- Tað besta var at sleppa at lata meg í traditionella koreanska búnan og kongaligu kápuna. Tá kendi eg meg sum eina ordiliga asiatiska prinsessu. Men tað var eisini spennandi at uppliva munin á okkara og teirra mentan, tí nú skilji eg betri bakgrundina hjá David, og hvat verður væntað av okkum.
Orðini eigur 23 ára gamla Annika Kunoy, sum fyri umleið einum ári síðani fann útav, at tað skuldi vera hon og 22 ára gamli koreanski David Im restina av lívinum.
Hetta var bert fáar vikur eftir, at Annika var flutt til USA at lesa journalistikk. Tað var eisini í sambandi við lesnaðin at fast bleiv millum hana og David, sum lesur stjórnmálafrøði á sama lærustovni.
- Vit hittust fyrstu ferð á einari útferð fyri altjóða næmingar. Vit funnu útav, at vit høvdu nógvar felags meiningar og svingaðu væl, so aftaná eina tíð komu vit saman, fortelur Annika, sum beinanvegin játtaði, tá David, fimm mánaðir seinni, bað um hond hennara. Áðrenn hevði hann tó longu skrivað og biðið um hond hennara frá komandi verfaðirinum í Klaksvík!
Vígd í Betesda og Seoul
Fyrst í august vóru so eini 100 fólk boðin í forkunnugt brúdleyp í Betesda í Klaksvík, har høvi var at hitta útlendska mannin, sum Annika hevði kosið sær.
Við í føroyska brúdleypinum vóru eisini foreldrini hjá David, sum bæði eru koreansk, men búgva í Jemen, har tey eru trúboðarar. Av tí sama hevur David, sum á koreanskum eitur Wonik Im, eisini búð nógva staðni í heiminum, eitt nú í Korea, Onglandi, Jemen, Týskland og nú í USA.
Annika fortelur, at hóast David ikki hevur búð í Korea síðan hann var fimm ára gamal, so ynskti hann sær eisini eitt koreanskt brúdleyp.
- Hetta kemst helst av, at hann hevur eitt serligt tilknýtið til heimlandið. Og við at hava brúdleyp har, kundu vit gleðast saman við hansara kæru eisini, sigur Annika, sum nú er komin uppá pláss aftur í lítla býnum Siloam Springs við 20.000 íbúgvum í miðamerikanska statinum Arkansas, har hon og David búgva og lesa.
Alt undir somu lon
Men enn minnist hon við einum brosi aftur á spennandi dagarnir í Seoul í Suður Korea í august, har hon, fyri aðru ferð, játtaði kærleikan til hjartans kæra vin sín, David. Men hetta var nakað væl øðrvísi, enn brúdleypið í Betesda vikuna fyri.
Tí fara vit nú eina lítla ferð saman við Anniku, bæði í rúm og tíð. Til Seoul í Suður Korea, sum er ein sera framkomin býur, har flest øll eru rættiliga væl fyri, arbeiðssom og vælútbúgvin.
Brúdleypið hjá Anniku Kunoy og David Im fór fram í einum stórum bygningi; bæði fyrireikingarnar, vígslan og gestaboðið aftaná. Millum annað er ein heil hædd, har alt til brúdleyp fæst til keyps.
- Tað var eisini har eg bleiv pyntað. Hárið varð sett, eg bleiv smurd og vit leigaði kjólan, alt á sama staði, sigur Annika. Bæði Annika og David vóru í traditionellum koreanskum veitsluklæði, saman við einari serligari kongaligari kápu, sum er sera kostnaðarmikil og ikki verður brúkt longur.
- Nógvir av gestunum høvdu ongantíð sæð eina royala kápu fyrr, burtursæð frá á myndum. Men mamma David fekk lokkað handilskonuna at leiga okkum klæðini til alla vígsluna, og ikki bara til myndirnar, forklárar Annika og flennir.
Um middagstíð varð farið upp á eina aðra hædd í sama bygningi og har fór sjálv vígslan fram.
- Tey ganga ógvuliga høgt uppí, at alt skal vera stílfult og flott, og hølið var pyntað við livandi blómum, silkibondum og glas ljósakrúnum, sigur Annika, sum var beind yvir í eina vakra sofu í einum lítlum pyntaðum rúmi. Har kundu gestirnir so koma inn at heilsa uppá fremmandu ljóshærdu kvinnuna, sum David hevði valt sær til konu. Men fyrst skuldu fólk heilsa uppá brúðgómin og foreldur hansara, sum stóðu við høvuðsdyrnar og tóku ímóti teimum umleið hundrað gestunum.
- Hetta var fyrstu ferð, eg heilsaði uppá tey, so har vóru nógv nýggj andlit, nøvn og heiti, eg mátti royna at minnast. Næstan øll søgdu, hvussu vøkur eg var og klæðini eisini. Koreanarar hámeta vakurleika, so hetta var tað fittasta tey kundu siga. Eisini vildu øll sleppa at taka myndir av mær saman við teimum, so eg havi ongantíð verið við á so nógvum myndum fyrr, greiðir hon frá.
Skjótt og greitt
Síðan fóru gestirnir inn í veitsluhølið at sita. Dávid fór inn eftir Anniku, sum hann førdi upp til altarið, meðan pápabeiggi hansara spældi eitt koreanskt lag undir. Presturin vígdi tey á koreanskum, men vígslan varð eisini umsett til enskt. Aftaná kom ein annar prestur og signaði brúðarpari.
- Hesin kom frá samkomuni, sum mamma David vaks upp í. Hann hevði kent David síðani hann var smádrongur, so hetta var ein sera kensluborin løta, sigur Annika.
Beint eftir vígsluna vórðu øll boðin til døgurða á einari aðrari hædd í sama bygningi. Tá skifti brúðarparið eisini til klædning og kjóla. Maturin var ein buffet við ymsum koreanskum rættum við kjøti, høsnarunga, grísakjøti, rísi og nudlum í ymsum sósum. Eisini vóru køkur og annað søtt omaná og sodavatn afturvið.
- Tað smakkaði avbera væl, tí tey duga so ótrúliga væl at gera vælsmakkandi og heilsugóðan mat, sigur Annika. Meðan gestirnir ótu, gekk brúðarparið millum borðini og prátaði við fólk, áðrenn tey sjálvi fingu sær uppá. Eisini framførdi ein sangari eitt koreanskt lag. Tá øll høvdu etið var brúdleypið liðugt og gestirnir fóru avstað, bert tveir tímar eftir, at teir komu.
Hetta er eisini tað, sum Annika heldur vera allarmest øðrvísi í mun til hjá okkum: at tað var so skjótt yvirstaðið.
- Heima brúka vit ofta ein heilan dag og náttina við til at heiðra brúðarparið. Í Korea halda tey heldur ikki røður ella yrkja sangir, sigur hon.
Foreldrini hava ræðið
Eisini undraði tað Anniku eitt sindur, at foreldrini gjalda og leggja alt til rættis. Tí fáa tey eisini allar gávurnar, sum altíð er pengar.
- Vit skuldu bara møta upp, sigur Annika, og hon vísir á, hvussu nógv foreldrini hava at siga har.
- Eg havi altíð lært at vera sjálvstøðug og eri eggjað til at standa á egnum beinum. Í Korea hava foreldrini alt ræði, og familjan hevur alt at siga í lívinum hjá tí einstaka. Setur tú teg upp ímóti, so setur tú teg upp ímóti gamlari og siðbundnari mentan og tað verður sera illa upptikið, greiðir Annika frá. Kortini kundi hon ugga seg við, at foreldrini hjá David hava búð uttanlands í nógv ár, og tí skilja tey betur, at Annika er øðrvísi.
- Tíbetur halda tey seg aftur, har onnur foreldur høvdu blandað seg uppí. Men kortini bleiv eg eitt sindur firtin viðhvørt, tá onnur hildu seg kunna ráða yvir mær, til dømis, hvat eg skuldi í, siga ella gera, sigur Annika, sum eisini helt tað vera sera torført at vera høvuðspersónur í einum tiltaki, har hon hvørki kendi málið ella mentanina til fulnar.
Kortini kendi hon seg sera væl móttikna allastaðni, hon og David komu á vitjan hjá vinum og familju.
- Tey vóru so sera hjartalig og blíð og ynsktu, at vit skuldu kenna okkum væl, sigur hon, og greiðir frá, at koreanarar eru tiltikið gestablíðir.
Tosa seg til rættis
At hava gift seg við einum persóni úr einari aðrari mentan setir sjálvandi krøv til tolsemi hjá báðum pørtum. Til dømis undrar tað ofta David, at Annika er so knýtt at føroyska m+alinum og mentanini.
- Av tí, at hann hevur búð í so nógvum ymiskum mentanum, er hann eisini sera opin og tolsamur. Hann dugir kanska betri enn eg, at seta seg inn í støðuna og hugsunarháttin hjá øðrum, sigur Annika, og endar samrøðuna við orðunum:
- Vit eru nýgift og hava sjálvsagt ikki verið ígjøgnum so nógv saman enn. Tó royna vit at lurta og tosa saman um alt. Eisini tað, sum vit halda vera sjálvsagt. Tí tað, sum er sjálvsagt fyri meg sum føroying, nýtist ikki at vera tað fyri hann, og umvent. So tað krevur, at vit bæði eru sera tolin og ikki halda okkum kenna niðurstøðuna frammanundan.