Teir okkurt um 100 áskoðararnir, ið høvdu leitað sær niðan í Hoyvíkshøllina mikukvøldið at hyggja at dystinum millum H71 og VÍF, og sum kanska høvdu væntað ein spennandi dyst, vóru ruddiliga svíktir. Dysturin var serstakliga illa spældur, og fleiri av spælarunum á báðum liðum tóktust sum um, at teir als ikki høvdu hug at spæla.
Eli var undantakið
Fyrstu løtuna av dystinum sprellaðu liðini eitt lítið sindur, men tú hevði eisini varhugan av, at hetta ikki fór at gerast nakar væl leiktur og undirhaldandi dystur. Spælararnir hjá báðum pørtum tóktust sum um, at teir eru troyttir eftir eitt drúgt kappingarár, og í veruleikanum var tað bert Eli Müller í málinum hjá VÍF, sum tað glógvaði eitt sindur í. Eli hevði fleiri góðar bjargingar fyrst í dystinum, sum gjørdu, at VÍF fekk lagt seg nakað fram um hoyvíkingar fyrst í dystinum.
Hoyvíkingarnir virkaðu ógvuliga tungir, og álopið hjá teimum var rættuliga stirvið. Álopini vóru óskipað, drúgv og endaðu ofta við skilaleysum royndum upp á mál. Í veruleikanum var álopsspælið hjá H71 so mikið passivt og drúgt, at tú undraðist á, at tað ikki oftari bleiv gjørt tekin um nøl frá dómarunum báðum. Tað skal tó eisini leggjast afturat, at verjan hjá VÍF stóð seg rættuliga væl serliga í fyrra hálvleiki. Millum annað eydnaðist tað teimum fleiri ferðir at blokera skot frá bæði Halgir og Piti hjá H71.
Men tað vóru ikki bara hoyvíkingarnir, ið koyrdu við longum og passivum álopum, tí tað gjørdu vestmenningar sanniliga eisini. Men í mun til H71, so eydnaðist tað oftari VÍF at finna nøkur hol í verjuni hjá mótstøðuliðnum, og tí vóru gestirnir úr Vestmanna fyri tað mesta omaná. Tað skal tó eisini sigast, at nógv av málunum, ið VÍF fekk, vóru sera bílig, og ikki minst fekk John Zachariassen á høgra vongi nøkur sera løtt mál, sum í veruleikanum ikki eiga at koma fyri.
Sámal mansvardur
Ikki óvæntað valdu hoyvíkingar at mansverja Sámal Joensen ein stóran part av dystinum, og hetta ávirkaði sjálvsagt álopsspælið hjá VÍF. Tað hevði neyvan havt nakra serliga stóra ávirkan á liðið, um Olsen-brøðurnir, Ingi og Áki, og Áki G. Olsen, vóru við, men tá ið hesir ikki eru við, væntar VÍF onkran, ið kann stýra álopsspælinum, og tað sást ógvuliga væl í dystinum mikukvøldið.
Tíbetur fyri vestmenningar var so mikið lít bit í H71, at tað ikki kostaði VÍF stig, at teir spældu so mikið illa.
Men hinvegin hevur tað óivað givið VÍF-venjaranum, Dia Midjord, nakað at hugsa um, at spælið hjá teimum koyrdi so mikið illa, meðan Sámal var mansvardur, tí tað er greitt, at mótstøðan hjá VÍF fer at verða harðari í onkrum av dystunum, ið liggja fyri framman.
Avgjørt mitt í seinna hálvleiki
Vestmenningar vóru omaná meginpartin av dystinum, men hoyvíkingarnir vóru drúgvir, og fleiri ferðir í fyrra hálvleiki stóð á jøvnum, men tú hevði allatíðina varhugan av, at tað vóru gestirnir úr VÍF, sum høvdu sálarligu yvirvágina.
Í seinna hálvleiki fekk VÍF tó gjørt ein vørr, ið avgjørdi dystin. Hetta var um miðjan seinna hálvleik, tá ið støðan var 17-15 til vestmenningar. Tá fekk VÍF fimm mál á rað, soleiðis at støðan bráddliga var 22-15, og hóast H71 seinni í dystinum fekk minkað um munin niður í tvey mál, so var greitt, at tað fór ikki at eydnast heimaliðnum at koma upp á javnt.
Tekniskir feilir í hópatali
Tað sum tey flestu óivað fara at minnast dystin fyri, um tey ikki bara koyra dystin í gloymibókina beinanvegin, eru teir mongu teknisku feilirnir. Sjáldan áður hevur ein dystur í fremstu mansdeildini í hondbólti borðreitt við so nógvum tekniskum feilum. Ferð aftaná ferð vóru avleveringarnar so mikið óneyvar, at tær fór beina kós út av vøllinum, og eisini vóru ómetaliga nógvir álopsfeilir gjørdir í dystinum. Tað tóktist veruligani sum um, at tað vóru fleiri av spælarunum, ið høvdu gloymt høvdið eftir við hús.
Men vestmenningarnir eru óivað líkaglaðir við, at avrikið ikki var av teimum bestu, tí teir fingu tey bæði stigini, ið tað heila snýr seg um. Teir hava tí undan dystinum hjá Kyndil í gjárkvøldið seks stig niður til havnarliðið, og tá ið havt verður í huga, at eftir dystin millum Kyndil og StÍF hóskvøldið eru tað bert átta stig eftir at stríðast um, so sær tað bara heilt gott út við gulldreymunum hjá VÍF.
H71-VÍF 23-28(12-14)
H71: Esbern Patursson 9(3), Halgir Dahl Olesen 4, Chr. Eli Zachariassen 3, Piti Negru 3, Høgni M. Joensen 1, Johnny Durhuus 1, Niels V. Niclassen 1, Henrik Gerster 1
VÍF: John Zachariassen 6, Sámal Joensen 5, Agnar Joensen 5, Johnny Joensen 5, Harald Bjørgvin 4, Daniel Rapa 2, Sjúrður Poulsen 1
Brotskøst: H71 4(3), VÍF 2(0)
Útvísingar: H71 3, VÍF 2
Dómarar: Hannis og Uni Wardum - Tað vóru ikki bara spælararnir, ið høvdu ein ringan dag mikukvøldið. Teir báðir Wardum-beiggjarnir hava dømt betri dystir, men teirra avrik hevði onga ávirkan á úrslitið.