- Tá las útvarpsmaðurin úr tíðindaskrivi frá LGBT, at fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin Jóhanna Sigurðardóttir fór at koma til Føroya „saman við KONU síni.“ Eg stúrsaði við. Eitt er, hvat LGBT skrivar í tíðindaskrivi, men at lesa hetta upp í eini tíðindasending í Útvarpi Føroya, vil eg átala harðliga. Síggi somu orðing í miðlum, sum endurtaka tíðindaskrivið frá LGBT, skrivar Svenning á Lofti, kendur prædikumaður, á vp.fo í dag.
Við lesarabrævinum vísir Svenning á Lofti á, at broytingin í hjúnabandslógini er ein hóttan - eisini móti málfrøðini.
- Einum og hvørjum má gerast púra greitt, at her er nakað spinnandi galið. Eg undrist á, at okkara málsligu skilamenn ikki lata við seg koma, sigur Svenning á Lofti. Sama kann sigast um fjølmiðlafólk okkara, blaðfólk, útvarps- og sjónvarpsfólk. Ikki eitt kis hoyrist frá teimum um ta málsligu neyðtøku, sum broyting í hjúnalagslógini ber í sær, sambært frammanfyri nevndu dømi, sigur Svenning á Lofti.
Víðari heldur hann fram og skrivar, at í teimum samrøðum, sum fjølmiðlafólk okkara hava havt við samkyndar kvinnur, hava hesar t.d. sagt „gift við konuni í 14 ár…“.
- Ella sum blaðkvinna einaferð skrivaði í Sosialinum um eina samkynda føroyska kvinnu:„Tvístøðu – tað upplivir Marita Thomsen ferð eftir ferð, tá hon kemur heim til Føroyar við konu sínari…“ Slík orðafelli eiga at fáa eina ávaringarklokku at ringja hjá okkara fjølmiðlafólkum, ið verða ofta nevnd varðmenn samfelagsins, heldur prædikumaðurin.
- Hjúnalagsliga glíðibreytin í ferð við at ryggbróta bæði mál og kristnu mentan okkara, at gera til veruleika tað, ið Fríðrikur Petersen, próstur, yrkti: „O, móðurmál, stórt er títt fall, skrivar Svenning á Lofti.
Sí alt skriv hansara á vp.fo, við at trýsta her