Ingolf S. Olsen
Svenski ortopediski skurðlæknin og akslaserfrøðingurin Peter Aspemo hevur seinastu góðu tíggju árini við jøvnum millumbilum arbeitt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hetta kom í lag, tá hann í síni tíð arbeiddi á svenska Sunderby Sjukhus í Luleå og har kom í samband við Jákup Petersen, yvirlækna.
- Her er herligt at vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Eg fái eina rúgvu av ortopediskum royndum, tí eg arbeiði nógv, tá eg eri her, men samstundis er tað altíð deiliga avstressandi at koma higar. Her er altíð róligt og sera stuttligt at vera, sigur Peter Aspemo.
Tá hann ikki er í Klaksvík, er hann í sínum fasta starvi sum yvirlækni á sjúkrahúsinum í Narvik í Norðurnoregi.
- Tað er eisini eitt lítið sjúkrahús, og styrkin hjá teimu er elektiv skurðviðgerð innan útvaldar sergreinar. Tað eiga tit eisini at satsa upp á við sjúkrahúsunum í Klaksvík og í Suðuroy, sigur Peter Aspemo.
Planlegging er effektiv
Elektiv skurðviðgerð er skráløgd ella planløgd skurðviðgerð.
- Øll akutt viðgerð kann gerast á størri sjúkrahúsum við einum størri útboði av sergreinum, sum er neyðug til tað. So er onki, sum órógvar, og til ber at avgreiða eina rúgvu av skurðviðgerðum upp á stutta tíð. Tað er gott fyri bíðilistarnar, og samstundis avlastar tað tey størru sjúkrahúsini, ella hjá tykkum tað í Havn, sigur Peter Aspemo.
Hann tekur undir við, at høgt fakligt stig best verður varðveitt, um arbeitt verður við einum stórum sjúklingagrundarlagi, men hann ávara ímóti at halda, at stórt altíð er gott.
- Jákup Petersen, til dømis, ger tíggjutals protesur bara her í Klaksvík um árið og nógv fleiri í Svøríki, men samanber tú við USA, so verða 90 prosent av mjadnaprotesu-skurðviðgerðunum har gjørdar av ortopedum, sum gera færri enn tíggju slíkar skurðviðgerðir um árið, greiðir Peter Aspemo frá.
(Mynd)- Fakliga støðið í ortopediini í Klaksvík er væl og virðiliga á hædd við ortopediina á stórum sjukrahúsum og øll er sera professionell, sigur Peter Aspemo. Her er hann á skurðstovuni saman við Beggu Ellingsgaard, sjúkrarøktarfrøðingi.