Jógvan Isaksen við nýggjari krimi

Altartalvan hvørvur úr Havnar kirkju og danskur stjóri verður krossfestur

Jógvan Isaksen hevur skrivað enn eina krimibók um Hannis Martinsson. Bókin "Altartalvan" er komin í bókabúðirnar.

 

Í umrøðuni av bókini verður sagt soleiðis: "Altartalvan "Tann heilaga Kvøldmáltíðin"frá 1647 hvørvur úr Havnar Kirkju, meðan ramman stendur eftir. Á baksíðuni á hesari er ein gamal skurður inn í viðin, IHS. Hevur tað samband við vitjan av einum jesuitti í 1600-talinum? Tá ið danski stjórin á Listasavninum stutt seinni verður funnin krossfestur á norðurbróstinum í kirkjuni, tysja spurningarnir fram. Hannis Martinsson við sínum trúgvu hjálparmonnum Edmundi West og Haraldi í Sátudali royna at fáa skil á fløkjuni."

 

Bókin "Altartalvan" er framleidd á Føroyaprenti og fæst nú í bókabúðum.

 

Jógvan Isaksen hevur verið sera virkins sum rithøvundur. Hann skrivað 21 krimibøkur fyri vaksin umframt tríggjar krimibøkur fyri børn og eina styttri summarkrimi. Hannis Martinsson er høvuðspersónur í trettan bókum, William Hammer í seks bókum, og báðir eru høvuðspersónar í einari bók. Haraftrat hevur William Hammer minni leiklut í onkrari bók um Hannis Martinsson. 

 

Herfyri vann enska týðingin av bókini "Deydningar dansa á sandi" – hon hevur heitið "Dead Men Dancing" – sonevnda The Petrona Award sum besta norðurlendska krimi í 2024. 

 

##med2##