- Her ræður vónloysi

Tað siga Ása og Anna Maria Wraae, sum gera hjálpararbeiði í einum av fátækastu støðunum í Tanzania

- Alt er annarleiðis her, og fólkini hava ein heilt øðrvísi hugsunarhátt enn tann, vit kenna. Tað er nakað, tú veruliga mást venja teg við.

 

Tað sigur 20 ára gamla Anna Maria Wraae, sum saman við 29 ára gomlu systir síni, Ásu, er í býnum Dar es Salaam í Tanzania, har tær gera sjálvboðið hjálpararbeiði fyri altjóða felagsskapin Projects Abroad.

 

Fyrst í desember mánaði komu tær til fátæksliga býarpartin í stóra býnum Dar es Salaam, har Ása hjálpir til á einum sjúkrahúsi, og Anna Maria arbeiðir á barnaheimi. Her skulu tær vera til einaferð í mars mánaði.

- Eitt, sum plágar meg, er, at børnini stundum verða sligin, um tey ikki gera, sum tað verður sagt av onkrum av starvsfólkunum, og tað er nakað, sum eg havi alt annað enn lætt við at góðtaka. Men eg haldi, at eg havi vant meg við, at soleiðis er tað her, og eg fái ikki gjørt so nógv, tá tað hendir, men má bara royna at halda høvdið kalt, greiðir Anna Maria frá.

Eisini Ása upplivir ymiskt á sjúkrahúsinum, har hon arbeiðir, sum ávirkar hana.

- Dagliga síggi eg pinkubørn doyggja, av tí at starvsfólkini ikki hava røttu førleikarnar og ei heldur neyðugu amboðini. Næstan hvønn dag, tá eg komi til arbeiðis, liggja deyðir nýðføðingar í eini balju í onkrum horni inni á stovuni. Børnini eru deyð, tí fólkini á føðideildini heilt einfalt ikki duga at taka ímóti nýðføðingum, fortelur Ása.

Les alla samrøðuna við Onnur Mariu og Ásu Wraae í Sosialinum hetta vikuskiftið ella við at trýsta her