Bara í summar fara oljufeløgini at brúka umleið hálvaaðru milliard krónur á føroyska landgrunninum. Men tað fyllir ov lítið í samfelagskjakinum, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnu- og oljumálum, sum var millum røðararnar á stóru oljuráðstevnuni á Christiansborg í gjár.
Les eisini: Fullsett á Borgini
Johan Dahl minti áhoyrarnar á, at í dag eru fleiri enn 1000 føroyingar í frálandavinnuni, hóast eingin olja er funnin við Føroyar.
– Hetta vísir, hvussu týdningarmikið tað er at vit sum samfelag menna okkara førleikar innan oljuvinnuna, sigur Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin vísir á, at síðani oljufeløgini byrjaðu at vísa áhuga fyri føroyska økinum eru fleiri enn 100 milliónir krónur brúktar til útbúgvingar, skeið, og førleikamenning annars innan fyri oljuvinnuna.
Higartil eru borað 7½ hol niður í føroysku undirgrundina. Í apríl kemur ein boripallur inn í føroyskt øki at bora áttanda holið liðugt á Brugdan-2, har Statoil er fyristøðufelag. Og í summar verður níggjunda holið borað, tá Statoil setir borin í økið, ið hevur fingið navnið nevnist Stelkur.
- Tað hoyrist lítið um hetta í føroyska almenninginum. Men hetta er størsta, einstaka íløga í Føroyum nakrantíð. Her vera íløgur gjørdar fyri 1,5 milliard, bara í summar. Og tað fer at kasta eini 200 til 300 milliónir krónur av sær til føroyska samfelagið, sigur Johan Dahl.
Sambært einum yvirliti hjá Vinnumálaráðnum hevur landskassin síðstu 10 árini fingið 227 milliónir krónur í beinleiðis skatti frá teimum oljufeløgum, sum hava havt leitivirksemi á føroyskum øki.
Ein av stóru spurningunum, ið landsstýrið skal taka støðu til, um olja verður funnin, er um hon skal førast til lands í Føroyum.
- Tað er ein stórur spurningur. Persónliga haldi eg tað vera natúrligt at knýta okkum upp í verandi pipelines og føra oljuna beinleiðis niður á evropeiska meginlandið, men tað má støða so takast til politiskt, sigur Johan Dahl.