- Her er trygt at vera

Kynsligur ágangur hevur stórar avleiðingar, og tað kann hjálpa nógv at fara í terapi

Í KRIS bjóða tey bæði persónliga ráðgeving og terapi til fólk við seinárinum av kynsligum ágangi. Gvøðbjørg West, sum hevur lisið psykoterapi og familjuterapi, plagar at taka sær av terapiini. 

- Tað verður tikið gott hond um tey, tí hetta evnið er so eymt. Hetta er ikki tað sama sum at fáa sær eina umbinding um hondina. Tí eru tað altíð tey, sum føra samrøðuna, sigur hon og greiðir nærri frá, hvussu ein terapi plagar at fara fram:

- Ein persónur kann koma inn og siga millum lítið og einki tann fyrsta dagin. Næstu ferð sigur hann kanska líka lítið. Og tað er fulkomiliga í lagi, tí hví skal viðkomandi hava álit á okkum? Tað er nakað so skammfult at fortelja fremmandafólki um sínar upplivingar og tríva í tíðina, tá mann bleiv misbrúktur, sigur Gvøðbjørg West.

- Men aftaná eina tíð kann persónurin læra, at her er trygt at vera, og so kann hann spakuliga opna seg upp og seta orð á sínar kenslur. Tilveran verður ein heilt onnur, tá persónurin lærir, at hetta er eitt stað, hann kann koma, og at hetta er eitt stað við fólki, sum tola at hoyra um tað, viðkomandi hevur verið fyri.

Sjálvhjálparbólkar saman við øðrum

Tað er ymiskt frá persóni til persón, hvat slag og hvussu drúgva terapi teimum tørvar. Summi vilja hava ein persónligan hjásitara við til ráðgevingina, og tað er altíð í fínasta lagi. Møguleiki er eisini at fara í sjálvhjálparbólkar, og í løtuni hevur KRIS fýra av hesum.

Sjálvhjálparbólkarnir eru til fyri, at fólkini kunnu vera saman við øðrum, sum kenna til støðuna á egna hond. Tá føla tey, at tey ikki eru einsamøll, og hetta er ein góður máti at koma víðari uppá fyri nógv.

- Tey avvarðandi skulu skilja støðuna

Kynsligur ágangur hevur verri enn so bara avleiðingar fyri tann persónin, sum er blivin misbrúktur. Tað ávirkar nevniliga eisini í stóran mun familjuna, og tí bjóðar KRIS eisini hjálp til avvarðandi.

- Vit hava samrøður við avvarðandi, tí tað hevur stóran týdning at læra tey at skilja støðuna hjá tí, sum hevur verið fyri kynsligum ágangi. Tey mugu vita, hvussu tey skulu fyrihalda seg til viðkomandi, sigur Beinta M. Andreasen, sum er í starvsvenjing hjá KRIS.

KRIS-starvsfólkini greiða víðari frá, hvussu sambandið millum offur og avvarðandi er.

- Tað er tað sama sum við álvarsligum sjúkum. Tað er ein persónur, sum er raktur, men ringarnir breiða seg og ávirka alla familjuna. Fyri tað fyrsta er tað eitt sjokk, tá familjan fyrstu ferð hoyrir um ágangin, og í øðrum lagi fær hetta familjur í tvíningar, tá talan til dømis er um at melda ávísa krenkaran. Nógvar familjur eru farnar í sor orsakað av kynsligum ágangi.