Tað er ein øgilig stákan her við Kósabrúnna seinnapartin mikudagin.
Fleiri trolarar liggja og landa, - teirra millum eisini ein av teimum stóru í landinum, Sundaberg.
Hann kom aftur av sínum seinasta túri leygardagin í farnu viku, og riggar nú til at fara annan túr og á aðra leið enn frammanundan.
Túrurin royndist sera væl, og enn er ikki liðugt at fáa alla veiðuna í land. Tað stríðast landararnir við beint nú, og teir noyðast at skunda sær: Kvøldið eftir er ætlanin at leggja til brots til fiskiskap aftur.
Umborð á skipinum eru aðrir menn til arbeiðis. Í høllini har verksmiðjan er skal eisini eitt arbeiði gerast:
Tríggir mans eru í ferð við okkurt umvælingararbeiði á verksmiðjuni. Og í einum rúmi longur frammi er eisini okkurt arbeiði í gongd. Tað er her vit finna 2. meistaran, Karl Hilmar Andreasen úr Klaksvík.
Hann kom umborð á Sundaberg í 1990, og er sera væl nøgdur við bæði útgerð, amboð og kømrini umborð á trolaranum.
- Hetta kann neyvan verða stórt betri, sigur Karl Hilmar, sum í síni tíð eisini var 15 ár við Christian í Grótinum.
Viðlíkahald
Karl Hilmar hevur siglt við Sundaberg tey seinastu 16 árini.
Tá hann skal lýsa hetta stásiliga farið, so krevjast ikki nógv orð til tað:
- Hetta er eitt stak gott skip, skal eg siga tær. Og sera liviligt umborð!
Arbeiðið hjá Karl Hilmari er fyri ein stóran part í maskinuni, og hesar umstøðurnar eru eisini sera góðar.
Hóast Sundaberg hevur sløk 19 ár á baki, so kann hann fegnast um, at maskinrúmið er og hevur altíð verið væl hildið viðlíka.
- Her eru somuleiðis góðar umstøður, sigur hann.
Umframt arbeiðið í maskinrúminum hevur Karl Hilmar eisini sítt at gera frammi í fabrikkini.
Á frívakt
At vera umborð á skipi merkir tað sama sum at øll manningin gongur í føstum vaktum ein tíð at arbeiða í og ein tíð sum frívakt.
Tey nýggjaru skipini hava øll útvegað sær tól og amboð, soleiðis at manningin hevur fleiri møguleikar at stytta sær stundir við enn áður.
Tað hevur reiðaríið hjá Sundabergi sjálvandi eisini syrgt fyri.
Umborð er bæði uppihaldsstova við sjónvarpi og tónleiki, og verður henda nógv brúkt í tí sambandinum.
Til aðrar tíðir spæla menninir nógv kort og dámar Karl Hilmari sera væl, tá ein sjavsur er á skránni.
Fótbóltur og tíðindi
Tá teir eru lidnir við kortspælið og hava hug at royna okkurt annað, so eru eisini møguleikar til tess.
- Vit hava eisini parabol, so vit síggja eina rúgvu av kanalum. Her dámar mær serliga væl at hyggja eftir fótbólti og tíðindum, sigur hann.
Aldursspennið í manningini er rættiliga stórt. Sjálvur metir Karl Hilmar seg at vera 3. ella 4. elstan umborð.
Fleiri yngri eru eisini við, men tað er ikki nakað sum darvar arbeiðinum.
- At hava ungfólk við umborð, - tað er fínasta slag. Tey eru so lívlig, so tað er bara stuttligt at vera saman við teimum, sigur Karl Hilmar við einum brosi.
- Eitt gott lív
Karl Hilmar hevur sum nevnt verið umborð á Sundabergi síðani 1990.
Men tá hann skal líta aftur um bak, so kann hann staðfesta at hann hevur verið til skips í meiri enn 40 ár av lívi sínum.
- Eg havi faktiskt verið við skipum síðani 1961. Ja, tað verða nøkur ár tilsamans, sigur hann við einum brosi.
Hóast onkur vil halda, at hetta við sjólívinum er bæði hart, keðiligt og einsformigt, er hann ikki samdur í tí.
- Eg kenni so ikki til nakað annað. Hetta hevur verið eitt gott lív!, sigur Karl Hilmar.
Nei, hann má aftur til arbeiðis. Tíð er pengar, tá ein skal rigga eitt skip til.
Góðan túr. Góðan fiskiskap!
Á nýggjan túr ímorgin
Sundaberg, sum er bygdur í 1988, kom aftur av fiskiskapi seinasta leygardag. Mikudagin riggaðu teir til at fara avstað aftur.
Stjórin í JFK Trol, Hanus Hansen upplýsti fyrrapartin ídag, at ætlanin er at mynstra umborð kl. 14 leygardagin. Og síðani verður farið til fiskiskap.
Sundaberg hevur havt sína kvotu í norskum sjógvi, men hon er uppfiskað. Tí verður farið í annan sjógv á hesum túrinum Barentshavið.
Her eru tríggjar sonevndar sonur eftir at fiska í Russiska sonan, Svaldbards sonan og Gráa sonan.