Svarað varð, at flokkurin søguliga sæð var rættiliga frílyntur, tí mørkini í veruleikanum høvdu verið sett av teimum valdu persónunum til eina og hvørja tíð. Flokkurin er á miðjuni og hann er praktiskur sosialliberalur. Slík stív mørk geva jú eisini lítla meining. Best var als ikki at tosa um Vinstra-Høgra! So heldur syngja: »Vinstra høgra, vinstra høgra, tað er rætta lagið«, men bert til likamsvenjingar.
Loysingarspurningurin
Sjálvstýrisflokkurin hyggur seg íkring og hugsar seg um, fyri at ganga ta frægast gongdu gøtuna. Tað kann jú verða í so djarvt at ganga stytstu leið í brattlendi, av vanda fyri at ganga seg í óføri ella detta oman. Men viðhvørt er avgerandi neyðugt at gera okkurt lopið til tess at koma fram, sjálvt á tí frægast gongdu gøtuni ? og vit halda eisini, at ein slík avbjóðing ella »lop«, er beint fyri stavn í Føroyum.
Málið hjá Sjálvstýrisflokkinum í tjóðskaparspurninginum er júst tað sama sum hjá einum meiriluta í flestu flokkunum í Føroyum, at Føroyar verða ein sjálvbjargin og fræls tjóð.
Men Sjálvstýrisflokkurin er ábyrgdarflokkur og hann vil ikki gera nakað í óðum verkum, og ynskir ikki at bróta niður tað, ið gott er. Brøðralag skal mennast og røkjast ? eisini við Danmark.
Vit nýta sjálvstýrisorðið sum eitt hóvligari og meira umhugsað orð, til tess at umgangast tað ógvusliga rákið, tí vit vilja øllum væl. Hóas tað, so er tjóðskaparliga endamálið júst líka tjóðskaparligt sambært stevnuskrá Sjálvstýrisfloksins!
Rumbul ella úrslit
Tær kenslubornu yvirskriftirnar skapa sjáldan meira enn rumbul. Tað eru tey veruligu úrslitini í gerandisdegnum, sum telja!
Vit í Sjálvstýrisflokkinum ynskja, at vit tingast við Danmark um framhaldandi felagsskap og samstarv um mangt og hvat, ið tænir okkara framtíðarvælferð. Hetta er als ikki í andsøgn við suverena ognar- og frælsiskrav føroyinga við egnari grundlóg.
Eg fekk ikki
atkvøtt í 1946
Eg haldi tað ikki vera rætt, at søguliga avgerðin í 1946 skal avgera, hvat núlivandi føroyingurin velur. Yngsti veljarin frá 1946 er í dag 76 ár.
Sjálvstýrisflokkurin vil skipa fyri fólkaatkvøðu um ríkisrættarligu støðu Føroya og vónar, at undirtøkan hesa ferð verður størri enn í 1946. Grundarlagið at stovna tjóðina Føroyar, verður tí helst tess betri, enn tað var í 1946, um vit ganga hesa leið.
Hampafólk
við virðum
Sjálvstýrisflokkurin ynskir at føroyingurin vil gera sítt ítarsta fyri at vinna størri sjálvbjargni og harvið eisini størri sjálvsvirðing.
Vit síggja ikki burtur frá tí søguliga ríkisfelagsskapinum og okkara familju- og vinabondum í Danmark.
Eg haldi ikki, at vit kunnu bera okkum undan, at vit stutt og greitt eru ov fáment til at hjálpa øllum teimum álvarsliga sjúku og skaddu nóg væl, øllum teimum útbúgvingarsøkjandi og til at varðveita og betra vælferðina og trygdina í landinum annars, uttan góðar avtalur uttaneftir.
Setið X við Sjálvstýrisflokkin, lista D.
Jónas Johnsson,
Kollafjørður










