part við á vegnum ? og um teir vistu, hvat nummar stóð á bilum teirra. Somuleiðis vóru spurningar úr teirra egna valdømi: Hvussu nógv fólk búðu í Eiðis kommunu og í Runavíkar kommunu, og um hæddir á fjøllunum [...] verður valdur á fólkating. Men sum Edmund so beinrakið segði tað: -- Fyri okkum eysturoyingar er tað rættast og best at velja okkum báðar. Gera tit tað, so fær oyggin tveir eykamenn inn á Ting, og soleiðis [...] fáa tit størri ávirkan bæði á løgtingi og fólkatingi! Fundurin vardi í tríggjar tímar, og spurningurin er so, um hann flutti veljarar nakran vegin. Tað er nokk lítið sum bendir á tað, um skal trúgva teimum
Spenningurin er stórur undan steypafinaluni í manshondbólti, sum verður leikt í høllini á Hálsi í dag. Høllin verður uttan iva á tremur við spentum áskoðarum, og áskoðararnir hjá báðum liðum eru kendir fyri at [...] alt ov leingi eftir tí, sigur hann og leggur afturat, at tað er upp á tíðina, at teir vinna steypakappingina. Sjálvur var Áki við á liðnum hjá vestmenningum, sum seinast vann steypakappingina í 1999. - [...] sigur Alexandur Johansen. - Tað eru sjálvsagt menn sum Ingi Olsen og Sámal Joensen, ið eru serliga vandamiklir hjá teimum. Sámal hevur verið væl fyri í seinastuni, men eg haldi, at tað ræður um hjá okkum
StÍF vardi sera offensivt við einum Paula Hansen liggjandi frammi á spælskiparanum og Bent Djurhuus var langt frammi á Sámal Joensen hjá VÍF á vinstra bakki. Júst móti slíkum offensivum verjum er Ingi gull [...] strandingum. Tað hjálpir kanska eisini, at hjá StÍF hvílir tað ikki so nógv á herðunum á einum leikara, soleiðis sum tað kanska ger á øðrum liðum. Strandingar hava fleiri mans, ið taka ábyrgd, og tað er altíð [...] Sveinur, Pauli, Leivur, Borgar og Bent, sum vóru á vøllinum fyri StÍF, bæði í álopi og verju. Spælistílurin hjá strandingum við offensivu verjuni og nógvu ferðini á álopsspælinum krevur nógva orku, men hetta
var lag sett til hesa ramsu. Á fyrsta sinni, tá ið farið varð í skúla, og henda ramsa varð hildin á lofti í skúlanum, vart tú professari á hesum øki. Hetta hevði tú lært uppi á Bólsteini í einum dulkendum [...] hesum lívsins tangofetum. Soleiðis var eisini á Bakkanum fyri fimmti árum síðani.. Lívið á Bakkanum var tengt saman við skip, bátar, Bólstein, Garðarnar, Uppi á Stíggi, heimið, bakkafólk, kaina og Kolbrúnna [...] varð henda smátta reist við Nubbistein, sum altíð minti teg á, at hetta var í tí Harrans ári, tá ið Gamli Sámal Petur varð borin út. Uppi á Stíggj stóðust mangar orrustur. Í skúlanum varð avrátt, hvussu
kloakk-, betong-, vatn- og asfalt arbeiði. Lisitatiónin verður 7. mars 2005 kl. 15 á Teknisku Umsiting. Tað er Sámal Johannesen, ráðgevandi verkfrøðingur, sum hevur gjørt útbjóðingartilfarið í samráð við
munin, og tað var í veruleikanum bert eina ferð í dystinum, at Kyndil var á odda. Jota í essinum Ein tann sjónligasti leikarin á vøllinum sunnudagin var neistamálverjin, Jota, sum hevði ein av sínum heilt [...] . Tað sama kann sigast um javnaldran hjá Róki, Tróndur Kragesteen, á neistaliðnum. Tróndur er ein spennandi leikari, ið kann spæla á fleiri plássum. Sunnudagin var hann fyri tað mesta nýttur sum strikuspælari [...] eisini, og tá ið Helgi Michelsen legði Neistan á odda 30-28, og bert ein hálvur minuttur var eftir at spæla, var dysturin avgjørdur. Tað tóktist eisini á Kyndlaleikarunum, at teir vóru ikki so motiveraðir
motor-sløgini, var eyðsýndur, tá VÍF vitjaði á Skála sunnudagin. Vestmenningar hava ikki vunnið steypafinaluna síðani 1999, men í landskappingini hava tær á hvørjum ári síðani hetta verið við til seinasta [...] stórvegis hjá VÍF at koma eftir. Hóast munurin á máltalvuni ikki var tann stóri, so bendi dysturin tann vegin, at StÍF ikki skuldi hava stórvegis trupulleikar. Teir á heimaliðnum tóktust brúka munandi færri kreftir [...] teir seg upp á javnt, og tó at strandingarnir togaðu seg framum aftur, so var sálarligi týdningurin av hesi løtuni helst stórur. Momentið var avgerandi Og eftir steðgin kom av álvara munur á. Momentið hjá
minst fekk John Zachariassen á høgra vongi nøkur sera løtt mál, sum í veruleikanum ikki eiga at koma fyri. Sámal mansvardur Ikki óvæntað valdu hoyvíkingar at mansverja Sámal Joensen ein stóran part av dystinum [...] óskipað, drúgv og endaðu ofta við skilaleysum royndum upp á mál. Í veruleikanum var álopsspælið hjá H71 so mikið passivt og drúgt, at tú undraðist á, at tað ikki oftari bleiv gjørt tekin um nøl frá dómarunum [...] fimm mál á rað, soleiðis at støðan bráddliga var 22-15, og hóast H71 seinni í dystinum fekk minkað um munin niður í tvey mál, so var greitt, at tað fór ikki at eydnast heimaliðnum at koma upp á javnt. Tekniskir
landinum teir syngja. Tey stóru tiltøkini í 2005 hava verið í Ítróttarhallunum í Klaksvík, á Giljanesi, í Runavík, á Hálsi. Leygardagin 19. februar gongur so leiðin til Suðuroyar, har teir syngja í Ítróttarhøllini [...] beinleiðis í bæði Útvarpi Føroya og SVF, savnaðust millum 1100 og 1300 fólk til sangløtu í ítróttarhøllini á Nabb, har sangbólkurin Vitin úr Betesda í Klaksvík skipaði fyri. Umframt at sangbólkurin Vitin sang [...] broytt navnið til sangbólkurin Vitin. Afturat sær hava teir tónleikararnar: Dávur Johannesen, spælir á gittar og syngur, Jóan Petur Hansen spælir el-gittar, Guttorm Matras spælir akustiskan gittar, Leivur
bendir alt nú á, at tað verður VÍF, sum í ár strýkur avstað við gullinum, tí vestmenningar eru seks stig á odda á stigatalvuni, og tað eru einans átta stig eftir at spæla um. Brendu ov nógv Nakað av fólki [...] skil á verjuna hjá sær aftur, og tá ið teir so eisini fingu nøkur av sínum eyðkendu kontraálopum at koyra, og enntá fingu skorað, meðan teir vóru ein maður minni á vøllinum, stóð skriftin málað á vegginum [...] liggja javnir í stigum á bronsuplássinum. Men tað er bert eitt stig á muni millum Kyndil og hini bæði liðini, og tí er tað væl hugsandi, at føroyameistararnir glíða longur niður á stigatalvuni, um teir