Hetta er niðurstøðan hjá trimum Føroya-veteranum, tá tað snýr seg um føroysku oljuleitisøguna seinastu 15 árini. Teir tríggir vóru sera virknir í fyrireikingunum til oljuleiting í seinnu helvt av 1990 árunum, og ein teirra er framvegis virkin her.
Talan er um leitistjóran í táverandi Saga Petroleum og núverandi Sagex Petroleum, Terja Hagevang, leitistjóran í táverandi Enterprice Oil, Halvor Snarvold og táverandi oddamannin hjá Philips Petroleum fyri Føroyaøkinum, Jacob Rugland.
Ì dag er Rugland pensioneraður. Hagevang er stjóri í oljufelagnum Sagex, sum hevur fleiri leitiloyvi á føroyska landgrunninum einsamalt og saman við Atlantic Petroleum. Og Snarvold hevur egna fyritøku, sum í dag leggur oyggjalondum í Vesturindiu lag á eina komandi oljuleiting.
Við frá byrjan
Tá føroyingar fingu uppá pláss avtalu við danir um yvirtøku av ráevnunum í undirgrundini kom glið á føroysku oljutilgongdina. Tað almenna setti Oljuráðleggingarnevnd at gera uppskot til oljulóggávu og aðrar neyðugar og týðandi fyriskipanir eitt nú reglugerð fyri fyrstu útbjóðing til leiting á landgrunninum.
Í tí sambandi komu meira enn 20 altjóða oljufeløg til Føroya at vera við í fyrireikingunum at leita eftir kolvetni. Teirra millum vóru eisini norska Saga Petroleum, bretska Enterprice Oil og amerikanska Philips Petroleum. Hesi feløgini vórðu sera virkin frá 1996 og fleiri ár fram.
Ruddaðu slóð
Terji Hagevang var millum fyrstu altjóða jarðfrøðingarnar, sum komu til Føroya at rudda slóð fyri fyrstu boringunum. Saga, sum var eitt minni privat norskt oljufelag, hevði longu tá gjørt fitt av kanningum á Atlantsmótinum, og teirra meting var longu fyri skjótt 15 árum síðani, at góðir møguleikar vóru fyri at finna kolvetni í føroysku undirgrundini. Tað eydnaðist tó ikki Saga at vera við í fyrstu útbjóðingini, tí felagið bráddliga fekk fíggjarligar trupulleikar og varð keypt upp av Statoil og Hydro.
Terje Hagevang misti ongantíð áhugan fyri Føroyum og føroysku undirgrundini. Hann var við til at stoypa kúlurnar til føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum. Seinni stovnaðu hann og aðrir Sagex Petroleum, sum síðani hevur fingið tillutað fleiri leitiloyvi á landgrunninum og nøkur teirra saman við Atlantic Petroleum.
Sosialurin hitti teir tríggjar “Føroyaveteranarnar” á altjóða oljuráðstevnuni í Stavanger nú um dagarnar. Meðan Rugland og Snarvold fylgja oljuútviklinginum í Føroyum frá síðulinjuni, so er Terje Hagevang framvegis sera virkin og eldhugaður fyri oljuleitingini við Føroyar. Og við drúgvu royndunum og nógvu vitanini hann gjøgnum árini hevur fingið um føroyska jarðfrøði er hann heldur ikki í iva um, at oljan verður funnin í næstum, og tá tosa við um innan fyri tvey til trý ár. Jarðfrøðin er so lovandi í fleiri av loyvunum, at hann hevur eina kenslu av, at oljan verður funnin í einum av teimum trimum brunnunum, sum feløg hava bundið seg til at bora.
Spennandi boring í løtuni
Hagevang er sera spentur um verandi boring á Anne Marie leiðini, har ENI og onnur feløg standa fyri arbeiðinum. Sjálvur hevur hann sum jarðfrøðingur fingið sær kunnleika til hetta og onnur áhugaverd øki, men hann dylur ikki fyri, at tað eftir hansara tykki er Statoil, sum situr inni við tí mest lovandi loyvinum, nevniliga 008, ið liggur heilt upp at markinum og stutt frá Rosebank fundinum í bretskum øki. Og hann peikar á eitt stórt oljukort á vegginum á skrivstovuni í Stavanger og sigur: -Her trúgvi eg, at oljan verður funnin. Hetta er eftir míni meting tað besta loyvið, sum er latið á føroyska landgrunninum. Her eru útlitini til at finna kolvetni tey bestu.
Hann dylur heldur ikki fyri, at hetta loyvið hevur verið hjartabarnið hjá bæði Saga á sinni og eftir tað hjá Sagex, sum tó mátti hyggja at, meðan onnur oljufeløg fóru avstað við hesum gullrandaða loyvinum, sum hann málber seg. –Hetta loyvið, sum liggur heilt tætt upp at fundum í bretskum øki, kann gerast sjálvur juvelurin í føroysku oljukrúnini heldur hesin brosandi og jaligi norski jarðfrøðingurin fyri. Og hann fær harvið ikki fjalt sítt náttúrliga vónbrot yvir, at hansara egna felag, sum hevði raðfest nettupp hetta økið hægst undir 2. útbjóðing, ikki fekk tillutað økið. Men kappingin var hørð og tá fór so Chevron sum fyristøðufelag við loyvinum fyri tó seinni at lata tað frá sær til Statoil av eini ella aðrari orsøk.
Hava triðbesta loyvið
Tá man ikki fær tað besta ella næstbesta, so má man vera nøgdur við at fáa tað triðbesta. Og tað heldur Terje Hagevang, at Sagex og Atlantic Petroleum hava fingið. Ì løtuni tulka tey seismikkin, sum er skotin á teirra loyvum og seinni verður so støða tikin til um og nær borast skal.
Kortini fylgir norski jarðfrøðingurin sera væl við gongdini í hinum loyvunum og her ikki minst verandi boring hjá ENI. –Tað verður ómetaliga spennandi at frætta seinni í heyst, hvussu tað hevur hilnast hjá ENI og hinum oljufeløgunum. Eingin er førur fyri at siga við vissu, um olja ella gass er her, men jarðfrøðiligu upplýsingarnir um økið eru so mikið positivir, at her er ávísur møguleiki fyri at gera eitt fund leggur Hagevang aftrat. Tað sama halda Jacob Rugland og Halvor Snarvold, sum ikki longur eru virknir í føroyskari oljuleiting men sum kortini royna at fylgja væl við, tí teir, sum teir málbera seg, fingu so nógv góð upplivilsi og góðar løtur saman við føroyingum, og sum eisini vóna, at olja verður funnin. –Vit hava somu fatan sum Terje Hagevang, at kolvetni verða funnin í einum av teimum trimum brunnunum, sum verða boraðir komandi árini siga teir við Sosialin.
Nú um dagarnar segði stjórin í Statoil, Helge Lund við Sosialin, at nettupp loyvið, sum Sagex stjórin heldur vera so áhugavert, hevur høga raðfesting hjá Statoil. –Vit eru sera vónríkir um hetta økið, har vit møguliga fara at bora næsta ár.