Tað eru ofta fáir minuttir, sum eru avgerandi, tá eldsbruni herjar. Hvat verður gjørt minuttirnar eftir at ein eldsbruni er kyknaður er avgerandi fyri um hús verða bjargað, og onkuntíð eisini um mannalív verða bjargað.
Tá eldur kom í eini hús heima á Sandi leygarmorgunin vórðu hesir avgerandi minuttir søplaðir burtur. Húsini brunnu í grund, og ein 71 ára gomul kvinna megnaði ikki at bjarga sær sjálvum úr brennandi húsunum, men doyði. Ikki er greitt um kvinna og hús kundu verið bjargað, um alt hevði riggað, sum tað skuldi.
Leygarmorgunin varnaðist ein maður heima á Sandi at eldur var í einum húsum mitt í bygdini, og boðaði Alarmcentralinum frá klokkan 05.16. Hareftir gekk alt galið, sum kundi ganga galið.
Fráboðanarskipanin í ólagi
Alarmcentralurin, ið liggur í Havn, hevur til uppgávu at fáa innkomin boð víðari til hjálparmyndugleikarnar á staðnum. Tá eldur soleiðis er fráboðaður heima á Sandi, skal Alarmcentralurin boða sløkkiliðnum heima á Sandi frá. Til hetta hevur Alarmcentralurin eina automatiska fráboðanarskipan, sum ringir allar 13 sløkkiliðsmenninar upp samstundis, soleiðis at boðini koma fram skjótast gjørligt.
Men leygarmorgunin riggaði fráboðanarskipanin ikki, og tí noyddust teir báðir vakthavandi løgreglumenninir á Alarmcentralinum ringja til sløkkiliðsmenninar heima á Sandi.
Vistu um ólagið
At fráboðanarskipanin hjá Alarmcentralinum var í ólagi leygarmorgunin kundi verið eitt hendiligt óhapp, og slík eru torfør at verja seg ímóti. Men sambært varaleiðaranum á brandstøðini heima á Sandi, William Sand Davidsen, var talan ikki um nakað óvæntað hendiligt óhapp. At skipanin ikki virkaði sum hon skuldi, var longu greitt tveir dagar frammanundan.
Hóskvøldið, tvey samdøgur undan sorgarleikinum heima á Sandi, ætlaði sløkkiliðið at skipa fyri brandroynd. Brandroyndin var fráboðað Alarmcentralinum kvøldið fyri.
- Klokkan gott seks ringdu vit til Alarmcentralin og bóðu teir byrja brandroyndina við at boða sløkkiliðsmonnunum heima á Sandi frá. Tíggju minuttir seinni, hoyrdu vit aftur frá Alarmcentralinum. Tá søgdu teir, at fráboðanarskipanin fekst ikki at virka, og teir bjóðaðu sær til at boða monnunum frá við at ringja til teir. Teir mettu, at skipanin fór at rigga aftur eftir stuttari løtu, so vit bóðu teir bara bíða. Hálvgum sjey hoyrdu vit aftur frá teimum. Tá høvdu teir enn ikki fingið fráboðanarskipanina at rigga.
Har bleiv ongin brandroynd hildin heima á Sandi tað kvøldið. Ístaðin ringdi varaleiðarin á brandstøðini heima á Sandi til vakthavandi á Alarmcentralinum fyri at tosa um trupulleikan við fráboðanarskipanini.
- Men vakthavandi leyp beinanvegin framav, og eg fekk at vita at tað skuldu vit ikki koma har at læra teir nakað um viðvíkjandi fráboðanarskipanini. Síðan segði hann at skipanin nokk skuldi fara at virka í hereftir, greiðir William Sand Davidsen frá.
Bert helvtin fekk boð
Men tað gjørdi hon ikki leygarmorgunin, tá tað veruliga var brúk fyri henni. Brandroyndin, sum vanliga verður hildin fyri at kanna um alt virkar, sum tað skal, hevði týðuliga víst á trupulleikar við skipanini, men tveir dagar seinni var einki bøtt.
Men ikki nokk við tí.
At automatiska fráboðanarskipanin ikki riggaði hevði kanska ikki kostað so nógvar minuttir um so var, at allir teir 13 sløkkiliðsmenninir fingu vanlig telefonboð. Men av onkrari orsøk fekk bert umleið helvtin av monnunum boð.
Sjálvur hoyrdi varaleiðarin á brandstøðini heima á Sandi um eldsbrunan um níggjutíðina. Tá vóru húsini brunnin í grund, og ein 71 ára gomul kvinna funnin deyð beint innanfyri úthurðina á húsunum.
- Eg veit ikki, hvat teir hava gjørt skeivt á Alarmcentralinum, men eg giti mær til, at teir báðir vakthavandi hava býtt nøvnini á sløkkiliðsmonnunum millum sín og síðan ringt í hvør sínum lag. Men umleið helvtin av monnunum fekk ongantíð boð, meðan teir, sum fingu boð, fingu boðini tvær ferðir, so kanska hava báðir vakthavandi ringt til somu menn.
Munurin millum lív og deyða
Tá avtornaði komu fimm sløkkiliðsmenn á staðið. Ein teirra var ein maður, sum ikki longur er við í sløkkiliðnum, men sum av onkrari orsøk kortini hevði fingið boð frá Alarmcentralinum.
Fimm mans eru sambært varaleiðaranum ov lítið til at gera eitt skjótt sløkkiarbeiði, tí at gera sløkkiútgerðina hjá sløkkiliðnum heima á Sandi klára at brúka krevur nógva arbeiðsorku. Sløkkiliðið hevur ongan sløkkibil.
- Eg vildi mett at um automatiska fráboðanarskipanin hevði virkað soleiðis at boðini komu fram skjótast gjørligt og allir sløkiliðsmenninir fingu boð, so kundu vit farið inn í húsini einar tíggju minuttir fyrr. Og tíggju minuttir er lang tíð í sløkkiliðsarbeiði. Tað kann gera munin millum lív og deyða og kundi kanska eisini gjørt tað í hesum førinum.
Einki álit á fráboðanarskipanini
William Sand Davidsen dugir ikki at seta orð á ta kensluna, hann fekk tá tað gjørdist honum greitt at ein eldsbruni hevði verið í heimbygd síni uttan at hann so mikið sum fekk boð og harvið møguleika at hjálpa.
- Eg kendi meg ógvuliga skuffaðan. Á Alarmcentralinum pástóðu teir tveir dagar frammanundan, at alt skuldi virka, og so hendir hetta. Eg veit at aðrastaðni hava teir fyrr gramt seg um Alarmcentralin, men her suðuri hava vit havt fult álit á fráboðanarskipanini heilt fram til hósdagin í farnu viku. Tað kunnu vit ikki hava longur, sigur William Sand Davidsen, varaleiðari á brandstøðini heima á Sandi.
Váttar at skipanin var í ólagi
Vakthavandi á politistøðini í Havn váttar, at tann automatiska fráboðanarskipanin vísti seg at vera í ólagi leygarmorgunin, tá boð skuldu gevast til sløkkiliðsmenninar heima á Sandi. Vakthavandi visti ikki at siga nakað um tilburðin hóskvøldið, tá fráboðanarskipanin, sambært varaleiðaranum á brandstøðini heima á Sandi, eisini var í ólagi.
Sambært vakthavandi á politistøðini í Havn er fasta mannagongdin tann, at um automatiska fráboðanarskipanin ikki riggar, skal Alarmcentralurin ringja til sjey sløkkiliðsmenn á staðnum. Síðan liggur tað á sløkkiliðsleiðaranum á staðnum at boða fleiri frá, um neyðugt er.
Sambært døgnrapportini hjá løgregluni í Havn, boðaðu teir báðir vakthavandi á Alarmcentralinum leygarmorgunin sjey sløkkiliðsmonnum heima á Sandi frá eldsbrunanum.
Eftirstandandi spurningurin er, hví bara fimm sløkkiliðsmenn komu á staðið, hví bara summir sløkkiliðsmenn fingu boð, og hví aðrir fingu boðini tvær ferðir.