áttandapartsfinalurnar í EM-endaspælinum í summar. Vit hava prátað við klaksvíkingin Rógva Jacobsen, sum hevur góðar vónir til dystin í kvøld. Í sínari tíð spældi Rógvi Jacobsen 53 landsdystir fyri Føroyar [...] hóast vónirnar eru góðar, so skulu føroyingar ansa eftir, at teir ikki fáa ein frammaná. - Soleiðis sum landsliðið hevur spælt seinastu tíðina, so havi eg góðar vónir. Hóast tað ikki altíð hevur eydnast [...] tað ber til at vinna tvær ferðir ímóti Grikkalandi, so kunnu vit eisini vinna ímóti hinum liðunum, sum vit eru í bólki við. Tað var flott av landsliðnum at vinna seks stig í farnu undankapping, so møguleikin
veiðivirði hjá okkum, síðan eg byrjaði at rógva út fyri umleið 40 árum síðan, sigur Janus Sørensen, sum ikki minst letur væl at fiskaprísinum. Prísurin hevur verið framúr, og miðalprísurin hevur í seinastuni [...] Hýsan hevur eisini verið størri, enn hon hevur verið leingi, og hon er ógvuliga feit. Hetta er hýsa, sum hevur vaksið seg størri, sigur hann. Útróðrarmaðurin sigur, at teir eisini hava gjørt fimm túrar á
ikki fyrr enn nú, sigur hann. Tað, sum ikki minst gleðir fiskifrøðingin, er, at toskurin á Bankanum er spikafeitur, og føðin er nebbasild. Yvirlitstrolingarnar, sum Magnus Heinason fyrr í heyst gjørdi [...] Hann leggur aftrat, at meginparturin av toskinum, sum Magnus Heinason fekk í yvirlitstrolingunum hesaferð, var 2015-árgangurin. Hetta er toskur, sum liggur um einar 80-85 sentimetrar til longdar og vigar [...] Heinasyni hesaferð sóu nakað til aðrar árgangir, sum kunnu vera á veg, sigur Petur Steingrund, at tey sóu nakrar einstakar toskar - einar tríggjar í tali - sum vóru minni enn 30 sentimetrar. - Men, vanligt
politisku raðfestingini av bústaðarmøguleikum til fólk, sum hava serligan tørv. Bíðilistin til vardan bústað er nevniliga næstan tvífalt so langur sum fyri tveimum árum síðani. Seinastu tølini vísa, at 152 [...] vísir á, at ein loysn kundi verið at tryggja teimum, ið nú búgva í egnum bústaði, røttu hjálpina. - Sum nú er, fáa tey ikki ta hjálpina, tey hava fyri neyðini, um tey velja at búgva sjálvi. Um hesir møg
saman við Vinnumálaráðnum og Mentamálaráðnum boðið teimum, sum enn arbeiða við verkætlanini, at luttaka í altjóða kappingini Creative Business Cup, sum verður hildin í Keypmannahavn 17.-19. november 2014. Hetta
Gallarí Havnará, sum læt upp seinasta hósdag, er við so navnframum listafólkum, sum Arnoldi Vegghamar, Eyðuni av Reyni, Astri Luihn og Kára Svensson. Bogi Andreasen sigur, at framsýningin, sum nú hongur uppi [...] upp. Tað er Gallarí Havnará, sum er í niðastu hæddini í søguligu húsunum, har Tórs Cafeteria í sínari tíð húsaðist. - Hetta er ein dreymur hjá mær og konuni, Jóhonnu, sum nú er vorðin veruleiki. Vit hava [...] umhvørvi, beint undir liðini av Havnará og dygst við fótin á Viðarlundini. Tað sigur Bogi Andreasen, sum er kendur úr býráðspolitikki í Havn og ikki minst úr umhvørvinum niðri í Tórsgøtu. - Tað er okkara
syngja fyri teimum, og tey, sum ynskja, fáa sjálvandi undirskrift, klemm, high-five og selfie aftaná. Fantastiskur dagur Í tíðindaskrivi sigur eitt av foreldrunum soleiðis: - Sum foreldur til ein EYDNUSPÆLARA [...] onnur taka tað sum eitt forlongt vikuskiftið. - Okkara vón er, at fleiri spælarar úr Føroyum koma við til venjingarnar hjá okkum, tí her eru ØLL vælkomin. Vit hava eina Facebook síðu, sum eitur Eydnudeild [...] Eydnudeild Føroya er eitt hondbóltsfelag fyri børn, sum ikki megna at venja úti í vanligu feløgunum. Í Føroyum høvdu tey sína fyrstu venjing skírisdag 2018, og tey hava regluligar venjingar hvønn týsdag
Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, sum í morgun almannakunngjørdi listan av teimum 19 leikarunum, sum skulu spæla venjingardyst ímóti Íslandi á Laugardalsvøllinum í Reykjavík mikukvøldið 15. august, hevur [...] heldur valt ein, sum hevur latið triðflest mál inn (Kristian Joensen, NSÍ) og ein smáskaddan 41 ára gamlan málverja (Jákup Mikkelsen, ÍF)? - Mær dámar ikki at tosa um leikararnar, sum eg ikki havi tikið [...] heim, sigur Lars, sum ætlar at taka HM-undankappingardystirnar stig fyri stig. - Vit skulu ikki dúva upp á til dømis átta stig. Vit skulu hugsavna okkum um at gera tað gott, gerast betri sum kappingin líður
eina kenslu av, at tað, sum hjá mongum ikki hevur verið hildið at bera til, kortini ber til. Tað birtir eina góða kenslu. Tað sigur Niclas Davidsen, vinnulívsmaður á Toftum, sum í nógv ár var formaður í [...] soleiðis: - Útbyggingar av samferðslukervinum í Eysturoy hava verið við til at menna oynna til tað, sum hon nú er. Henda verkætlanin fer at lyfta Norðoyggjar og Eysturoy upp aftur longur fram. Metir tú, [...] ferðast skjótari til og frá og í allar ættir fer at hava við sær, at áhugin fyri at búseta seg her, sum longu er veksandi, verður upp aftur størri. Dugir tú at meta, hvat Eysturoyartunnilin fer at merkja
rættiliga tendraður til hesa uppgávu, sum fólk hava víst mær álit at standa á odda fyri, og eg gleði meg til árini, sum liggja fyri framman, sigur Per Martin Gregersen sum ásannar, at tá hann varð valdur - [...] Per Martin Gregersen, sum er 31 ára gamal og telist millum yngstu borgarstjórar í Føroyum, hevur royndir sum sølu-og marknaðarleiðari í privatari fyritøku, Vaðhorn Seahorn á Strondum. Hóast stutt er fráliðið [...] umsiting, sum veit um alt í kommununi. Fólk hava greiðar meiningar, og soleiðis eigur tað eisini at vera í einum góðum og gevandi samstarvi. Per Martin Gregersen ásannaði skjótt í starvinum sum borgarstjóri