt við Víkingi.
Hann ætlar sær nakað innanfyri fótbólt og hóast hann er ungur, so hevur hann eitt mál um at vinna sær fast pláss á miðvøllinum hjá Víkingi.
- Mítt fyrsta mál er at vinna mær fast pláss á liðnum hjá Víkingi og á U21 landsliðnum, og fáa tær royndirnar. Vónandi fái eg ein møguleika at spæla uttanfyri Føroyar eina ferð, sigur maðurin við harða skotinum og leggur afturat, at hann roynir at liva eitt lív sum yrkisfótbóltsspælarar gera.
Hann hevur spælt við U17 landsliðnum og U19 landsliðnum og hevur í vetur vant við U21 landsliðshópinum.
Heðin var uppsettur upp á koma inn og gera ein mun í grannauppgerðini, tí hann kennir á sær, at avrikini hava verið góð á miðvøllinum. Eitt pláss, sum fleiri hava sett spurnartekin við hjá Víkingi.
- Sjálvandi var eg vónbrotin, tá eg fekk at vita, at eg ikki byrjaði inni, so eg var uppsettur upp á at koma inn og gera mun. Eisini tá fólk siga, at miðvøllurin er veika punktið á liðnum, so er tað stuttligt at vera við til at broyta tað, sigur Heðin Hansen, sum byrjaði inni móti EB/Streymi dystin fyri.

Ferðmikil grannauppgerð

Sum heild var nógv ferð á dystinum og dómarin, Eiler Rasmussen, gav eisini spælarunum møguleika at spæla uttan at bríksla ov nógv. Tað hevur verið eitt kritikk punkt av dómarunum í Føroyum, at teir eru ov skjótir við floytuni. Í ár er tað broytt og dystirnir blíva av tí sama ferðmiklari. Tað eru líka nakrir spælarar, sum líka skulu tveita seg ella grenja nakrar ferðir, áðrenn teir skilja, at tað er ein nýggj linja í føroyskari døming. Nú skulu spælararnir bara vísa, at teir tola at spæla fótbólt har tað ikki verður bríksað hvørja ferð onkur fær eitt lítið skump.
Tað gjørdist til tíðir heitt á vøllinum, men soleiðis skal tað eisini verða í eini grannauppgerð. Vandin er bara, at um spælararnir ikki klára at hava tamarhald á sær sjálvum, tá dómarin gevur teimum loyvi at spæla hart, so verður linjan broytt aftur og tað er ikki ynskiligt fyri fótbóltin.

Til hendurs eftir dystin

Tá Eiler Rasmussen hevði bríkslað fyri seinastu ferð gekk tað heitt fyri seg. Okkurt hendi millum ÍF framherjan, Øssur Dalbúð, og liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen. Síðani gekk skjótt og hjálparfólk mátti koma í millum, so spælarar hjá báðum liðnum ikki fóru at sláast. Onkrir máttu skiljast, men soleiðis er tá ein grannauppgerð verður avgjørd í evstu løtu.
Alt í alt eitt frálíkt fótbóltsupplivilsi við góðum málum, góðum spæli og einum kanónskoti, sum avgjørdi alt í evstu løtu.
Dagsins maðurin gjørdist 19 ára gamli Heðin Hansen. Eitt navn vit neyvan hava hoyrt um fyri seinastu ferð í føroyskum fótbólti.

Magni Janskor um Heðin Hansen:
- Hann skal helst spæla framrættaður mitt á miðjuni, har hevur hann nakrar góðar eginleikar. Hann er stórur og væl bygdur og hevur eitt gott skot, sum vit sóu í dag. Hann er eitt gott vápn at hava í framrættaða partinum av spælinum, tí hann er ikki bangin fyri at skjót, sigur Magni Jabnskor, sum í nógv ár spældi á miðvøllinum hjá GÍ.
- Hann er í fullari menning og tað er bara ein spurningur um tíð, so er hann fastur maður á liðnum. Hann hevur nakað, sum nógvir mangla her í Føroyum. Tað eru langskotini. Hann ivast ikki tá hann fær møguleikan og hann hevði eisini tvey dundurskot móti EB/Streymi, sigur Magni Janskor at enda.

Hans Jørgen Djurhuus um Heðin Hansen:
- Hann er ein róligur miðvallari, sum er róligur á bóltinum. Hann hevur eitt gott skot, er sterkur í luftini, dugur væl at flyta spæla frá síðu til síðu og er tryggur á bóltinum, sigur Hans Jørgen Djurhuus, sum í ár spælir á verjukenda miðvøllinum hjá Víkingi.
- Tað er gott at spæla saman við honum, tí hann lurtar tá tú tosar við hann um hvat hann skal gera. Eg trúgvi at hann í framtíðini verður ein Michael Carrick(miðvallari hjá Manchester United, blaðm) týpa, sum liggur á miðjuni og fordeilur bóltin, sigur Hans Jørgen Djurhuus.

Stubbi 1:
Hjartvard, tað er bólturin, ið skal í málið

Víkingur trýsti alt teir vóru mentir í seinna hálvleiki. Einu ferðina endaði Hjartvard Hansen í málinum hjá ÍF, eftir eina roynd at trýsta ein leysan bólt í málið. Tá sá svart út, men tað broyttist stutt seinni

Stubbi 2:
Fríspark til ÍF?

Tá Víkingur javnar til 2-2 er ivamál um Finnur Justinussen ger fríspark móti Poul N. Mikkelsen sutt áðrenn Bárður Hansen sendir innleggið innfyri, sum Finnur stútar í málið

Pluss og minus:

+ Enn eina ferð er tað nýggja linjan hjá dómarunum, sum fær plussið. Fínt at spælararnir fáa pláss at verða menn.

- Gamla GÍ húsið er burtur og tað ger umhvørvi meiri opið og kalt kring vøllin.


Spælarametingar:

Geza Turi: 4
Spældi ein fínan dyst. Náddi ikki út til fyrra málið, men kundi einki gera við seinna.

Bárður Hansen: 4
Spældi sum næstan altíð ein góða støðugan dyst. Kom væl framvið og luttók í spælinum.

Atli Gregersen: 4
Dekkaði fyri tað mesta Clayton og tað gjørdi hann væl. Megnaði ikki at fylgja Ara Ellingsgaard í 2-1 málinum.

Erling Jacobsen: 4
Var sjónligur í verjuspælinum. Tók sær av nógvum tvídystinum og var stinnur.

Hanus Jacobsen: 4
Skoraði fyrsta málið hjá Víkingi og kom væl framvið. Luttekur eins og Bárður væl í spælinum. Seinna málið hjá ÍF kemur gjøgnu hansara síðu.

Hans Jørgen Djurhuus: 4
Stríddist á verjukenda miðvøllinum og fekk sítt vanliga gula kort. Tykist trívast á miðvøllinum hóast hann nokk er vongur av uppruna.

Jann Ingi Petersen: 4
Líkist meiri og meiri einum Víkingi á miðvøllinum, men misti nakrar vandamiklar bóltar. Sleppur sær annars skilagott og skjótt av við bóltin.

André Olsen: 2
Varð skiftur út í hálvleikinum og fylti ov lítið á vøllinum, men við bóltinum var hann skilagóður og átti ein fót í uppspælinum til 1-1 málið.

Hjartvard Hansen: 2
Fekk ikki so nógv burturúr við bóltinum, sum ein vongur helst skal, men stríðist altíð væl. Tað telur fyri nógv við kropsligu og renni-strykini sum hann hevur.

Kaj Leo Í Bartalsstovu: 3
Fekk ikki so nógv burturúr sínum annars frálíkum fótbóltsevnum við bóltinum. Var annars tryggur á bóltinum, men samanspælið við Finnur sigur ikki “klikk” – enn.

Finnur Justinussen: 3
Fekk ein týdningarmikið mál sjey minuttir fyri tíð, men var annars ikki sjónligur í spælinum. Men ein áleypari skal jú skjóta mál!

Innskiftarar:
Filip Djordjevic: 5
Gjørdi stóran mun tá hann kom á vøllin. Var lívligur og setti ferð á spælið hjá Víkingi. Átti stóran lut í trýstinum hjá Vikingi í seinna hálvleiki

Heðin Hansen: 5
Spældi í eitt korter, men vísti stórspæl hetta korterið. Setti seg á miðvøllin frá byrjan og átti dagsins mál, tá hann í evstu løtu buldraði bóltin upp í málhornið.

ÍF:

Jákup Mikkelsen: 4
Hóast trý mal fóru í gjøgnum, so spældi Jákup Mikkelsen væl. Hevði nakar stórar bjargingar og var tryggur í útspørkinum sum altíð.

Leivur Joensen: 3
Er falloin væl til á høgra bakki og spældi eisini ein miðal góðan dyst. Tað er ikki til at síggja, at hann ikki hevur so nógvar royndir á besta liðnum.

Poul N. Mikkelsen 4:
Spælir sum ein garvaður miðverji. ÍF kom undir støðugt trýst í seinna hálvleiki, men tað var ikki orsaka av unga miðverjanum, at tað miseydnaðist til endans.

Høgni Zachariasen: 4
Var stýrimaður í verjuni og megnaði saman við Poul at dekka Finnur Justinussen væl í meginpartin av dystinum.

Jan Ellingsgaard: 3
Sum altíð tryggur á bóltinum og kom væl frá uppgávuni hóast ÍF fekk trý mál.

Høgni Madsen: 3
Spældi væl í fyrra hálvleiki, men megnaði saman við restuni av miðvøllinum ikki at hava bóltin í egnari rekkju í seinna hálvleiki – tað kostaði til endans.

Bogi Reinert Petersen: 2
Endaði á framrættaða miðvøllinum, tá Hanus bleiv skiftur út. Stríddist, men megnaði ongantíð at seta sítt fingramerki á dystin – serliga í seinna hálvleiki.

Hanus Thorleifsson: #
Spældi bara í níggju minuttir áðrenn hann mátti lata seg útskifta við skaða. ov stutt tíð til at gera eina meting.

Ari Ellingsgaard: 4
Var sjónligur á vonginum og sær út sum ein spennandi spælari at fylgja í ár. Hevur ferð, bóltførleika og ágrýtni. Legði ÍF á odda eftir innlegg úr høgru.

Øssur Dalbúð: 4
Skoraði eitt mál og legði upp til hitt. Var skumpaður út á vongin, tá Hanus fór út, men rækti uppgávuna væl. Helst besti spælari hjá ÍF.

Clayton Soares: 3
Var lítið sjónligur, men átti lut í báðum málinum hjá ÍF. Serliga avleveringin til Øssur Dalbúð til 1-0 er góð. Var annars væl eftiransaður og hevði onga vandamikla roynd á mál.

Innskiftarar:
Aleksandar Jovevic: 4
Kom á verjukenda miðvøllin og spældi væl. Megnaði til eitt vist at halda javnvág á liðnum, men datt niður í millum móti endanum.

Bartal Eliasen: #
Kom inn í átta minuttir eftir at hava verið burturstaddur í nakarar dagar. Eitt sindur undarlig skifting, tí hann kom inn fyri Ara. So endaði Clayton og Øssur á miðjuni, meðan Bartal var frammi.

Arnold Kristiansen: #
Kom inn seinastu minuttirnar.