Prát
- Tað er ein partur av demokratinum í einum felag at hava val, og hevur sitandi formaður ikki gjørt tað nóg gott, er tað sjálvsagt at velja ein nýggjan. FF hevur tað fram um onnur feløg, at limirnir við uratkvøðu velja formann og stjórnarlimir. Men hóast hetta, noyðist eg at undrast yvir gongdina hesa ferð.
Tað sigur Óli Jacobsen, sum nú er fyrrverandi formaður í Føroya Fiskimannafelag.
Í fyrsta lagi hevur hann hug at vísa á, at árið 2006 hevur verið eitt tað besta árið hjá fiskimonnum yvirhøvur, og at teirra umstøður neyvan nakrantíð hava verið betri.
- Men sum í politikki eru tó altíð øki, sum bøtast kann um, og har FF eisini hevði førleikan til tess.
Uppstillingin
Óli vísir á, at hann hevði tvey mótvalevni til formansvalið hesaferð, Dan R. Petersen og Jan Højgaard, og hesa síðuna í málinum lýsir hann soleiðis:
- Annar var í fyrsta lagi uppsitllaður av manningum á partrolarum, sum avgjørt vóru á ovasta endanum av hesum flota, bæði tá ið ræður um skip og inntøkur. Hetta var eisini galdandi fyri arbeiðsumstøðurnar við kryvjimaskinum, sum vit hava barst fyri og ísgerð umborð, sum vit eisini hava stimbrað og sum lættir sera nógv um arbeiðið hjá manningini.
Hitt valevnið, sigur Óli, var fyrst og fremst stillað upp av manningum á ísfiskalínuskipum.
- Eingin bólkur av fiskimonnum hevur fingið so stóran ágóða av virkseminum hjá FF sum júst hesir. Sáttmálin er munandi bøttur, eitt nú við hægri manningarparti í míni tíð, eins og tann økta inntøkutrygdin er komin hesum bólki mest til góðar vegna ofta lágar inntøkur.
Óli vísir á, at virksemi hjá FF at fáa kapping um fiskaprísin, er mest komið teirra fiskasløgum sum toski, hýsu, brosmu og longu, til góðar.
- Vit hava barst fyri at varðveita teirra fiskidagar, ikki minst í 2006 við hjálp frá einum tí fremsta útlendska fiskivinnuserfrøðinginum, sum serliga mælti frá at minka um fiskidagatalið hjá línuflotanum.
Aftrat hesum hevur FF stuðlað undir bøttum arbeiðsumstøðum hjá línuflotanum, sum nú gera tað møguligt hjá manningini at ganga tveyskiftisvakt, sum áður bert var ein dreymur.
Umframt hetta eru fyrimunirnir í skattingin, sum Óli nertur við seinni í samrøðuni.
Rekingin til valið
- Munurin millum tann, sum situr í einum sessi, sum er uppá val og avbjóðararnar, er, at tann, sum situr, hevur sín egna førleika at vísa til, meðan hinir hava frítt slag. Hini bæði mótvalevnini hava bert víst ein førleika, og tað er “at reka” atkvøður, sum er eitt heilt nýtt fyribrigdi við valum í FF.
Óli er avgjørdur, tá hann sigur, at valdi formaðurin, Jan Højgaard, førdi seg fram við sjónarmiðum, sum greitt vístu, at hann yvirhøvur einki kendi til tey mál, har hann lovaði fiskimonnum “gull og grønar skógir”.
- Hetta váttaði hann eisini á sínum fyrsta degi sum formaður, tá hann í miðlunum segði seg yvirhøvur ikki at hava sett seg inn í tey mál, har hann annars førdi seg fram sum serfrøðingur undan valinum.
Taka vit hansara høvuðsmál, sum var tryggingarviðurskifti, vísir Óli á, at hesi viðurskifti segði hann seg nú einki at vita um – og enn minni hevði hann nakað ítøkiligt uppskot á økinum.
Fyrrverandi formaðurin ásannar, at hann einki serstakt gjørdi sjálvur, meðan valið stóð upp á.
- Eg visti, at fiskimenn, um teir vildu, vistu, hvat eg stóð fyri.
Hann heldur, at tað er einki fakfelag sum so dyggiliga hevur kunnað sínar limir, sum FF hevur gjørt, tí aðru hvørja viku hava fiskimenn fingið FF-blaðið umborð við eitt nú kunning um sjónarmiðini og virksemi hjá felagnum á mongum økjum.
- Aftrat hesum fingu fiskimenn eina ferð árliga eina drúgva ársfrágreiðing. Alt hetta finst eisini á alnetinum, men um alt hetta ongan týdning hevði - ja, so gerst ikki við, sigur Óli og leggur aftrat, at nú sleppa fiskimenn so undan hesi kunning, tí nú kemur heldur einki regluligt fiskimannablað út.
Hálva miljardin
- ongan týdning?
- Fiskimenn merkja á hvørji avrokning og útgjalding tann skattalætta, sum FF og eg sjálvur í fremstu røð havi verið við til at útvega teimum sum løgtingsmaður og samgongulimur í 1997. Hesin skattalætti hevur seinastu 9 árini givið fiski-og sjómonnum meira enn eina hálva miljard krónur. Skattalættin hevur givið hvørjum manni upp til meira enn 300.000 krónur hesa tíð og kemur - alt annað líka - framhaldandi at geva upp til 35.000 krónur.
Óli vísir á, at henda skipan samstundis hevur verið samfelagsins viðurkenning av okkara siglandi fólki.
Hann heldur, at hóast formella eftirlønarskipanin kanska ikki enn er nóg góð, eru hetta upphæddir, sum geva fiskimonnum munandi betri møguleikar enn aðrir bólkar at tryggja seg sjálvan, eitt nú við pensjón. Ikki minst, tá ið vit vita, at ein bøtt pensjónsskipan undir øllum umstøðum skal vera fíggjað av tí einstaka.
- Tað er eisini alment kent, at eg sjálvur og FF hava barst manniliga fyri at varðveita hesa skipan móti teimum ógvusligu álopum, sum henni hevur verið fyri. Soleiðis kann eg enn einaferð nevna TV2-málið í 2004 sum vísti, hvørjar kreftir fiskimenn eru uppi ímóti, sigur Óli Jacobsen.
Ivi um skipanina
Fyrrverandi formaðurin í FF sigur, at longu fyrsta dagin skapti nýggi felagsformaðurin við sínum mótstríðandi útsagnum iva um støðuna hjá felagnum í hesum spurningi.
- Hetta gjørdi hann í fyrsta lagi við at “niðurtóna” týdningin av skattaskipanini - og í øðrum lagi við at siga, at hon er ein forðing fyri øðrum batum fyri fiskimenn á mongum økjum. Hetta er eitt sjónarmið, sum er grundað á fullkomiligan ókunnleika til veruligu viðurskiftini, og tað er óneyðugt at siga, at hetta er ein gloypibiti hjá teimum mongu, sum vilja beina fyri hesi skipan hjá fiskimonnum. Almenningurin fekk soleiðis longu fyrsta dagin í fjølmiðlunum eina - eftir øllum at døma - rætta fatan av førleikunum hjá nývalda formanninum, og tað er ikki meira at siga um tað, heldur Óli fyri.
Høvuðsgrundarlagið undir virkseminum hjá FF er sáttmálin, sum er grundaður á ein ásettan prosentpart til manningina.
- Vit hava sjálvsagt roynt at hava hendan partin so høgan sum gjørligt. Men samstundis er umráðandi, at veiðan ber til, tí annars verða eingi arbeiðspláss til fiskimenn. Aftrat hesum hava vit eisini lagt okkum eftir at gera sáttmálar, sum kunnu geva mest møguligt til manningina, hóast talan kann vera um lægri prosentpart.
Óli vísir á, at hetta serliga hevur eydnast fyri nótaflotan, har daglønin við teimum nýggjaru skipunum í miðal er 5 arbeiðaradaglønir á 900 krónur, sum aftur er nógv tann størsta inntøkan í fiskiflotanum og kanska í samfelagnum yvirhøvur.
- Nú frætti eg, at tað vóru fiskimenn, sum vildu hava nýggjan formann, tí teir ikki fáa seks daglønir hjá arbeiðarum um dagin, sigur ein undrandi fyrrverandi felagsformaður.
Tøkk fyri tíðina
- Hetta er ikki fyrstu ferð í søguni, at tú við eitt val ikki fær viðurkenning fyri tað, sum er gjørt – og hvussu nógv tað enn er. Tó eri eg takksamur fyri, at vanlig skilafólk í hópatali, bæði kend og ókend, framvegis hava víst mær sín fulla stuðul og álit.
Í samrøðuni nýtir Óli høvi at takka hesum fólkum fyri stuðul og álit.
- Eg vil eisini einaferð nýta høvi takka fiskimonnum fyri ta tíð, eg havi arbeitt fyri tykkum – og heilt serliga vil eg nýta høvi at takka teimum, sum hildu út til endan og sum tóku støðu út frá veruligu royndunum, teir hava havt av FF í míni tíð, sigur Óli Jacobsen, fyrrverandi fiskimannafelagsformaður, í samrøðuni.