Eingin vandi á ferð, um Javnaðarflokkurin stendur til róðurs komandi árini!

....

Mangan verður sagt, at tað liggur ein stór hóttan og bíðar okkum um eini 10-15 ár, tí tá verður talið av eldri í samfelagnum munandi hægri enn tað er í dag. Sagt verður somuleiðis, at fíggjarliga byrðan av pensiónunum og líknandi veitingum verður so stór, at samfelagið ikki fer at klára at bera tær.

Eg dugi ikki við mínum besta vilja at síggja, at hetta skal vera ein hóttan. Tvørturímóti. Hetta er hóast alt eitt tekin um, at vit hava eitt sunt vælferðarsamfelag, har fólkið hevur góðar umstøður at eldast í. Í tilafturskomnum londum er talið av eldri fólkum lágt.

At forsyrgjaraskyldan skal gerast ov tungt er tos, sum er óverdugt. Tað kunnu kanska fólkafloksmenn siga, men vit í Javnaðarflokkinum skulu síggja hetta sum eina uppgávu, sum skal loysast.

Við tíni atkvøðu megna vit eisini hetta megnartakið.

Velj Javnaðarflokkin 30. apríl!


Edna Einarsson