EB/Streymur hevur vunnið á B36

Tað var sera undirhaldandi og tætt í øllum fimm dystunum, tá ið 17. umfar í Vodafonedeildini var á skránni í góðveðrinum í kvøld.

Toppliðið B36 var ongantíð í 16 teimum fyrstu umførunum farið av vøllinum uttan stig. Í kvøld tapti B36 við Margáir. Árstalsfelagið var sera væl upplagt í 1. hálvleiki, men støðan var 1-1, tá ið teir fóru at hvíla seg, og í 2. hálvleiki var tað toppskjúttin Arnbjørn Hansen hjá EB/Streymi, sum skoraði sigursmálið fyri heimaliðið.

Víkingur lyfti seg í kvøld eitt stig nærri oddaliðnum. Eysturoyarliðið hevði fyri tað mesta takið á spælinum, men tað var 07 Vestur, sum legði seg á odda, og tað var ikki fyrr enn fram ímóti endanum, at tað eydnaðist Víkingi at javna. 07 Vestur er á sjeynda plássi.

Í botninum versnaði støðan hjá aftasta liðnum B71, sum tapti 3-1 á Svangaskarði. B68 sigurin ber við sær, at toftamenn nú eru á 5. plássi.

HB vann 3-1 á heimavølli ímóti ÍF, sum leingi var sera væl við. 2-1 málið varð skorað eftir brotsspark og returbólt. Úrslitið ber við sær, at HB nú er á sætta plássi, og at ÍF er á niðurflytingarplássi.

KÍ hevur verið í stórum aldudali, og tað sá einki út, tá ið NSÍ við Løkin í Runavík legði seg á odda við tveimum málum. KÍ reisti seg tvær ferðir. Fyrru ferðina við at javna til 2-2 og so aftur til 3-3.

Sunnudagin er 18. umfar á skránni, og tá er ein av uppgerðunum tann í Klaksvík millum KÍ og HB!

 

 

B68-B71 3-1 (1-1)

1-0: Remi Langgaard 30.

1-1: Mikkjal Hentze 34.

2-1: Niclas Joensen 73.

3-1: Eli Simonsen 83.

Dómari: Dagfinn Forná

B68: Tórður Thomsen - Dánjal Pauli Højgaard, Christian Stokholm, Ndende, Niclas Joensen - Jónleif Højgaard (Kristian Anton Andreasen, 75.), Eli Simonsen, Jann Ingi Petersen, André Olsen, Remi Langgaard (Óli H. Olsen, 58.) - Ahmed Keita (Jóhan Dávur Højgaard, 80.)

Gult kort: Remi Langgaard

B71: Símun Rógvi Hansen - Thomas Hans Rubeksen, Allan Tungá, Bojan Sivic, Poul Kjartan Dam - Rasmus F. Nielsen, Bogi Hermansen (Rúni Joensen, 89.), Høgni Midjord (René Clementsen, 75.), Gudmund Nielsen, Mikkjal Hentze (Marcus Klementsen, 83.) - Tijani Mohammed

Gult kort: Gudmund Nielsen, Allan Tungá

 

EB/Streymur-B36 2-1 (1-1)

0-1: Jonas Flindt Rasmussen 11.

1-1: Hans Pauli Samuelsen br 17.

2-1: Arnbjørn Hansen 80.

Dómari: Petur Reinert

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen (Arnar Dam, 74.), Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex Jose Dos Santos - Pætur Dam Jacobsen, Levi Hanssen, Sorin Anghel, - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen (Poul G. Olsen, 90.), Hans Pauli Samuelsen (Brian Olsen, 90.)

Gult kort: Alex José dos Santos, Gert Hansen, Egil á Bø, Pætur Dam Jacobsen, René Tórgarð, Arnar Dam

B36: Meinhard Joensen - Heini Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Jákup á Borg, Róaldur Jacobsen (Mahmud Suleiman, 86.), Atli Danielsen (Súni Olsen, 82.), Klæmint Matras, Ingi Højsted (Heini í Skorini, 45.) - Lukasz Cieslewicz

Gult kort: eingin

 

HB-ÍF 3-1 (1-1)

0-1: Bogi Løkin br 6.

1-1: Símun Samuelsen 10.

2-1: Jón Krosslá Poulsen 90.

3-1: Jón Krosslá Poulsen 90.+3.

Dómari: Eiler Rasmussen

HB: Teitur Gestson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Fróði Benjaminsen, Hendrik Rubeksen - Rógvi Poulsen (Jón Krosslá Poulsen, 62.), Kári Nielsen, Rókur av Fløtum Jespersen (Hanus Thorleifsson, 57.), Hallur Hansson, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum (Tróndur Jensen, 82.)

Gult kort: Rógvi Holm, Jón Krosslá Poulsen

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Kaj Ennigarð, Uni R. Petersen, Jann Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Alexander Jovevic, Bogi Løkin, Høgni Zachariassen (Hanus Eliasen, 65.), Nenad Saric (Atli Petersen, 88.) - Bartal Eliasen

Gult kort: Jan Ó. Ellingsgaard, Bartal Eliasen

 

07 Vestur-Víkingur 1-1 (0-0)

1-0: Dánjal Rói Olsen 67.

1-1: Kaj Leo í Bartalsstovu 83.

07 Vestur: Hans Jørgensen - Torstein Mýlingstind, Téhé Aristide, Kingsley Amunike, Rógvi E. Nielsen (Hans Arni Ellefsen, 80.) - Holgar Durhuus, Joseph Bassene, Jovan Panic, Eli F. Nielsen - Clayton Nascimento, Dánjal Rói Olsen (Jákup Olsen, 87.)

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen (Hjartvardur Hansen, 79.), Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar, Sam Jacobsen, Niclas Niclasen, Evrard Blé (Kaj Leo í Bartalsstovu, 76.) Páll Klettskarð (Andreas Lava Olsen, 64.) - Finnur Justinussen

Gult kort: Hanus Jacobsen, Erling Jacobsen, Niclas Niclassen

Reytt kort: Niclas Niclassen (2 gul) 90.

 

NSÍ-KÍ 3-3 (2-2)

1-0: Christian Høgni Jacobsen 6.

2-0: Heðin á Lakjuni 25.

2-1: sjálvmál 37.

2-2: Álvur F. Christiansen 43.

3-2: Heðin á Lakjuni 57.

3-3: Hjalgrím Elttør 79.

NSÍ: András Gango – Jónhard Frederiksberg, Petur Pauli Mikkelsen, Helgi L. Petersen, Einar T. Hansen – Fritleif í Lambanum (Andrias á Líknargøtu, 83.), Jústinus R. Hansen, Heðin á Lakjun, iÁrni Frederiksberg (Jann Martin Mortensen, 79.) - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen (Mamuka Toronhadze, 75.)

Gult kort: Jústinus R. Hansen, Heðin á Lakjuni

KÍ: Gunnar á Steig – Jógvan Isaksen, Oddmar á Lakjuni, Sørmundur Kalsø, Sigmund G. Jacobsen (Ísak Simonsen, 57.) - Álvur F. Christiansen (Bárður J. Heinesen, 75.), Nenad Stankovic (Steffan Kalsø, 69.), Ivan Joensen, Kristoffur Jakobsen - Hjalgrím Elttør

Gult kort: Oddmar á Lakjuni, Jógvan Isaksen, Steffan Kalsø

 

Støðan

B36 40

Víkingur 39

EB/Streymur 32

NSÍ 26

B68 19

HB 18

07 Vestur 18

KÍ 17

ÍF 16

B71 10

EB/Streymur og ÍF hava spælt 16 dystir, og hini liðini hava spælt 17 dystir.

 

18. umfar

Sunnudagin 21. august

ÍF-Víkingur

B36-NSÍ

B68-07 Vestur

KÍ-HB

B71-EB/Streymur

 

 

 

 

 

-----

 

17. umfar er á skránni í kvøld, og vit fylgja dystunum:

 

Liðugt

2-1 til EB/Streym

 

90 min.

2-1 Hans Pauli Samuelsen hjá EB/Streymi verður avloystur av Briani Olsen.

 

85 min.

2-1

Tað gongur striltið hjá B36 at leggja trýst á EB/Streym.

Jonas Flindt Rasmussen er fluttur fram í álopið, og harvið er møguleikin hjá EB/Streymi fyri mótálopum stórur.

Mahmud Suleiman hjá B36 er komin á vøllin í staðin fyri Róald Jacobsen.

 

80 min.

2-1

Arnbjørn Hansen hevur eftir hornsapark lagt EB/Streym á odda. Í 16 teimum fyrstu umførunum hevur B36 ikki tapt. Nú kom lív í dystin, sum hevur verið deydligur eina løtu. Súni Olsen er komin á vøllin í staðin fyri Atla Danielsen hjá B36.

 

70 min.

1-1

Gert Hansen hjá EB/Streymi er farin av vøllinum og í hansara stað er komin Arnar Dam.

EB/Streymur hevur væl betri tak á spælinum nú, enn heimaliðið hevði í 1. hálvleiki.

 

50 min.

1-1

 

 

45 min.

Hálvleikur

1-1

Ingi Højsted hjá B36 er farin skaddur av vøllinum. Í hansara stað er komin Heini í Skorini.

 

35 min.

1-1

B36 hevur havt bóltin í málinum, men Símun Joensen, sum var síðstur á frísparksinnlegginum frá Róaldi Jacobsen, var dømdur rangstaddur.

Gert Hansen hjá EB/Streymi hevur sæð gult fyri at fella Lukasz Cieslewicz.

B36 er leikliga omaná, og spælið flýtur sera væl hjá oddaliðnum.

 

30 min.

1-1

Tað er lívligt, og bæði liðini leypa á, eitt nú við at vongverjarnir bjóða seg til í uppspælinum.

 

 

25 min.

1-1

Heimaliðið er komið fyri seg, og nú gongur tað meiri javnt á, enn tað gjørdi fyrstu løtuna.

Odmar Færø hjá B36 hevur sæð gult eftir miseydnaða takling ímóti Arnbirni Hansen.

 

20 min.

1-1

EB/Streymur hevur verið fyri ongum, men nú hava teir javnað. Útjavnandi málið skoraði Hans Pauli Samuelsen við brotssparki.

 

15 min.

0-1

Jonas Flindt Rasmussen hevur við stútara lagt B36 á odda. Gestirnir hava verið greitt omaná, og nú eru teir á odda.

 

10 min.

0-0

 

5 min.

0-0

B36 hevur havt stóran málmøguleika. Lukasz Cieslewicz var fyrstur á returbólti eftir skotroynd frá Jákupi á Borg, men hann kiksaði.

 

EB/Streymur-B36 kl. 18.30

Dómari: Petur Reinert

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex Jose Dos Santos - Pætur Dam Jacobsen, Levi Hanssen, Sorin Anghel, - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

B36: Meinhard Joensen - Heini Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Jákup á Borg, Róald Jacobsen, Atli Danielsen, Klæmint Matras, Ingi Højsted - Lukasz Cieslewicz

 

--

 

Liðugt

3-1 til B68

 

85 min.

3-1

Eli Simonsen hevur við frísparki úr 20 metrum sett bóltin flatt í málið.

 

 

75 min.

2-1

Vinstri vongverjin hjá B68, Niclas Joensen, hevur sett bóltin í málið, eftir at hornasparksinnlegg var komið innfyri úr vinstru.

 

60 min.

1-1

 

Hálvleikur

1-1

Lívligt og málsøkjandi frá báðum síðum, men tað er framvegis javnleikur.

 

 

Tað er lívligt í góðveðrinum á Svangaskarði, og bæði liðini hava havt málmøguleikar.

 

35 min.

1-1

Mikkjal Hentze eftir innkast og 1-2 samanspæl

 

1-0

Remi Langgaard fluktaði bóltin í málið

 

B68-B71 kl. 18.00

Dómari: Dagfinn Forná

B68: Tórður Thomsen - Dánjal Pauli Højgaard, Christian Stokholm, Ndende, Niclas Joensen - Jónleif Højgaard, Eli Simonsen, Jann Ingi Petersen, André Olsen, Remi Langgaard - Ahmed Keita

B71: Símun Rógvi Hansen - Thomas Hans Rubeksen, Allan Tungá, Bojan Sivic, Poul Kjartan Dam - Rasmus F. Nielsen, Bogi Hermansen, Høgni Midjord, Gudmund Nielsen, Mikkjal Hentze -

Tijani Mohammed

 

---

 

Liðugt

3-1 til HB

ÍF tveitti alt fólkið fram og hevði møguleika at javna aftur, men so fór HB í skjótt mótálop. Símun Samuelsen legði innfyri til Jón Krosslá Poulsen, sum setti bóltin í málið.

 

4 minuttir lagdir aftrat.

 

90 min.

1-0

Jón Krosslá Poulsen hevur skorað fyri HB. Dómarin peikaði á brotssparksblettin, eftir at Símun Samuelsen varð feldur. Jón Krosslá Poulsen varð settur at skjóta, og Jákup Mikkelsen hálvbjargaði. Jón Krosslá Poulsen var fyrstur á returbóltinum og skoraði.

 

85 min.

1-1

 

 

80 min.

1-1

Tað gongur framvegis skjótt úr øðrum endanum og í hin. Tað tykist, at ÍF í løtuni hevur betri tak á. Bartal Eliasen og Dánjal á Lakjuni hava verið tætt við.

 

75 min.

1-1

Gongdin er tann sama.

Rógvi Holm, HB, og Bartal Eliasen, ÍF, hava sæð gult.

 

 

70 min.

1-1

Tað er full ferð á í Gundadali. ÍF hevur síðstu løtuna verið tætt við. Dánjal á Lakjuni breyt ígjøgnum í høgru, og skotið varð blokerað til horna. Tvey hornaspørksinnlegg vóru løgd innfyri, og í báðum førunum var vandi á ferð, og síðani hevur HB verið tætt við. Áskoðararnir liva rættuliga væl við!

 

 

65 min.

1-1

Jan Ó. Ellingsgaard hjá ÍF hevur sæð gula kortið.

John Krosslá Poulsen er komin á vøllin í staðin fyri Rógva Poulsen hjá HB.

HB hevur síðstu løtuna verið leikliga omaná. Tað hevur borið fleiri horna við sær, og Símun Samuelsen hevur eftir horna havt risa møguleika, men hann heilkiksaði.

Hanus Eliasen er komin á vøllin fyri Høgna Zachariasen hjá ÍF.

 

 

60 min

1-1

Rókur av Fløtum Jespersen hjá HB er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Hanus Thorleifsson.

 

 

45 min.

Hálvleikur

1-1

 

ÍF hevur síðsta stóru løtuna verið leikliga omaná. Hjá heimaliðnum hevur miðvøllurin sera torført við at fáa spælið at hanga saman.

 

30 min.

1-1

Gongdin er tann sama. HB er leikliga omaná, men talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar.

 

 

20 min.

1-1

HB hevur bóltin meiri, men tað hava ikki verið fleiri møguleikar síðani tey bæði skjótu málini. ÍF dúvar upp á langar sendingar fram til Bartal Eliasen, sum í dag er fremsti maður hjá fuglfirðingum.

 

10 min.

1-1

Tað gongur skjótt fyri seg í Gundadali. Nú hevur HB javnað. Málskjútti var Símun Samulesen, sum var tryggur, tá ið hann eftir langa sending frá Andrew av Fløtum fram í vinstru gjørdist leysur frammanfyri Jákup Mikkelsen.

Í

---

 

ÍF hevur lagt seg á odda í Gundadali ímóti HB. Bogi Løkin umsetti brotsspark í 6. minutti. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at Bartal Eliasen varð skumpaður um koll.

 

 

HB-ÍF kl. 18.00

Dómari: Eiler Rasmussen

HB: Teitur Gestson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Fróði Benjaminsen, Hendrik Rubeksen - Rógvi Poulsen, Kári Nielsen, Rókur av Fløtum Jespersen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Kaj Ennigarð, Uni R. Petersen, Jann Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Alexander Jovevic, Bogi Løkin, Høgni Zachariasen, Nenad Saric - Bartal Eliasen

 

---

 

Liðugt

1-1

 

83 min.

1-1

Innskifti Kaj Leo í Bartalsstovu hevur við handara stólpa sett bóltin í málið, eftir at innlegg var komið úr høgru.

Víkingur hevur havt greiða leikliga yvirvág, men tað var ikki fyrr enn nú, at tað eydnaðist víkingunum at skora.

 

 

75 min.

1-0

Víkingur hevur verið greitt omaná eftir steðgin, men nú hevur heimaliðið lagt seg á odda. Í skjótum mótálopi var tað Dánjal Rói Olsen, sum setti bóltin í málið aftanfyri Geza Turi eftir uppspæl frá Jovan Panic.

 

Hálvleikur

0-0

Leingi gekk tað javnt á, men síðstu løtuna undan steðginum hevur Víkingur havt væl betri tak á spælinum.

 

 

5 min.

0-0 í góðveðrinum á Dungasendi í Sørvági.

 

07Vestur-Víkingur kl. 18.30

Dómari: Ransin N. Djurhuus

 

---

 

Liðugt

3-3

 

80 min.

3-3

KÍ hevur javnað. Hjalgrím Elttør høgdi bóltin í málið við skoti úr brotsteiginum eftir returbólt, sum kom út frá aftur.

 

60 min.

3-2

Heðin á Lakjuni hevur við høvdinum sett bóltin í KÍ málið.

 

 

Hálvleikur

2-2

Álvur F. Christiansen hevur skorað eftir fínt uppspæl í høgru og innlegg frá Jógvani Isaksen. Klaksvíkingar tykjast rættuliga hava tingið um endan!

 

 

38 min.

2-1

KÍ hevur svarað aftur. Sørmundur Kallsø hevur við stútara eftir frísparksinnlegg úr vinstru sett bóltin í málið umvegis ein mótstøðumann. Møguliga verður málið skrásett sum sjálvmál.

 

---

 

30 min.

2-0

Heðin á Lakjuni hevur við skoti av brotsteigarmarkinum økt um NSÍ leiðsluna, so hon nú er 2-0.

Heimaliðið er greitt omaná!

 

 

1-0 til NSÍ

Christian Høgni Jacobsen lyfti úr stórari fjarstøðu bóltin upp um Gunnar á Steig, sum var nakað uttarlaga staddur. Hetta var í 6. minutti

 

 

 

NSÍ-KÍ kl. 18.00

Dómari: Lars Múller

NSÍ: