HM: Spania hevur eina greiða favorittstøðu móti Føroyum

Her eru oddsini upp á HM-dystin Spania-Føroyar

Klokkan 19.30 í kvøld spælir føroyska kvinnulandsliðið annan dystin í innleiðandi bólki D í HM-endaspælinum í hondbólti.

 

Mótstøðuliðið í Trier í Týsklandi í kvøld verður Spania, ið vann 26-17 (15-9) á Paraguay í fyrsta dystinum. Føroyar taptu í fyrsta dysti sínum 27-32 (13-15) fyri ovast styrkismetta liðnum í bólkinum, Montenegro.

 

Altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin í Trier í kvøld hava eina greiða favorittstøðu til Spania.

 

Miðaloddsini fyri spanskan sigur eru 1,15.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 13,06.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 6,79.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##