Eldrarøkt
Á Toftum verður høvið at síggja eldrasambýlið millum klokkan 14 og 17 og hósdagin, 9. september, verður húsið sýnt fram fyri innbodnum.
Í Leirvík kunnu bygdarfólkini síggja húsið í dag millum klokkan 13 og 16 og týsdagin, 7. september, verður sambýlið víst fram fyri innbodnum.
Bæði á Toftum og í Leirvík byrja tey at taka búfólk inn, 1. september.
10 fólk í Leirvík
Í eldrasambýlinum í Leirvík verður pláss fyri 10 búfólkum, og Sjúrður Eliasen, borgarstjóri, sigur, at hesi sleppa inn á sambýlið so við og við.
- Tað fer at taka nakrar dagar, áðrenn øll eru sloppin inn, tí neyðugt er at fáa fólkini upp á pláss so hvørt, tey koma.
Hann væntar tó ikki, at tað fer at taka drúgva tíð, áðrenn øll 10 búfólkini eru komin upp á pláss í eldrasambýlinum.
Sjúrður Eliasen sigur, at kostnaðurin av sambýlinum í Leirvík fer at liggja millum 9 og 10 miljónir krónur.
16 fólk á Toftum
Marjun Gaardbo, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at eldrasambýlið á Toftum hevur pláss fyri 15 búfólkum og eitt pláss er til umlætting.
Hon sigur, at átta búfólk sleppa inn á sambýlið teir næstu dagarnar, og síðan verður pláss fyri átta fólkum aftrat.
Marjun Gaardbo sigur, at eldrasambýlið á Toftum kostar slakar 14 miljónir krónur, nú tað stendur liðugt og klárt at taka í nýtslu.