sum á pappírinum var og er betri enn Sumba, men sum higartil hevði havt trupult við at spæla seg ígjøgnum tøttu verjuna hjá suðuroyarliðnum. Mótálop Ein leiðsla upp á 1-0 er kortini ikki nøkur trygg leiðsla [...] einum, men tað var ikki fyrr enn í seinastu tíggju minuttunum, at dysturin varð avgjørdur. Tá fór B36 frá 2-1 upp á 4-1 og sendi í roynd og veru Sumba úr steypakappingini. Hetta var triði dystur hjá sumbingum [...] vinstru síðu. Ein B36-ari var annars um at sleppa ígjøgnum, men dómarin nýtti ikki fyrimunsregluna í hesum føri. Poul Thorsteinsson sendi frísparkið høgt innfyri tvørtur um brotsteigin til ein púra leysan Jens
ic vísti enn einaferð, at hann er ein av vandamiklastu áleyparum í landinum í løtuni, og at hann lættliga kann syrgja fyri, at TB fer at arga tey ovastu liðini seinni í ár. Óli Johannesen er eisini stórur [...] Eftir hetta legði TB seg so líðandi aftur á vøllin, og B36 yvirtók spælið. Men hóast fleiri kjansir og væl undirbygd krøv um brotsspark, tá Jákup á Borg varð feldur inni í brotsteiginum, so eydnaðist tað [...] dystinum móti Sumba dagin fyri hevði B36 nógv spæl, men tað var lætt at síggja, at TB í løtuni er nógv betur fyri enn Sumba. Verjan við Óla Johannesen og Pól F. Joensen stóð sterk, og tað var torført hjá B36-liðnum
fara at stríðast um FM heitið. Men avrikið og úrslitið í Runavík sunnudagin boðar frá, at havnarmenninir fara ikki at koma sovandi til gullkrónur og Europa Cup. Í so máta var talan um góðan lærupening [...] úrslitinum, at talan so at siga var um speglvent avrik, sammett við í Havnini. Hugburðurin hjá NSÍ var fullkomuliga ein annar hesa ferðina. Teir jagstraðu mótstøðumenninar um allan vøllin, og teir, sum ætla [...] ellivu minuttir vóru farnir. Talan var um døllaligt verjuspæl, tí Óli Hansen fekk óhindraður loyvi til við høvdinum at snitta langt innkast úr høgru frá Dan Knudsen upp um Kaj Leo Johannesen og niður í handara
Mikkelsen og hansara liðfeløgum var ikki einum stórfelag verdugt, og tað er undrunarvert, um FCK við sovornum spæli fer at megna at halda fast um plássið dygst undir oddaliðnum Brøndby. Hongur ikki saman Todi Jónsson [...] vikurnar verið vánalig. Aftur hesa ferð tóktist tað, sum um tað eru ov nógvir, ið hugsa ov nógv um at seta seg sjálvar fremst ? kanska í vónini um, at landsliðsvenjarin leggur merki til teirra, nú hann situr [...] sum skal hanga saman, tá landsliðið skal royna seg í HM í Fraklandi ? og hetta hevur við sær, at talan so at siga ikki er um liðavrik. Eingin nytta úr evnunum Fríggjakvøldið sóu vit, at í løtuni hevur
álit á. Avbjóðingin Hetta er størsta avbjóðing vit kunnu fara undir. Hetta er avbjóðingin til øll ættarlið. Og ikki minst til ungdómin, sum annars bert hevur hoyrt um skuld, bankamál og um politik sum eitt [...] greið: Búskapurin er batnaður hjá teimum allarflestu eftir loysingina, tí samvinnan er økt. Á seinastu uppgerðini hjá ST um livistøðið og tað menniskjaligu vælferðina í ST-londum, er Ísland nr. 5! - meðan [...] Veruleikin í dag er, at síðani 1946 eru einar 40 smátjóðir vorðnar sjálvstøðugar og tær flestu eru limir í ST. Hetta eru tjóðir undir 1 millión íbúgvar. Summar eru størri og summar eru minni enn vit. Og gongdin
Frá 1946 er talið vaksið frá 74 til 193 í dag. Í dag eru 35 sjálvstøðug lond, ið hava færri enn 500.000 íbúgvar. Og Nauru, ið er ein oyggj í Stillahavinum, telur bert 8000 íbúgvar. Hetta er sostatt minsta [...] sunnum og blomstrandi vinnulívi vilja vit seta grundarlagið fyri komandi samráðingum! Um vit hugsa okkum væl um, so er tað onki løgið, at vilja gerast ein sjálvstøðug tjóð. ? Hava vit ráð at lata vera? Sámal [...] september 1946. Tá kyknaði frælsisændin og kastaði ljós yvir Føroya land. Menn og kvinnur fylktust um aðalmálið, sum er tað einasta, sum kann geva okkum trygg og skipað viðurskifti í landinum. Vit mugu vakna; tað
hildið rætt, at tað almenna skuldi vera uppií, men í dag er skipanin ein avtala ímillum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og hetta gleðast vit um í dag Tað, sum eg oman fyri helt betur ógjørt í floksins søgu [...] stendur fyri tí mesta ein vanligur borgari vil standa fyri. Eg vil niðan fyri vísa á at best er at velja okkum til hetta valið eisini. Sjálvandi eru tíðir í floksins søgu, tá betur var ógjørt, men í politikki [...] nargrunnin varð niðursett í eini politiskari semju við teir borgarligu. Nú aftan á kann eg gleðast um, at gjaldið ikki fall heilt burtur, tí ynski frá teimum borgarligu var nevniliga tað, at gjaldið skuldi
síggja, at hetta skal vera ein hóttan. Tvørturímóti. Hetta er hóast alt eitt tekin um, at vit hava eitt sunt vælferðarsamfelag, har fólkið hevur góðar umstøður at eldast í. Í tilafturskomnum londum er talið [...] ov tungt er tos, sum er óverdugt. Tað kunnu kanska fólkafloksmenn siga, men vit í Javnaðarflokkinum skulu síggja hetta sum eina uppgávu, sum skal loysast. Við tíni atkvøðu megna vit eisini hetta megnartakið [...] verður sagt, at tað liggur ein stór hóttan og bíðar okkum um eini 10-15 ár, tí tá verður talið av eldri í samfelagnum munandi hægri enn tað er í dag. Sagt verður somuleiðis, at fíggjarliga byrðan av p
hala at eta. Eitt er hvat vit meina um skattalætta til ávísan lønarbólk, annað er, at slíkur lætti eisini er eitt signal til aðrar bólkar. Eitt signal um, at tað, sum teir avrika, er minni vert, og tað [...] tað, men tíbetur, politikkurin eydnaðist! Lukrativt at sita við fíggjarmálum í Tinganesi Men nú er so vent í holuni. Føroyska samfelagið er við at koma fyri seg, og tí er tað aftur lukrativt at sita við [...] fiskimenn ella okkurt annað, tað er líkamikið. Bara tað gevur atkvøður. Og hví so føra valstríð, tá ið skattalættin til fiskimenn klárar hetta fyri teg? At so hetta uppskotið um skattalætta var illa undirbygt
Sjálvstýrisflokkinum ynskja, at vit tingast við Danmark um framhaldandi felagsskap og samstarv um mangt og hvat, ið tænir okkara framtíðarvælferð. Hetta er als ikki í andsøgn við suverena ognar- og frælsiskrav [...] persónunum til eina og hvørja tíð. Flokkurin er á miðjuni og hann er praktiskur sosialliberalur. Slík stív mørk geva jú eisini lítla meining. Best var als ikki at tosa um Vinstra-Høgra! So heldur syngja: »Vinstra [...] Yngsti veljarin frá 1946 er í dag 76 ár. Sjálvstýrisflokkurin vil skipa fyri fólkaatkvøðu um ríkisrættarligu støðu Føroya og vónar, at undirtøkan hesa ferð verður størri enn í 1946. Grundarlagið at stovna