Vanlukkan við Acorn var so ræðulig: Eingin orkaði at tosa um hana

Søgan hjá føroyskum fiskimonnum er full av syrgiligum vanlukkum, sum hava kostað hundraðtals mannalív. Ein av hesum var, tá ið eldur kom í lugarið á Acorn í 1928, og sjey menn doyðu. Grundað á skrivligt tilfar og frásøgnina hjá Dinnufíu verður henda hending lýst, og skal henda frásøgn vera vígd minninum um teir, sum doyðu við Acorn. Tað er eydnast okkum at fáa myndir av seks av teimum sjey monnunum.

Tað mest ræðuliga, sum Dinnafía minnist, er vanlukkan, sum í 1928 hendi við Acorn, og sum kostaði sjey av manningini lívið. Av hesum vóru fýra gjáarmenn.
Sjálv vanlukkan er væl kend og er niðurskrivað, m.a. í Gjáar søgu hjá Petur Jacob Sigvardsen, og tí hava vit bert ein samandrátt av henni.
Men tað, sum fyrstu ferð kem­ur á prent í hesum partinum av samrøðuni við Dinnufíu er frá­søgnin um, hvussu bygdar­fólkið við Gjógv upplivdi hesa vanlukku.
Vanlukkan var so ræðulig, at tað varð ongantíð tosað um hana við Gjógv. At henda søgan nú kann koma fram, er fyrst og fremst einastandandi minninum hjá Dinnufíu fyri at takka, eins og virðismikil íkøst eru fingin frá ættini hjá teimum, sum vóru við.
Hetta var í teirri tíðini, tá ið skipini nýttu karbid sum ljós á dekkinum. Karbid var eitt slag av gassi í einum dunki. Tá vatn kom at gassinum gjørdist ein flamma, sum var eitt gott arbeiðsljós. Men sum alt við eldi, kann tað eisini gera stóran skaða, um tamarhaldið á honum verður mist.
Teir mynstra 12. mars í Klaksvík, og eru tískil júst byrjaðir túr, tá vanlukkan hendir 20. mars. Tað er illveður og Acorn fær ein sjógv, sum eisini fyllir niður í lugarið, og ein karbiddunkur rullar fram á dúrkið úr eini seglkoyggju, har karbiddunkarnir vóru goymdir. Tá sjógvur kemur fram at honum, fer dunkurin at gassa. Dunkurin brestur, og alt er í einum loga í lugarinum og gongini.
Í lugarinum er ein stórur part­ur av manningini, og millum hes­ar eru feðgarnir Jákup Pauli Biskopstø og sonur hansara 17 ára gamli Hans Jacob. Jákup Pauli kundi verið sloppin upp, men í eini roynd at bjarga soni­num, sum var í koyggjuni, leyp hann fram aftur í tað logandi lugarið, hóast hann longu tá var illa brendur. Hann fekk sonin upp úr lugarinum, men hann doyði eitt samdøgur seinni.
Tað eydnaðist at køva eldin við einum vátum segli, sum teir hildu frammanfyri sær. So var roynt at fáa fatur á teimum monnum, sum eftir vóru í lugarinum, og at fáa teir upp á dekkið. Hesir vóru allir so illa brendir, at næstan allir máttu berast upp og aftur í kahúttina, har roynt varð sum frægast at binda um sár teirra, og annars at veita teimum tað sindrið av hjálp, ið fáast kundi úr medisinkistuni tá á døgum.
Hetta var ein ræðulig støða við sjey deyðum og doyggjandi monnum umborð, og fleiri, sum vóru brendir, men yvirlivdu.
Fleiri doyðu beinanvegin, men Hans Jacob Joensen doyði o.u. 22 tímar eftir vanlukkuna. Hans Dorius Mørkøre doyði á sjúkrahúsi í Reykjavík 26. mars. Hann var 20 ár, og hann var for­lovaður við Astu av Eiði, sum seinni giftist við Absalon Østerø, bónda í Útistovu á Trøllanesi.
Teir fara so at sigla á Reykja­vík, men fyrst máttu teir fara í lastina at lempa salt, tí skipið hevði fingið slagsíðu av brotinum, teir fingu, tá saltið fór út í annað borðið.
Hendan morgunin var strúkur í vindi, og siglt varð vestureftir allan dagin. Mikudagin 21.mars var hvassur vindur av útsynningi suðri. Kl. 11 um kvøldið er bæði stormur og kavarok, so tað var ikki hugsingur um at sigla, men tann 22. koma teir loksins inn á Reykjavík.
Sum Petur Jacob skrivar ber illa til at ímynda sær ta ófatiligu líðing, neyð og sálartrega, hesum monnum hevur verið fyri. Av sjó­frágreiðingini sæst, hvussu ein fyri og annar eftir doyði fyri eygum teirra, meðan teir í hálvtriðja samdøgur stríddust bæði hjálparleysir og vónleysir at fáa hesar illa brendu menninar undir læknahond.
Ja, so stór var neyðin, og so stórt var vónloysið umborð, at lívsmegin eisini fór a fjara úr teimum, sum ikki vóru skaddir, og ein teirra orkaði ikki meira og setti seg í stýrhúsið at doyggja!

Síðstu orðini hjá 16 ára gamla Napoleon:“Eg fari til Gud. Troysta mammu!”
Ein av teimum, sum doyðu við Acorn, var tann 16 ára gamli Napoleon, Poli. Við var eisini pápi hansara Fríðrik Klein, sum var beiggi Dánjal Klein. Beiggi Pola, Poul Erik, var eisini við.
Í ættini finst brævaskifti, sum var millum Fríðrik og konuna Apoloniu eftir vanlukkuna. Hetta eru sera kensluborin brøv, og í samráð við ættina verða brot endurgivin úr hesum brøvum, og tey kunnu vera við til at lýsa støðuna hjá teimum umborð. Sigast kann, at hon er merkt av eini ótrúligari sálarstyrki og gudsótta.
Í brævinum, skrivað 25.3., dagin eftir jarðarferðina, greið­ir Fríðrik fyrst frá sjálvari van­lukk­uni. Hann skrivar, at allir sum doyðu, lógu í koyggjuni. Hans Dorius, sum doyði seinni, og Jacob Pauli sótu við borðið í lugarinum.
Her skal verða endurgivin frá­søgnin hjá Fríðrik um síðstu løtuna hjá Pola:
”Vores kjære Søn hensov klokken 2 om Dagen, (sum van­lukkan hendi um morgunin). Jeg var hos ham til det sidste Aandedrag, og han sagde til mig: ”Gode Fader. Græd ikke, jeg slipper til Gud. Trøst Moder, Gud trøste hende”, bad han, og han bad sit Fadervor med klar Forstand. Gode Kone, nu har han det godt, det er ikke at tænke noget andet. Gud lade os alle samles med ham i de dejlige Boliger hist oppe i de lyse Sale hos Gud i Himmelen.”
Tann 3. apríl skrivar Apolonia aftur til Fríðrik, har hon m.a. sigur:
»Vit fingu í dag brøvini frá tykk­um, sum vit takka hjartaliga fyri, og vit kunnu ikki Gudi fulltakka, at tit eru so dánt mentir at siga okkum frá teimum syrgiligu til­burðum, ið tykkum hava hent.
…..
Men okkara vælsignaði Poli. Hann gloyma vit ikki, og hjartað má svíða, tá vit hugsa um tann stóra missin, vit mistu við honum. Hann sum var uggari okkara og vónin, men minnini hava vit eftir hann, og Gud skal hava takk og lov fyri, at hann unti okkum at eiga ein so vælsignaðan son.
Vit eru fegin, mín góði maður, at Harrin unti tær at vera hjá hon­um í deyðastundini og nú kanst fortelja okkum um tey síðstu orðini, ið komu um hansara vælsignaðu varrar. Likam hansara var sjúkt, men ondin var frísk. Tað vitna tey orð og tann heilsan, hann var mentur at senda okkum heim. Hóast hansara sváru likams­neyð var hann mentur at siga eitt troystandi orð til syrgjandi faðir og móður sína, og ta kraft fekk hann omanifrá, frá Gudi í himli, honum sum hann nú er komin til.«
Koma á Reykjavík.
Tá ið teir koma á Reykjavík, tók Alfred Petersen, sjómans­trúboðari, ímóti, og royndi hann, alt hann kundi, at vera um og hjálpa monnunum í hesi ræðuligu støðuni, teir vóru í.
Danska sendistovan í Íslandi skipaði fyri, at jarðarferðin skuldi vera 24. mars úr dómkirkjuni í Reykjavík. Kirkjan var fullsett, og tað var eisini umboðan frá fremstu monnum Íslands. Tað lógu fýra føroysk skip inni, og manningarnar á teimum vóru eisini við til jarðarferðina.
Vit endurgeva frásøgnina hjá Fríðrikki Klein frá jarðarferðini í umrødda brævi:
»I gaar foregik Begravelsen. Det var saa stor Højtidelighed, som ikke har været før i Reykjavík. Domkirken var pyntet af færøske Piger. Kisterne var pyntede i Kirken. Kirken var fyldt med folk og lige meget stod undenfor. Saa god en Gravtale har ingen hørt før. Færinger, som var inde, bar kisterne fra Domkirken til Kirkegaarden. Saa stor en ligskare har ikke været før. Alfred Petersen talede på Kirkegaarden.«
Kona lovaði at halda grøvina.
»Jeg og Poul (sonurin) var paa Kirkegaarden i dag. Da vi stod på Graven kom en Kone til os. Hun sagde: ”Hils din bedrøvede Kone, jeg skal pynte Deres Søns grav. Det kan være en liden Trøst for din Kone.” Hun gav os sin adresse og bad os komme hjem til sig i morgen. Hun skal smykke graven lige saa godt som den var hjemme«.
Tað áhugaverda er, at grøvin hjá teimum á Acorn tykist at vera munandi betur røkt enn grøvin hjá teimum á “Onnu” sum er beint við. Gullstavirnir á steininum síggja út sum nýggir, og ein keta, sum er kring grøvina, sær eisini út til at vera nýsmurd. Tað tykist sum at henda grøvin hevur onkran góðan. Spurningurin er, hvør tað kann vera!
Tað skal verða nevnt, at Grímur Eysturoy tók sær í nógv ár av hes­um grøvum, men tað er langt síðani, at hann fall frá.

Hans Dorius verður jarðaður
Í brævi dagfest 29.3 skrivar Fríðrik m.a:
»Nu i dag bliver en af vores Kammerater (Hans Dorius Mørk­øre) baaret til sit sidste Hvilested, og Gud hvor er det trist for os og for dem som staar nærmest til den hensovede. Din Broder (Jákup Pauli Biskopstø) er lidt bedre. Doktoren har Haab om, at han kommer til at leve.«
Teir vórðu jarðaðir í gamla kirkjugarðinum í miðbýnum í Reykjavík. Á grøvini er settur ein prýðiligur steinur, sum Óli Arge, e, abbi Niels Juel, hevur gjørt.
Her kann verða skoytt uppí, at Poli var fyrstu ferð farin til skips í 1927, og tað var eisini við Acorn. Hetta sæst í hansara sjófartsbók, sum ættin hevur í varðveitslu. Fríðrik, pápi hansara, doyði longu tvey ár seinni av sjúku.

Ræðulig støða, men máttu út aftur at fiska
Restin av manningini var sjálv­sagt í eini ræðuligari støðu. Hvat skuldu hesir neyðars menn gera. At fara heim hjálpti einki. Teir høvdu framvegis brúk fyri at útvega sær inntøku og fáa túr, so teir manna skipið av nýggjum við íslendingum fyri teir, sum eru farnir, og teir gera túrin lidnan.

Dinnafía: Tíðindini koma til Gjáar
Eg var knapt 11 ár tá, og eg minn­ist, hvussu vit frættu um hendan sorgarleikin. Vit vóru í skúla, og vit høvdu verið við hús til morgunmatar og vóru farin oman aftur í skúlan. Eitt av skúlabørnunum var Fía í Oyndarfirði, sum livir enn við Gjógv. Hon búði hjá abbasystur síni hjá Debusi, har telefonstøðin var. Tíðindi til bygdina komu altíð fyrst hagar. Vit síggja, at Fía situr og grætur, tá hon kemur aftur í skúlan. Vit halda hetta vera so undarligt og vita ikki, hvat ið bagir.
Eina løtu seinni bankar á hurðina. Tá er tað Sofus Debes, sum hevði telefonstøðina. Hann rópar læraran Jóhan Kallsoy útum. Tá lærarin kemur inn aftur, gevur hann okkum frí. Vit fóru so til hús, og eg fór eystur til okkara við talvuni, sum vit høvdu við okkum í skúla at skriva á. Eg fór so út aftur og niðan á Rætt.
Frida, hon var javngomul við meg og var dóttir Jákup Paula Biskopstø, var farin niðan til teirra í Ólastovu.
Eg sat so inni uppi á Rætt. Fyrst kom so ein kona inn. Hetta er Elspa, mamma Meinhard Djurhuus. Og hon sigur: “Oy Jesus, hvat man vera áfatt. Sofus fór við bláari húgvu heim í Ólastovu.” Bláar húgvur vórðu vanliga nýttar til jarðarferðir. Jarðarferð var eingin, so tað var ikki ringt at gita, at her var talan um ófrættaboð.
Abbi situr á bríkini, og so fer hann út. Dinna, systkinabarn mítt, fer eisini út, og hon er tað fyrra, sum kemur inn aftur grátandi. “Oy Jesus,” sigur hon, “Hans Jacob í Ólastovu er deyður, Hans Jacob yviri í Geil er deyður, Poli á Tarafløtti er deyður og gamli Djóni er deyður. Eldur hevur verið umborð í Acorn”. Tað vóru eini forferdilig tíðindi.

Boðini koma í Ólastovu
Frida segði mær, at hon kemur eins og hini heim úr skúlanum hendan dagin, og at hon og mamma hennara, Hansina, vóru einsamallar inni. Mamman spyr: “Er tú longu aftur?” “Jú, vit hava fingið frí,” sigur Frida. Tær báðar fara so at vaska skinn í kjallaranum. Nú hoyra tær, at onkur kemur inn, og tær fara upp at vita, hvør tað var.
Tá er tað Sofus Debes við bláari húgvu!
Tað fyrsta, mamman sigur, er: “Eru teir deyðir?” “Jákup Pauli livir,” var svarið, og tá skilti hon, at hetta mátti merkja, at sonurin Hans Jacob var deyður.
Tað var ein forferdiligur dag­ur. Hansina fekk ikki at vita beinan­vegin, at Jákup Pauli var so illa brendur.
So kom prestur, eg haldi, at tað var Fibiger Jensen. Hann kom inn, og Hansina var í songini.
Maður til systur Hansinu, Annu Sofíu, Dánjal Rasmus Joensen, var eisini við Acorn, men hann hevði ikki fingið skaða.
Anna Sofía kom so eisini við inn í Ólastovu, og hon skuldi eisini vera í stovuni tá prestur kom. Hon sigur so prestinum, at maður sín var eisini við, men hann kom ikki til skaða. So spyr Hansina: “Er nakar kom­in til skaða?” “Din mand er en,” svarar prestur. Hetta var sjálvsagt ikki minni hvøkkur hjá hesi neyðars konu.
Jákup Pauli og Hansina áttu tveir synir og eina dóttur. Hin sonurin, Poul, var omandottin í Gjónni trý ár frammanundan, 12 ára gamal. Hetta var eisini ein kvøkkur í bygdini. Jógvan Sofus var í Gjónni, tá ið hetta hendi. Hann sá ikki dreingin detta, men hann hoyrdi klamsið.
Heini Festirstein var ein av teim­um sum royndu at køva eldin. Tá tað næstan var eydnast hoyrir Heini eymkan frá einum manni í lugarinum. Hann loypur fram og finnur Jógvan í Andrasstovu av Eiði, ið stendur framman fyri pálstyttuna við høvdinum móti skarpinum. Heini tekur Jógvan, ið var brendur, um ikki so illa sum hinir, upp í kneppið og bar hann upp á dekkið.
Ein funningsmaður, Dánjal Pauli Olsen, var kokkur. Hann plagdi ikki at vera til skips, hann hevði handil. Men hann var farin við sum kokkur og skuldi bert vera tann eina túrin, og hann var ein teirra sum doyði.
Djóni, pápi Annu Malenu, sum var mamma bispin, hevði sovið seg inn í ævinleikan. Hann var roykeitraður.
Tað vóru 13 gjáarmenn við skipinum. Karl, pápi bispin, var skipari. Hans Jákup Biskopstø var farin til skips við pápa sínum og var nú eisini deyður. Tað vóru sum sagt fýra gjáarmenn, sum doyðu í hesi vanlukkuni. Tann elsti var 61 ár, meðan hinir vóru blaðungir dreingir, 16 til 23 ára gamlir. Eg kendi teir allar sum fittar og dámligar dreingir.
Eingin kann siga frá, hvussu forferdiligur stemningurin í bygd­ini var, og hvussu hugtung øll vóru eftir hesi boðini. Ólukkan við Smyrli var hend í januar, tá ið ein dekssalong var farin fyri borð av einum sjógvi, og tey sum vóru inni í henni umkomust. Tá doyði ein gjáargenta, sum æt Dagmar Joensen. Ein, sum doyði, var úr Suðuroy. Hon skuldi eisini koma til Gjáar at ferðast til eina konu úr Sumba, sum var gift til Gjáar.
Í dag hevði verið skipað fyri minningargudstænastum, so tey eftirsitandi kundu fingið eitt slag av jarðarferð. Men við Gjógv var eingin kirkja tá. Einki varð tosað um hendingina, so fólk máttu hava tað inni við seg sjálvan.
Sum omma bispin fekk boðini
Jóhanna á Jolluni, omma bispin, Hans Jacob Joensen, var eftir torvi tann dagin, sum hetta frættist við Gjógv. Komin heim móti bygdini hittir hon eina seks ára gamla smágentu, og hon sigur við Jóhonnu: “Nú eru hesir menninir á Smyrli aftur deyðir.” Hon var so lítil, at hon blandaði skipini saman. “Hvat sigur tú góða,” sigur hon, “hvør er deyður?” So fer hon at rokna upp: “Djóni,….”, og so nevnir hon hinar. Soleiðis frætti hon deyðsboðini av manninum, áðrenn hon fekk tey alment at vita.
Seinni komu klæðini hjá deyðu monnunum heim, og tey lógu í handlinum uppi á Gjógv. Vit sóu posarnar gjøgnum vindeygað, tað var forferdiligt at síggja.
Karl bleiv skipari aftur um summ­arið, men eg haldi ikki, at hann førdi skip aftur aftan á tað. Men teir brúktu ikki karbid túrin eftir við Acorn.

Tyngstu spor
Tá Apolonia Klein á Tarafløtti fór til gravar segði Jóhan Kalls­oy, sum var lærari við Gjógv um hetta mundið, nøkur orð á kórsgáttini. “Tyngstu spor, eg nakrantíð havi stigið, var tá eg fór niðan á Tarafløtt at bera teimum deyðsboðini av Pola”. Hann var sonur hennara. Við vóru annars eisini maður Apoloniu, Fríðrikur og sonurin Poul Erik Nólsoy.
Sofus Debes var ofta við líkn­andi boðum, tí javnan komu deyðsboð til Gjáar, eisini av fólki sum doyði av sjúku, og hansara ætt sigur, at hetta fall honum sera tungt.

Tordu ikki at møta fólki
Sum rímiligt er, hevur tað verið tungt hjá teimum á Acorn at koma heim aftur. Um hetta hava vit eina frásøgn frá Jógvan Mørk­øre í Hósvík.
Abbi hansara, Jógvan í Skúla­num á Eiði, var bestimaður, og sonur hansara, Hans Dorius, var ein sum doyði. Teir vóru fimm eiðismenn, sum fóru avstað, og bert tríggir teirra komu heimaftur. Hin, sum doyði. var Hans J Jacob­sen.
Sum hjá hinum av manningini var tað sera lítið, sum Jógvan vildi greiða frá hesum tilburði. Men onkuntíð kundi hann siga eitt sindur frá. Hann greiddi eisini frá, hvussu tað var at koma heim. Hjá honum var tað serliga ringt, tí hann kom heim uttan sonin.
Teir komu til gongu til Eiðis, og hava helst verið settir av í Funningi. Hetta var í dagslýsi, men teir vildi ikki koma oman í bygdina, meðan ljóst var. Tað stóð so nógv á teimum, at teir vildu ikki møta fólki. Tískil bíðaðu teir, til tað var blivið myrkt, áðrenn teir fóru til hús.
Jákup Pauli og hansara lagna
Jákup Pauli kom heim aftur til Føroyar í august mánaði í fyrsta umfari eftir at hava ligið á katólska hospitalinum í Reykjavík. Fyrst kom hann á hospitalið í Havn. Jógvan Sofus, maður mín, vitjaði hann saman við pápa sínum Jóhan í Blásastovu. Jákup Pauli var heilt ókenniligur, so illa andlitið var brent. Jógvan minnist, at einaferð sigur pápi hansara við Jákup Paula, tá teir prátaðu saman: “Nú kenni eg málið!”
Jákup Pauli kemur síðan norður til Gjáar til jóla, og nú legst hann oman á alt við meslingum. Hvørki hann ella konan høvdu havt meslingar, og nú er hann smittaður á hospitalinum. Men hann varð tó vist ikki so ringur kortini.
Jákup Pauli fór síðan nokk so skjótt niður á ríkishospitalið. Jákup Pauli var so illa brendur, at hann hevði mist, nøs, oyru, og serliga vinstra hondin var illa farin. Hansara eygnalok vóru eisini farin, og Jákup Pauli bar altíð myrkar brillur, sum hann mátti binda um nakkan, tí oyruni vóru mestsum burtur. Um náttina svav hann við bindi fyri eyguni, tí hann fekk ikki blundað.
Hann mátti tola ómenniskj­ansliga pínu fyri at koma fyri seg aftur. Teir máttu gera honum nýggja nøs burtur úr arminum. Hetta varð gjørt uttan doyving. Armurin varð lagdur soleiðis, at hann skuldi vaksa saman við tí, sum var eftir av nøsini. Soleiðis lá hann í tríggjar mánaðir, og síðan var nýggj nøs skorin burtur úr arminum!
Bispur sigur, at Gudmund Bruun, prestur, plagdi at vitja Jákup Paula á sjúkrahúsinum niðri.

Jákup Pauli kemur heim
Hann var niðri alt 1929. Hann kom ikki aftur fyrr enn í apríl 1930, og tá eru tvey ár farin síðan vanlukkuna. Tann dagin hann kom aftur var ikki veður at sigla til Gjáar, og tí kom farturin til Funnings.
Tað var so ofta, at børn fóru at bera viðføri til Funnings fyri fólk, sum komu og fóru við fartinum. Eg var so farin til Funnings, og eg hevði borið viðføri fyri onkran, sum skuldi avstað. Tá var eg 13 ár.
Tá kemur Jákup Pauli aftur niðri frá. Eg minnist, at eg var biðin um at bera eitt kuffert hjá honum. Eg bar tað so líka út í Ólastovu. Jákup Pauli var undan mær til hús. Mamma Jákup Paula, Lisa, var so gomul tá, at hon lá bara í seingini. Eg kom so inn við kuffertinum. Tá kom Hansina út. Hon hoyrdi, at fólk kom inn. Eg sigi, at eg eri komin við kuffertinum. Tá sigur hon: “Oy Jesus, sum Jákup Pauli sær út!” Hansina fer so inn aft­ur í stovuna, og eg hoyri hana siga við vermammuna: “Jákup Pauli hevur keypt tygum hesar morgunskógvarnar”. So umhugsin var Jákup Pauli hóast sína ringu støðu! Men hon kom ikki úr song­ini aftur og doyði skjótt eftir, so teimum fekk hon ikki brúk fyri.
Jákup Pauli fór ikki til skips aftur, men hann byrjaði beinanvegin at venja seg við at arbeiða aftur. Hann fór at arbeiða inni og at gera ymiskar lutir, sum rammar og smá borð. Eisini fór hann at karða og spinna.
Sum fráleið kom hann at gera næstan alt arbeiði heima, og man hava havt ótrúligar kreftir. Tað var ikki alt, hann kundi gera, sum t.d. at greipa fisk, men hann kundi fletta, velta, skera torv og nógv annað. Hann róði eisini út.
Spurningur er, hvussu eitt húski kundi klára seg, tá forsyrgjarin knappliga var so óhjálpin. Men her kom føroyska hjálpsemi aftur at standa sína roynd. Frida segði frá mammu síni, at pengar komu ymsastaðni frá, men hon visti ikki frá hvørjum, tí tey vóru ónevnd. Tað var skipað fyri innsavning til Jákup Paula niðri, meðan hann lá sjúkur har, og henda gav kr. 3.000. Tað vóru eisini fólk, sum hjálptu teimum t.d. við at hoyggja. Ann­ars var nógv jørð í húsinum, so hetta bøtti um støðuna.
Men royndirnar hjá hesum plágaða húski vóru ikki av við hesum. Bert tvey ár seinni doyr Hansina, kona Jákup Paula av sjúku. Tá var Frida 15 ára gomul og hevði mist mammu og tveir beiggjar, meðan pápin hevði hetta stóra meinið. Frida giftist seinni við Tummas Debes og tey búsettust í Ólastovu. Hon náddi høgan aldur og doyði fyri nøkrum árum síðani.
Frida og Tummas fingu 5 børn. Dóttirin Magnhild tekur til, hvussu sálarsterk mamma hennara var. Hetta kom ikki minst til sjóndar, tá ið hon á ellisárum kom at sita yvir síni deyðasjúku ommudóttur, sum doyði í bestu árum.
Jákup Pauli var 46 ár, tá ið hetta hendi, og hann gjørdist yvir 80 ár, so hann hevði eitt langt lív aftan á vanlukkuna.
Tey, sum kendu Jákup Paula, vandu seg við hansara útsjónd, men ættin hjá honum sigur, at tey, sum ikki kendu Jákup Paula, fingu sum ein kvøkk, tá ið tey sóu hann, og tað hendi seg meira enn so, at fremmand børn róptu eftir honum. Tá helt hann seg innandura. Men tað hendi eisini, tá børn hugdi at honum, at hann greiddi teimum frá orsøkini til, at hann sá soleiðis út.
Men annars verður tikið til av gjáarfólki, at øll vóru góð við Jákup Paula, og sjálvur var hann eitt framúr fitt fólk.

Minningarhaldið
Í 1999 var nevndin í fiski­manna­­­felagnum í Íslandi, og í hes­um sambandi var hild­ið minn­ingar­hald í gamla kirkju­garð­inum í Reykjavík fyri teir føroysku fiskimenninar, sum eru jarðaðir har, nevniliga manningunum á “Onnu” og “Acorn”. Hetta var ein minnilig og grípandi løta, har tey, sum vóru til staðar, meira enn fyrr fingu eina kenslu av korunum hjá føroyskum fiskimonnum tá í tíðini.
Jóhan, beiggi Hans Dorius Mørkøre, var eisini við hendan túrin í Íslandi. Hann hevði ongan hug at fara, men Jógvan, sonurin, fekk hann yvirtalaðan at koma við sær. Aftaná var hann sera fegin um at hava verið við. Eins og onnur á ferðini fekk hann nú meira frið í sálini og kundi seta eitt slag av punktum fyri hesa hending. Aftaná var tað eisini lættari hjá honum at tosa um hendingina.
Aftan á minningarhaldið í Íslandi varð hildin ein líknandi samkoma á Toftum, har filmur var vístur frá minningarhaldinum. Tá var Frida við og hevði við sær eina frágreiðing um, hvusssu hon upplivdi hesa tíðina.
Vit eru fegin um, at henda søgan nú eisini er komin á prent.

Manningin
1. Carl Anton Joensen, skipari
2. Joen Joensen
3. Hans Jacob Joensen, 23 ár
4. Poul Erik Nólsoy
5. Christian Johannes Jacobsen
6. Frederik Klein
7. Poul Johannes Joensen
8. Napoleon Klein, 16 ár
9. Daniel Rasmus Joensen
10. Hans J Biskopstø, 17 ár
11. Jacob Sofus Jacobsen
12. Djone Debes, 61 ár.
13. Jacob Pauli Biskopstø, allir frá Gjógv
14. Joen Mørkøre, bestimaður
15. Heini Festirstein
16. Hans Dorius Mørkøre, 20 ár
17. Hans Jacob A. E. Jacobsen, 21 ár
18. Joen F. Hansen, allir av Eiði
19. Daniel Pauli Olsen, úr Funningi, 32 ár

Teir, sum doyðu, eru undirstrikaðir.

Skyldskapur millum manningina:
12 var verfaðir 1 og 19.
14 var pápi 16.
6 var pápi 4 og 8, og kona 6 var systir 13.
7 var pápi 1, 9 og 15.
5 og 11 vóru brøður.
13 var faðir at 10 og systir 13 var kona 6.
3 og 10 vóru systkinabørn. Mammurnar vóru systrar. Teir vóru uppkallaðir eftir abbanum í Horni, sum gekk burtur við Samløguni í 1884.
Kona 7, Anna Sofía, var hálvsystir 13 og hálvsystir konu nr. 6.
Hetta merkir, at 1, 9, 15, 4, 8 og 10 vóru systkinabørn.