Tað var eitt ógvuliga uppsett neistalið, sum fór á vøllin sunnudagin. Neistin hevur verið í framgongd seinnu umførini, og tað tykist sum um, at teir bláu úr Havn nú av álvara hava fingið sjálvsálitið aftur. Tað var undir øllum umstøðum sjón fyri søgn, at Neistaliðið var nógv meiri tendrað enn Kyndlaliðið, tá ið liðini hittust sunnudagin.
Undirmettir
Seinast hesi bæði lið hittust vann Kyndil stórsigur 42-21, og spurningurin er, um hesin stórsigur sat í bakhøvdinum á teimum grønu, soleiðis at skilja, at teir høvdu hug til at undirmeta grannarnar. Um so var, so var tað eitt stórt mistak, tí man skal aldrin undirmeta eitt lið, sum hevur so mikið frægar leikarar sum Áka Mørk, Damir Oros, Blagoje Buha og unga Trónd Kragesteen.
Tað skal eisini sigast, at hjá Kyndli var eingin Jakob Jónsson við, og hetta er sjálvsagt ein smeitur fyri liðið, men hinvegin so hevur Kyndil so mikið breiðan hóp, at aðrir kunnu taka við í hansara stað.
Talan gjørdist um ein sera javnan og spennandi dyst sunnudagin. Liðini fylgdust væl, men tað var Neistin, sum so at siga allan dystin hevði munin, og tað var í veruleikanum bert eina ferð í dystinum, at Kyndil var á odda.
Jota í essinum
Ein tann sjónligasti leikarin á vøllinum sunnudagin var neistamálverjin, Jota, sum hevði ein av sínum heilt góðu døgum. Hann tók fleiri upplagdar málmøguleikar hjá Kyndli, og ikki minst royndist hann væl, tá ið Kyndil hevði brotskast. Hetta noyddust Jónleif Sólsker, Josef Abrahamsen, Hans Áki Dal-Christiansen og Janus Einar Sørensen at staðfesta, tá ið teir sóu vælleikandi málverjan taka teirra royndir.
Álopsspælið hjá Kyndil kom ongantíð av álvara í gongd í dystinum, og flata verjan hjá Neistanum hevði sera gott tak á Kyndli. Einasti maður hjá teimum grønu, sum fleiri ferðir megnaði at berja seg gjøgnum bláa verjumúrin, var ungi Rókur Akralíð. Tað er undrunarvert, at ein bert 17 ára gamal drongur skal hava so stóran týdning á einum liði, sum liggur og stríðist fyri at gerast føroyameistari. Rókur er ein sera evnaríkur leikari, sum kann koma langt innan fyri hondbóltin.
Tað sama kann sigast um javnaldran hjá Róki, Tróndur Kragesteen, á neistaliðnum. Tróndur er ein spennandi leikari, ið kann spæla á fleiri plássum. Sunnudagin var hann fyri tað mesta nýttur sum strikuspælari, men hann royndi seg eisini sum bakspælara.
Neyvari atsóknir
Sum áðurnevnt gekk tað rættuliga javnt á í dystinum. Neistin hevði kanska munin, men fleiri bóru ótta fyri, at tað fór at enda galið hjá Neistanum, tá ið stórskjúttin Damir Oros beint fyri hálvleik fekk sína næstu útvísing. Hetta merkti, at antin valdi Neistin framhaldandi at hava Oros í verjuni og harvið verða í vanda fyri at fáa reyða kortið, ella nýttu teir hann bara í álopinum, hóast hann er sterkur verjuspælari. Sámal Johansen, neistavenjari, valdi at Oros einans skuldi verða við í álopinum, og tí var ungi Roar Dalsgarð settur inn í verjuna, og hann royndist væl.
Eitt skifti var Kyndil tó við at venda dystinum, tá ið teir fyri fyrstu og einastu ferð í dystinum, fingu leiðsluna. Tað var tá ið Rókur Akralíð legði teir á odda 22-21 tíðliga í seinna hálvleiki. Men Neistin svaraði skjótt aftur, og tað lá líkasum í luftini, at hetta fór at verða dagurin hjá Neistanum. Tað var tað eisini, og tá ið Helgi Michelsen legði Neistan á odda 30-28, og bert ein hálvur minuttur var eftir at spæla, var dysturin avgjørdur.
Tað tóktist eisini á Kyndlaleikarunum, at teir vóru ikki so motiveraðir, og stríðsviljin var at kalla ikki til staðar.
Stríðsviljin var hinvegin so avgjørt til staðar hjá Neistanum, og hóast talan var um eitt framúr liðavrik hjá botnliðnum, so slepst ikki undan at nevna Jota í málinum og eisini vongspælaran Helga Michelsen. Helgi mundi spæla ein tann besta dystin, ið hann nakrantíð hevur spælt á besta liði Neistans.
Sigurin móti Kyndil hevur óivað givið neistamonnunum nýtt sjálvsálit, og spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at ganga í annaðkvøld, tá ið Neistin fær vitjan av kollfirðingum.
Kyndil skal hinvegin veruliga taka seg saman, um teir framhaldandi ætla at verða við í kappingini um meistaraheitið. Hóskvøldið fáa teir møguleikan fyri at fáa uppreisin fyri ósigrarnar í seinastuni, tá ið teir fáa vitjan av steypavinnarunum úr StÍF.
Kyndil-Neistin 28-30(16-17)
Kyndil: Rókur Akralíð 8, Høgni Klein 7, Hans Áki Dal-Christansen 3, Janus Einar Sørensen 3(1), Ragnar Stakksund 2, Josef Abrahamsen 2(1), Jónleif Sólsker 2, Finnur Hansson 1
Neistin: Damir Oros 8, Áki Mørk 6, Helgi Michelsen 6, Blagoje Buha 5, Tróndur Kragesteen 4, Ólavur Brimnes 1
Brotskøst: Kyndil 6(2)
Útvísingar: Kyndil 1, Neistin 6
Dómarar: Kári og Dánjal Hansen