Koronafarsóttin hevur broytt umstøðurnar hjá teimum flestu. Soleiðis er eisini á dagstovnunum kring landið, har leiðarar og starvsfólk nú skipa seg øðrvísi, enn tey gjørdu tíðina fyri korona fyri at fylgja vegleiðingini frá myndugleikunum. Á in.fo hava vit tosað við Tórshavnar, Klaksvíkar og Runavíkar kommunu fyri at vita, hvussu korona hevur ávirkað innkoyringina hjá teimum minstu á dagstovni.
Í Tórshavnar kommunu verður mælt til, at innkoyringin hjá teimum minstu verður gjørd so natúrliga, sum til ber. Starvsfólkini á einstøku stovnunum eru tilvitað um tann tørvin, sum børnini hava, og vit hava vit lagt okkum eftir at royna at gera innkoyringina so natúrliga, sum møguligt, soleiðis, at tað gerst á ein tryggan og góðan hátt, sigur Beinta Dalbø, leiðari á barna- og ungdómsdeildini í Tórshavnar kommunu.
– Hetta er ein trupul tíð, men yvirskipað hava vit sagt, at foreldur, sum koyra børn á stovn fyri fyrstu ferð, eru undantikin tilmælunum. Hetta fyri at tryggja eina góða innkoyring. Tað er torført at krevja, at allir stovnarnir skulu gera eftir tilmælinum, og vit vilja fylgja teimum í tann mun tað ber til, sigur hon.
Les eisini: Vøggustovuinnkoyring ávirkað av koronu
Hon greiðir eisini frá, at í Tórshavnar kommunu er, sum Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, eisini nevndi, ymiskt frá stovni til stovn, tí umstøðurnar á stovnunum eru ymiskar. Á summum stovnum í kommununi verður tildømis kravt, at foreldur, sum koyra børnini inn eru í masku. Eisini verður mælt til, at tað er eitt foreldur, sum stendur fyri innkoyringini.
John Færø, trivnaðarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sigur, at Klaksvíkar kommuna hevur havt fleiri fundir við leiðararnar á dagstovnunum, har innkoyringin hevur verið løgd til rættis, og hóast eingin felgas leistur er niðurskrivaður, eru stovnsleiðararnir samdir um, hvør mannagongdin skal vera.
Ann Mari Kjølbro, leiðari í Barnahúsinum Margit í Klaksvík, sigur, at Klaksvíkar kommuna seinastu tvær vikurnar hevur brúkt eina tilmeldingarskipan, og leiðararnir á ymisku stovnunum hava tí vitað, hvussu nógv børn komu hvønn dag í vikuni.
– Tað hava verið fá børn á stovni, og tí hevur man eisni brúkt hesar vikunar til innkoyring, sigur hon.
– Tað hevur verið ymiskt á ymisku stovnunum, men sum heild hava fundir verið við eitt foreldur í senn í, og so hevur man eisini verið úti í tann mun, tað hevur borið til, sigur hon og leggur aftrat, at leiðslutoymið hevur brúkt koronuráðgevingina nógv seinasta hálva árið og ráðført seg har um, hvussu stovnarnir kunnu brúkast best og á tyggast hátt.
– Er barnabólkurin stórur, hava vit skipað okkum soleiðis, at tað ikki eru nógv inni á stovuni samstundis, so bólkarnir verða minni, men innkoyringin er tó altíð í stovuni, sum barnið skal ganga í, og annað foreldrið er altíð við, staðfestir hon.
– Tankin er at hugsa um smittuspjaðing. So vit vilja heldur gera reint aftana, um tað er blivið ov nógv. Vit mugu vera menniskjalsig í okkara faki, sigur hon og leggur aftrat, at tey hvørki krevja maskur ella negativar koronaroyndir frá foreldrum, sum eru við í innkoyringini.
– Men eru nøkur smátekin upp á sjúku, so skulu tey ikki koma, sigur hon.
Í síðstu viku tók Runavíkar kommuna avger um, at stovnarnir í kommununi skuldu avgreiða innkoyringina hjá teimum minstu á dagstovnunum soleiðis, sum tað passar best á ymisku stovnunum.
– Tað var umráðandi, at eingin stegður kom í innkoyringina á hesum sinni. Tá koronasmittan legði samfelagið lamið í vár, vóru stovnarnir stongdir mitt í innkoyring, og so varð neyðansing til tey, sum høvdu tørv á tí, og síðani byrjaði alt spakuliga aftur. Tað gekk long tíð hjá teimum, sum vóru so óheppin at skula byrja á stovnu tá, sigur Jákup Foldbo, trivnaðarleiðari í Runavíkar kommunu
– Tað er umráðandi fyri okkum, at foreldur tí sleppa at koyra børnini inn í góðari tíð, og tí gera vit tað soleiðis, at dagstovnarnir, um tað ber til, loyva einum foreldri við inn, tá tey vitja stovnin, sum liður í innkoyringini. Men vit heita á foreldrini at hava eina rímuliga nýggja váttan fyri, at tey eru negativ fyri koronu.
Tað eru tó ikki allir stovnarnir í Runavíkar kommunu, sum loyva foreldrunum inn á stovuna við barninum, tá innkoyringin er.
– Har koma foreldur inn og fáa sær kaffimunn í einum rúmi, sum er beint við stovuna, sum barnið er í, soleiðis at barnið kann leita aftur til foreldrið, um tað er tørvur á tí, sigur hann.
– Á hendan hátt kann barnið leita sær aftur til ta tryggu basuna, sum er foreldrið og barnið veit, at tað er í nánd. Vísir tað seg seinni, at hetta ikki er nokk, so má man taka tað upp aftur, sigur trivnaðarlieðarin í Runavíkar kommunu.
– Har havi eg sagt við leiðararnar, at teir mugu meta um í einstøku førunum og gera tað, sum riggar. Og børnini eru fallin rímuliga væl til kortini, sigur hann og leggur aftrat, at gerst hetta ein størri trupulleiki, ella verður barnið ótrygt, so verður tað broytt. Eru foreldrini stúrin, mugu tey tosa við starvsfólkið á stovnini, og námsfrøðingarnir á stovuni síggja, um barnið trívist
Hann greiðir víðari frá, at kommunan hevur valt at gera á sama hátt, sum áðrenn summarfrítíðina, hóast tey hava hoyrt frá onkrum foreldri, at tey ynskja at koma longur inn á stovnin í innkoyringsperioduni.
– Hetta er ein nýggj støða, og skulu allir stovnarnir í kommununi gera á sama hátt, so má koyrast eftir strangasta prinsippi, sigur hann.
– Vit royna bæði at hugsa um ta tryggu innkoyringina og tey læknaligu tilmælini, sum vit hava fingið. Vit royna at sigla millum skerini, sum frægast. Nú skulu vit læra at liva við, at korona er her, tað er ikki víst, at tað hvørvur, leggur hann aftrat.