Tað er nú rættiliga sannlíkt, at Caroline Wocniacki endar árið sum heimsins besta tenniskvinna.
Aðru viku á rað vann hon í fyri løtu síðani finaluna í China Open við sigri á Vera Zvonareva, 6-3, 3-6, 6-3.
Zvonareva vann annars á Wozniacki í US Open hálvfinaluni, men hesaferð var danin tann sterkara.
Seinasta kappingin á árinum verður í Doha frá 26. til 31. oktober, har átta tær bestu í heiminum møtast. Tó eru onkur avboð komin, og serliga er ivasamt, um Serena Williams verður frísk frá skurðviðgerðini í fótinum. Hon lá annars nummar eitt á styrkislistanum fram til síðstu viku, tá Wozniacki fór fram um.
Summi vilja vera við, at tað eigur ikki at bera til at liggja nummar eitt á heimsstyrkislistanum uttan at hava vunnið eina av teimum fýra stóru Grand Slam-kappingunum (Australian Open, French Open, Wimbledon og US Open), men styrkilistin lýgur ikki. Tað er til eina og hvørja tíð galdandi seinastu tólv mánaðirnir, ið telja.
Tennis serfrøðingar meta bragdið hjá Caroline Wozniacki at gerast ovast á styrkislistanum saman við danska EM-sigurin í Svøríki og sigurin hjá Bjarne Riis í Tour de France.