manningum á partrolarum, sum avgjørt vóru á ovasta endanum av hesum flota, bæði tá ið ræður um skip og inntøkur. Hetta var eisini galdandi fyri arbeiðsumstøðurnar við kryvjimaskinum, sum vit hava barst [...] Sáttmálin er munandi bøttur, eitt nú við hægri manningarparti í míni tíð, eins og tann økta inntøkutrygdin er komin hesum bólki mest til góðar vegna ofta lágar inntøkur. Óli vísir á, at virksemi hjá FF at fáa [...] høvuðsmál, sum var tryggingarviðurskifti, vísir Óli á, at hesi viðurskifti segði hann seg nú einki at vita um – og enn minni hevði hann nakað ítøkiligt uppskot á økinum. Fyrrverandi formaðurin ásannar, at hann
stjórnmálafrøði á sama lærustovni. - Vit hittust fyrstu ferð á einari útferð fyri altjóða næmingar. Vit funnu útav, at vit høvdu nógvar felags meiningar og svingaðu væl, so aftaná eina tíð komu vit saman, fortelur [...] hjá David, sum bæði eru koreansk, men búgva í Jemen, har tey eru trúboðarar. Av tí sama hevur David, sum á koreanskum eitur Wonik Im, eisini búð nógva staðni í heiminum, eitt nú í Korea, Onglandi, Jemen [...] og endar samrøðuna við orðunum: - Vit eru nýgift og hava sjálvsagt ikki verið ígjøgnum so nógv saman enn. Tó royna vit at lurta og tosa saman um alt. Eisini tað, sum vit halda vera sjálvsagt. Tí tað, sum
Jens Paula Nolsøe, og fekk teir áhugaðar at taka á seg uppgávuna. Vit vistu væl, at tað er ikki løtuverk at skriva eina fullfíggjaða Havnar søgu. Tí hava vit roynt at givið høvundunum so góðar arbeiðsumstøður [...] móttøka í Müllers pakkhúsi í Havn í sambandi við at tvey tey fyrstu bindini um søguna hjá Havnini eru komin út. Formaðurin í Mentamálanevndini hjá býráðnum, Heðin Mortensen fegnaðist um bókaverkið og beyð [...] at býráðið letur upp í hendurnar á kønum fólki at skriva Havnar søgu frá landnámi til okkara dagar. Og tað var hesum tilmæli mentamálanevndin fylgdi, tá ið heitt var á Annfinn í Skála, Jógvan Arge, Andras
endaspælinum, so eru allar súðir ikki syftar, verri enn so. ? Vit hava verið rættiliga ónøgdir við tapini í endaspælinum, og tað kom illa við hjá okkum, at venjarin Daniel Rapa bleiv skaddur, men vit hava framvegis [...] millum, men tað passar okkum fínt, um so er. Eg haldi eisini, at tú merkir tað á prátinum í bygdini, at vónirnar ikki eru heilt so stórar, sum tær hava verið, sigur Sámal. Men hóast vestmenningar kanska [...] dystin, hevur StÍF vunnið tveir teir seinastu ? báðir í Vestmanna. ? Fyrra dystin í Vestmanna taptu vit stórt, og tað úrslitið endurtekur seg ikki í dag. Í seinna dystinum var munurin ikki so stórur, og
fyri nakað og als ikki fyri demokratiið, sum er tað besta, ið vit eiga. Vit skulu ikki ferðast langt fyri at koma til lond og samfeløg, sum eru syndrað av beiskum átrúnaðarligum stríði og ósemjum. Er tað [...] ráki er føroyskur politikkur komin til eitt vegamót, sum allir teir gomlu flokkarnir mugu fyrihalda seg til. Úrslitið av hesum nýggja ráki er eins týðuligt og tað er komið óvart á flokkarnar í hesum føri [...] fólkaræði? Tað er ikki vandaleyst, at føroyskur politikkur er við at flyta seg inn á hesa nýggju kós. Forsprákararnir eru harðmæltir, og tann, sum talar ímóti, kann skjótt verða stemplaður sum ógudiligur
saman: “Nú kenni eg málið!” Jákup Pauli kemur síðan norður til Gjáar til jóla, og nú legst hann oman á alt við meslingum. Hvørki hann ella konan høvdu havt meslingar, og nú er hann smittaður á hospitalinum [...] Apolonia aftur til Fríðrik, har hon m.a. sigur: »Vit fingu í dag brøvini frá tykkum, sum vit takka hjartaliga fyri, og vit kunnu ikki Gudi fulltakka, at tit eru so dánt mentir at siga okkum frá teimum syrgiligu [...] vælsignaði Poli. Hann gloyma vit ikki, og hjartað má svíða, tá vit hugsa um tann stóra missin, vit mistu við honum. Hann sum var uggari okkara og vónin, men minnini hava vit eftir hann, og Gud skal hava
Tað er nú rættiliga sannlíkt, at Caroline Wocniacki endar árið sum heimsins besta tenniskvinna. Aðru viku á rað vann hon í fyri løtu síðani finaluna í China Open við sigri á Vera Zvonareva, 6-3, 3-6, 6-3 [...] annars á Wozniacki í US Open hálvfinaluni, men hesaferð var danin tann sterkara. Seinasta kappingin á árinum verður í Doha frá 26. til 31. oktober, har átta tær bestu í heiminum møtast. Tó eru onkur avboð [...] avboð komin, og serliga er ivasamt, um Serena Williams verður frísk frá skurðviðgerðini í fótinum. Hon lá annars nummar eitt á styrkislistanum fram til síðstu viku, tá Wozniacki fór fram um. Summi vilja
"Altartalvan" er komin í bókabúðirnar. Í umrøðuni av bókini verður sagt soleiðis: "Altartalvan "Tann heilaga Kvøldmáltíðin" frá 1647 hvørvur úr Havnar Kirkju, meðan ramman stendur eftir. Á baksíðuni á hesari er [...] hjálparmonnum Edmundi West og Haraldi í Sátudali royna at fáa skil á fløkjuni." Bókin "Altartalvan" er framleidd á Føroyaprenti og fæst nú í bókabúðum. Jógvan Isaksen hevur verið sera virkins sum rithøvundur [...] samband við vitjan av einum jesuitti í 1600-talinum? Tá ið danski stjórin á Listasavninum stutt seinni verður funnin krossfestur á norðurbróstinum í kirkjuni, tysja spurningarnir fram. Hannis Martinsson
áðrenn øll 10 búfólkini eru komin upp á pláss í eldrasambýlinum. Sjúrður Eliasen sigur, at kostnaðurin av sambýlinum í Leirvík fer at liggja millum 9 og 10 miljónir krónur. 16 fólk á Toftum Marjun Gaardbo [...] borgarstjóri, sigur, at hesi sleppa inn á sambýlið so við og við. - Tað fer at taka nakrar dagar, áðrenn øll eru sloppin inn, tí neyðugt er at fáa fólkini upp á pláss so hvørt, tey koma. Hann væntar tó [...] borgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at eldrasambýlið á Toftum hevur pláss fyri 15 búfólkum og eitt pláss er til umlætting. Hon sigur, at átta búfólk sleppa inn á sambýlið teir næstu dagarnar, og síðan verður
botninum versnaði støðan hjá aftasta liðnum B71, sum tapti 3-1 á Svangaskarði. B68 sigurin ber við sær, at toftamenn nú eru á 5. plássi. HB vann 3-1 á heimavølli ímóti ÍF, sum leingi var sera væl við. 2-1 málið [...] Úrslitið ber við sær, at HB nú er á sætta plássi, og at ÍF er á niðurflytingarplássi. KÍ hevur verið í stórum aldudali, og tað sá einki út, tá ið NSÍ við Løkin í Runavík legði seg á odda við tveimum málum. [...] eftir hornsapark lagt EB/Streym á odda. Í 16 teimum fyrstu umførunum hevur B36 ikki tapt. Nú kom lív í dystin, sum hevur verið deydligur eina løtu. Súni Olsen er komin á vøllin í staðin fyri Atla Danielsen